Hon er eitt av mest virknu og kreativu fjøllistafólkunum í Føroyum í løtuni. Mong kenna hana fyri tónleikin, útgávurnar og framførslurnar, men hon ger so nógv annað kreativt – yrkir, skapar grafisk konsept, skipar fyri tiltøkum og annað.✌️🙂
Dania O. Tausen er ein av stóru stjørnunum í føroyskum tónleiki, og í august hevur glóðheita songkvinnan konsert á Summar Festivalinum. 👏😀
Dania fekk gjøgnumbrot í 2020, tá ið hon gav út prosayrkingasavnið "Skál" og varð partur av tónleikabólkinum Aggrasoppar. Árið eftir var nógv rósti heimildarfilmurin "Skál" útgivin. Dania hevði høvuðsleiklut í filminum og varð víða gitin, tí filmurin rakk langt út um landoddarnar. 👍🇫🇴
Síðani hevur Dania verið partur av nógvum áhugaverdum og kreativum verkætlanum. Hon hevur givið tónleik út og spælt konsertir sum solistur, í Aggrasoppum og í sangbólkinum Sway, umframt at hon hevur skrivað yrkingar og prosa.👍
Dania O. Tausen fer saman við bólki at hava konsert á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august. 👏😀
Atgongumerki kunnu keypst í Telebúðum og her:
https://sf.atgongumerki.fo/webshop/event/2354512/order/main
Summar Festivalurin