Í døgunum 13. - 17. apríl verður aftur páskastevna í Kelduni í Skálafirði.
"Tað er við stórari gleði, at vit í ár opna dyrnar og bjóða øllum vælkomnun til páskastevnu í Kelduni." sigur Pauli Høj, samkomuleiðari.
Serliga verða tað útlendskir gestir, sum mynda skránna í ár. Dr. Thomson K. Mathew kemur úr Amerika, og Cecilia Chan kemur við einum toymi úr Singapor.
Thomson K. Mathew hevur í mong ár verið rektari á Oral Roberts universiteti í Amerika. Hann hevur talað runt allan heim, í fleiri umførum í samkomuni hjá Yonggi Cho, sum hevur heimsins størstu samkomu.
Á skránni verða m.a. kvøldmøtir, barnamøtir, syngið við, leiðsluseminar og ungdómstiltøk.
"Páskastevnan er ætlað øllum og vit vóna at síggja nógv fólk" siga fyrireikarnir at enda.
Meiri kunning er at finna á www.keldan.fo og www.paskir.fo.
JáH (y) 14.02.2017