Seinastu knapt 4 árini hava vit í Føroyum verið ígjøgnum stórar broytingar, fyri ikki at siga rembingar á nógvum økjum. Hvør í okkara lagi hava vit meiningar um tað, sum er farið fram. Onkur gleðist. Onkur øtast.
Eg havi altíð verið áhugaður í politikki og havi líka síðan eg sleit mínar barnaskógvar í Syðrugøtu, Saltangará og Runavík havt greiðar meiningar um tað, sum er farið fram á politiska pallinum. Eg fari absolutt ikki at siga, at eg altíð havi rætt, ella at mín loysn er tann rætta. Tó so – mín greiða fatan er, at Føroyar nú hevur brúk fyri eini stjórn, sum verjir og hjúklar um okkara vinnulív. Tað er okkara primera vinna, sum tryggjar okkum øllum eitt lív á hesum beru klettum mitt í Atlantshavinum. Primera vinnan er okkara motorur. Hann skal smyrjast og haldast, so vit í sekunderu og tertieru vinnuni kunnu eksistera.
Haldi ikki at vit skulu eksperimentera meir – vit hava ikki ráð til tað.
Í hesum sambandi má eg nevna, at ein landstýrismaður herfyri speirak limir í Fólkaflokkinum og ákærdi teir fyri at vera ein vinnulívsflokkur. Eg bleiv ikki sørt ørkymlaður, tí í mínari verð er tað nemmiliga akkurát tað, sum vit í Fólkaflokkinum skelta við. Vit ERU ein vinnilívsflokkur og ynskja at tryggja bestu karmar fyri tað, sum heldur okkum øllum á lívi – ein sunn vinna og nøgd starvsfólk!
Tá tað er sagt – og í sama andadrátti – skal sigast, at Fólkaflokkurin ALTÍÐ vil vera ein flokkur, sum arbeiðir fyri hvønn einstaka føroying, sum lyftir í felag saman við okkum øllum. Hvør einstakur fiskimaður, hvør einstakur timburmaður, hvør einstakur lækni ella sjúkrarøktafrøðingur. Hvør einstakur ergoterapeutur ella heimagangandi foreldur, hvør einstakur prestur ella skipari, kvinna ella maður, ung sum eldri, persónar, ið bera brek, sjúk, frísk, ja ALLIR føroyingar skulu vita, at vit í Fólkaflokkinum til eina og hvørja tíð vilja verja einstaka føroyingin og tryggja eina framtíð fyri okkara børn.
Fólkaflokkurin er ein flokkur, sum ikki er bangin fyri at taka fatt og ikki er bangin fyri at taka truplar avgerðir. Agerðir sum tryggja okkara børnum eina líka góða framtíð sum vit hava livað.
Eg var til Støkk framsýning í vikuskiftinum. Fleiri ferðir sótu fleiri við tárum í eygunum, og eygleiddu yngri sum eldri íðkarar, ið skaptu eina fantastiska uppliving í Bylgjuni í Runavík. Fleiri ferðir hugsaði eg um, hvussu gott vit hava tað, og hvussu týdningarmikið tað er, at vit eggja okkara ungu og halda tey til, so tey eisini kunnu vísa, hvat tey duga.
Tað nyttar ikki bara at krevja og taka. Vit skulu eisini eggja og stimbra, so vit síggja vøkstur í samfelagnum!
Føroyar eru fyri øll. Óansæð hvat vit trúgva ella hvussu vit liva. Vit eiga at respektera meiningar hjá hvørjum øðrum og ikki rópa um tolsemi, samstundis sum vit trampa á tey, sum halda okkurt annað enn vit. Hvør einstakur føroyingur hevur nakað at geva samfelagnum – og hann skal sleppa at geva! Føroyingurin skal sleppa at droyma og liva. Hann skal sleppa at gera tað, sum hann dugir best og við góðari samvitsku. Føroyingurin, kvinna sum maður, skal kenna, at í Føroyum er pláss fyri mær og mínum, samstundis sum vit øll eiga at respektera fólkaræðið við teimum rættindum og ábyrgd, sum fólkaræðið gevur okkum.
Og, sum framsýningin hjá Støkk so væl lýsir – venur tú, hevur tú ein dreym, so kanst tú saman við øðrum ALTÍÐ vinna, og harvið tryggjar tú eisini framtíð Føroya. Okkara forfedrar lyftu í felga okkara samfelag til tað sum vit njóta í dag. Vit eiga ongantíð at gloyma tær kvinnur og teir menn, sum hava litið okkum Føroyar upp í hendur í eina stutta tíð, inntil okkara børn taka yvir.
150 dagar eru eftir til næsta val (giti eg). Og nú er tíð til at gera upp við teg sjálvan: hvat ynskir tú? Ynskir tú, at sitandi stjórn skal halda fram, ella ynskir tú eina broyting? Hvat við at royna okkur nýtt?
Eg havi sagt JA til at vera á liðnum hjá Fólkaflokkinum og fyri fyrstu ferð stilla upp til eitt løgtingsval.
Hetta hevur ikki verið ein løtt avgerð at taka, tí eg takist við nógv frítíðarvirksemi og havi eitt starv, sum eg eri sera glaður fyri. Men eftir drúgva umhugsanartíð og eftir at hava spurt meg fyri hjá mínari familju og leiðarum, havi eg tikið avgerð um at vera við á liðnum hjá Fólkaflokkinum til hetta valið.
Eg havi nógv upp á hjarta og gleði meg til at koma nærri inn á hetta komandi dagarnar og vikurnar.
Símun Jóannesarson Hansen
Valevni Fólkafloksins