Hoyrdi í vikuni lítið brot í útvarpinum, har tosað bleiv við reiðara. Tað snúði seg um, at fiskiloyvir skulu fara úr gildi í 2018.
Minnist ikki heilt orðavalið, men tað sum eg festi meg við var, at vinnulívsmaðurin stóð spyrjandi . Hann dugdi ikki at fyrihalda seg til, hvat fór at henda, tá fiskiloyvini blivu inndrigin í 2018. Teir fóru at arbeiða sum um, at tey ikki blivu inndrigin. Hetta sýntist so veruleikafjart.
Fólkaflokkurin ynskir at verandi aktørar í fiskivinnuni halda fram eftir 2018 undir eini loyvisskipan.
Harafturímóti tekur andstøðan av fullum huga undir við, at øll fiskiloyvir fara úr gildi tá og skulu síðani seljast á uppboðssølu. Fiskiloyvini skulu so verða galdandi í ávíst tíðarskeið.
Við hesum koyrir andstøðan okkara høvuðsvinnu og arbeiðsplássini í henni á uppboðssølu. Uppboðssølan fer at skapa ein stóran ótryggleika fyri aktørar í fiskivinnuni og fyri øll onnur, sum arbeiða har. Øll vinnan er í bíðistøðu.
Fólkaflokkurin ynskir tryggleika fyri vinnuna og fyri Føroyar. Hetta fæst einans við at skapa góðar karmar til okkara høvuðsvinnu.
Eg vil tí heita á alt Føroya fólk um at fara á val og velja ein sterkan Fólkaflokk á Føroya Løgting tann 1. Sept. Tað hevur alstóran týdning.
Vel Tryggleika, Vel Føroyar, Vel Fólkaflokkin, Flokkurin Fyri Fólkið.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Valevni til løgtingsvalið