Á skránni hava verið fleiri spennandi framløgur frá bæði útlendskum og føroyskum miðlaserfrøðingum við evnum sum alheimsgjørdi miðlaveruleikin, broytti føroyski miðlavangin og hvussu hesin kann halda fast í einum fólkaræðisligum kjaki og hvør leikluturin hjá politiska myndleikanum er. Seinasti parturin var pallborðskjak, fyrst við politikkarum og síðani við miðalfólkum.
Tað var Sirið Steenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, ið setti ráðstevnuna við røðu, sum til ber at lesa her niðanfyri:
Góðan morgun øll somul.
Tað er bæði gleðiligt, og neyðugt, at dagurin er settur av at viðgera miðlar og fólkaræði. Hesar týdningarmiklu súlur undir samfelagnum, sum báðar eru undir stórum trýsti. Ikki bert her hjá okkum, men nógvastaðni í heiminum.
Vanliga siga vit, at eyðkenni fyri ein demokratiskan stat er tríbýtta valdið millum lóggevandi vald (løgting) Útinnandi vald(landsstýri) og dømandi valdið (rættarskipanin) .... Afturat hesum kemur tað, sum vit ofta nevna 4 statsvaldið, sum eru miðlarnir.
Uppgávan hjá miðlunum er sostatt tætt knýtt at fólkaræðinum. Tað er teirra uppgáva at halda valdshavarunum í skák. At seta tey ráðandi til svars fyri avgerðir, at greina, upplýsa, kunna og gera fólk betri før fyri at taka støðu í ymiskum málum. Fólkaræðisligu miðlarnir fyribyrgja korruptión, geva gjøgnumskýgni og vitan, søkja sannleikan gjøgnum keldukritik og eru sum ein sold, sum filtrerar tað tunna og týdningarleysa frá og hevur substansis eftir. Hann, substansurin, verður lagdur fram á torg til okkum øll at skifta orð um gjøgnum ymiskar prismur.
Dialogurin, samrøðan, er avgerandi amboðið í demokratinum. Gjøgnum demokratisku samrøðuna verða vit upplýst og búgvast til støðutakan ella til at seta nýggjar spurningar. Tí tekur demokratii eisini tíð. Reflektiónin er týdningarmikil. Tað snýr seg ikki bara um at tosa ella móttaka informatión, men at lurta, greina og reflektera.
Sjónarmið skulu vendast, snarast, mýkjast, upplýsast, greinast o.s.fr. Vit kunnu spyrja okkum hvussu hetta hóskar til stuttu pástandirnar og sekundlongu, ella sekundstuttu viðmerkingarnar sum alsamt meir og meira eru karmur um miðling og tíðindaflutning. Alt, ella nógv skal sigast í tveimum setningum ella fangandi yvirskriftum. Spurningurin er um vit blivu klókari og upplýstari sum fólk av tí.
Public Service hevur ein serligan týdning í fólkaræðinum. Public servise er fyri tað fyrsta óheft bæði at politisku skipanini, kommerciellum áhugamálum og bindingum sum heild.
Í londum har virðini eru savnaði á fáum hondum er eisini altíð vandi fyri miðsavnan av valdinum. Tá hevur Public Service um nakað so enn størri týdning.
Tað kann undra at hoyra høgt standandi fólk tosa niður á Public Service. Vit eiga at spyrja okkum sjálvi – og tey – hví?
Álitið á Public Service er enn stórt. Men vit síggja at serliga ungu fólkini brúka alsamt meira tíð á øðrum miðlum. Tí má uppgávan eisini vera at vera viðkomandi fyri ungdómin. Public Service er partur av fólkaræðinum og føðist av talufrælsinum, og tað finst ikki í totaliterum londum har politisk og/ella peningalig áhugamál sita á miðlaverðini. At røkja fólkaræði er sostatt eisini at røkja Public servise stovnar. Her hava vit eina skyldu og eina uppgávu at lyfta, tí í míni sál er ongin ivi um, at Kvf er kroyst fíggjarliga. Tað verður arbeitt politiskt við málinum og tað er neyðugt. Fyri fólkaræði, fólki, samanhangsmegina og dannilsi. Okkum tørvar ein felags gundvøll at standa á.
Eisini privatu miðlarnir hjá okkum eru í tungum sjógvi. Í løtuni verður arbeitt við hvussu vit kunnu bøta um hetta. Tað krevur lógarbroyting og fígging. Privatu miðlarnir í grannalondinum eru eisini trýstir, men okkara kanska meira. Og vit hava brúk fyri teimum soleiðis, at KVF ikki stendur einsamalt. Besta skipanin, eisini fyri fólkaræði og harvið fólki , er tá ið bæði Kvf og privatu miðlarnir eru sterkir og ein ávís javnvág er.
Tìðirnar eru broyttar. Bløðini eru so gott sum burtur og talgildingin tekur dik á seg. Flest øll hava atgongd til eitt hav av miðlum í lummanum. Vit hava teir við okkum allastaðni. Altíð. Og tað er ikki óvanligt at brúka tímar á miðlunum – dagliga.
Tað ger tað ikki altíð lætt hjá vanliga fólkinum at navigera í miðlaheiminum. Hvussu stór er vitanin t.d. um hvør fíggjar ymisku miðlarnir og hvønn týdning tað hevur hvat verður miðlað og hvussu? Og hvønn týdning hevur tað fyri, hvat ikki verður miðlað? Og hvar finna vit upplýsingar um hetta? Hvør hjálpir okkum við hesum? Her mangla navigatørar – okkum tørvar væl útbúgvin miðlafólk og hava útbúgvingarpartin eftir at lyfta - journalist útbúgvingina.
Síggja vit burtur frá Public Service stovnum og hyggja eftir miðlameldrinum sum floymir inn á okkum, so vita vit, at nógvir av miðlunum ikki byggja á fólkaræðisliga grund, men á kommerciella grund. Sjálvsagt hevur kommerciella atlitið týdning og sjálvsagt hevur tað ávirkan. Men hvussu fáa vit sum fólk innlit í tað og upplýsing um tað?. Tað er so gott sum ein ómøgulig uppgáva.
Stóru Tech gigantarnir og nýggju algorytmurnar seta okkum í heilt nýggja støðu. Miðlingin verður rættað móti hvørjum einstøkum og hvør ger sína egnu niðurstøðu, og sín egna sannleika saman við samsintum. Ofta uttan at hugsa um, ella at vita, at man í veruleikanum sjálvur er vøran. Miðlanin er ein miðil at fáa fatur í fólki til kommerciel áhugamál. Tech gigantarnir fremja sostatt ikki fólkaræði, hóast so at siga øll hava atgongd til teir. Teir hava so gott sum óavmarkaða fígging og kunnu skjótt køva public service stovnar og hótta fólkaræði.
Onkur skrivað ein dagin at ongantíð áður høvdu vit havt so lætta atgongd til informatión og so lítla vitan. Um tað er so skal eg lata vera ósagt.
Stúranirnar kunnu vera nógvar, men tað nyttar lítið at seta seg at bíða eftir framtíðini. Vit mugu búgvast til at møta framtíðini, og nútíðini fyri so vítt.
Eitt er at fáa lógarverk og fígging uppá pláss, men tað er bara partur av tí samlaða. Alment dannilsi og upplýsing er eitt svar. Upplýsing og innlit í hvat fólkaræði er og eggjan at luttaka í tí, kunning um hvat public service er, hvør uppgávan hjá miðlunum er, hvussu tech gigantarnir virka, hvørji grundvirði hesir taka støði í o.s.fr. Hvussu vitlíki virkar og hvør hevur skapt tað?
Tað snýr seg um at búgvast til at taka lut í fólkaræðinum og til at taka støðu. Keldukritikkur átti í veruleikanum at verði fak í skúlunum, ella at inngingið í allar lærugreinar og í øll heim. Tí sjálvt fakta eru vit ikki altíð samd um longur. Grundvøllurin ridlar og fólkaræði viknar. Og hvat ger tað við samanhangsmegina? Við vitanarstøði í samfelagnum? Við spjaðing og harða tónan, sum eisini er týðuligur?
Vit tosa so nóg um, at vit mugu menna okkum til talgildingingna og m.a. bøta um talgilda dannilsi. Í míni verð hongur tað ikki soleiðis saman. Vit fáa onki talgilt dannilsi, um vit ikki arbeiða við dannilsi generelt. Ella sagt øðrvísi, talgilt dannilsi krevur alment dannilsi úr góðum skúlaskapi og góðari upplýsing.
Tað er sera nógv at hugleiða um, nú vit viðgera eitt so týdningarmikið evni. Og røðin av fólki, sum í dag skal leggja fram fyri okkum er long. Eg vóni dagurin gevur bæði íblástur og vitan sum ger okkum før fyri at reflektera um miðlar og fólkaræði, og hvussu vit saman kunnu menna hesi bæði týdningarmiklu evni. Og eg ynski okkum øllum eina góða ráðstevnu.
Takk
Almanna- og mentamálaráðið