Fíggjarmálaráðið ynskir at seta ein uttanveltaðan persón við løgfrøðiligum førleikum og servitan innan fyrisitingarrætt at standa fyri kanningini.
Bárður Larsen verður settur sum bráðfeingisstjóri á TAKS, sum tryggjar honum atgongd til øll skjøl í málinum og atgongd til starvsfólk á TAKS. Bráðfeingisstjórin skal kanna handfaringina hjá TAKS av sonevnda Eik-málinum, herundir málsgongdina í mun til galdandi reglur, og um tað var rætt av TAKS ikki at senda fútanum málið til revsirættarliga støðutakan.
Miðað verður eftir, at kanningin í seinasta lagi er liðug í junimánað í ár. Tá kanningin er liðug, verða niðurstøðurnar almannakunngjørdar.
JáH (y) 08.03.2017
Kelda: Løgtingið 06.03.2017