– “Nervous” er um ein, sum følir seg sárbaran, ein sum setur órealistiskar vónir til sín sjálvan. Sangurin er um ein sum ikki vil vísa eina ávísa síðu fram av sær sjálvum, eina síðu sum viðkomandi skammar seg yvir, eina síðu av sær sjálvum sum viðkomandi als ikki vil vísa tá tað kemur til ýggj parløg/vinabond.
Spurdur um hvat gav Danny Baldursson íblástur til at skriva sangin sigur hann, at hann gjarna vildi seta fokus á maskulinitet og tær væntanir sum samfelagið hevur av mansligu kynsrolluni. Hann vil vera við, at líknandi væntanir og normar hava álvarsligar avleiðingar fyri sálarheilsu og at hetta evnið skal meira fram í samfelagnum soleiðis, at samfelagsliga stigmatiseringin av sálarheilsu og mansligu kynsrolluni verður viðgjørd og normalisera.
Sangurin sum kom út á Spotify, og øðrum tónleikapallum, í síðstu viku hevur longu fingið
fleiri enn 10.000 spælingar.
Sangurin er framleiddur í studio hjá Símun Dam, Óli Poulsen hevur miksa og mastera sangin
og sjónbandalagið er framleitt av Jákup Skovgaard Thøgersen og Pætur Høj hjá Raclip.
Sjónbandalagið til sangin er at finna á Youtube við at trýsta her.
fylgja honum á sosialu miðlunum her:
● www.instagram.com/dannybaldursson
● www.facebook.com/dannybaldurssonmusic
● www.tiktok.com/@dannybaldursson