NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

List í barnahædd

26/4/2025

Comments

 
Picture
Við syngjandi operettubørnum og kulum tónlistaspírum letur sunnudagin klokkan 15.30 ein forvitnislig framsýning upp í Gallarí á Stongunum, har nælandi list verður innrammað og sleppur at hanga á barnahædd næstu dagarnar.  

Tað verður sagt, at børn hava skapanarevni og eru listafólk til tey eru um 10 ára aldur. Tíbetur eiga vit nógv børn og ung, sum halda fram at tekna, mála, syngja og framføra alt lívið. 

Barnkunst`museum í Oslo er víðakent. Og nú várið aftur sprettur verpur ein lítil fagurlittur fuglur eitt íkomið egg við livandi føroyskari barnalist her í Klaksvík.    

Til ta fyrstu serstøku og søguligu framsýningina fara Rakul Ró Steintórsdóttir og Eydna J. Steinberg at prýða veggirnar við barnavinarligum tekningum. Rakul hevur myndprýtt egnar bøkur við heitunum Sólja og Súla á Sólferð og Rógvi og Náttarravnur, og tekningarnar hjá Eydnu av dreinginum Tvøra og gentuni Tvassu eru eisini heimskendar í Føroyum. Á framsýningini verða sjálvandi kreativar verkstovur, har børn sleppa frítt at tekna og vísa síni skapanarevnir. Bestu teknaðu søgurnar og barnalistaverkini verða hongd upp og sýnd fram á eini serligari mentanarløtu, sum verður mikudagin frá klokkan 17, har børn eisini fara at syngja og framføra operettu leiklist.  

List í barnahædd, sum eisini er partur av skránni Virkið Vár, bjóðar øllum børnum og vaksnum ókeypis at vitja Gallarí á Stongunum sunnudagin 27. apríl klokkan 15.30 og mikudagin 30. apríl klokkan 17.00.  
Serligar sýningar við kreativum verkstovum verða fyri børn í 1., 2. og 3. flokki mánadagin, týsdagin og mikudagin frá klokkan 10. – 12.00.  
Framsýningin er opin fyri børnum undir skúlaaldur týsdagin frá 13.00 til 15.00 og fyri størri børnum mikudagin frá klokkan 13.00 – 15.00. 

Hetta er fyrstu ferð at hugskotið Barnalist verður roynt her hjá okkum. Tí kunnu broyingar verða gjørdar í skránni.  

Comments

Havnar Bio Tekur "Spermageddon" av skrá

4/3/2025

Comments

 
Picture
Havnar Bio hevur tikið avgerð um at taka filmin Spermageddon av skrá eftir, at vit saman við einum minni bólki av fakfólkum, ið arbeiða innan sexuala undirvísing í føroysku fólkaskúlunum, hava hugt eftir filminum.

Av tí at hesin filmurin hevur vakt so nógvan ans, hevur Havnar Bio, saman við einum minni bólki av fakfólkum innan sexualundirvísing í skúlum, havt eina privata undansýning, har vit hugdu eftir filminum og fingu tosað um innihaldið eftirfylgjandi. Úrslitið av sýningini og okkara prát er, at filmurin ikki bert inniheldur ósamsvarandi upplýsingar, men eisini kann viðvirka til at skapa fleiri mytur um sex heldur enn at geva fakliga haldgóða kunning.

Eitt av dømunum kann verða super sáðkyknan, ið bæði dugir at skera hol á hítina umframt at gera av við aðrar sáðkyknur, alt fyri at vinna kappingina um at koma fyrst fram til eggið. Eitt annað dømi er, at allar sáðkyknurnar eru intelligentar og duga at svimja undan tí sáðdrepandi kreminum, sum gentan í filminum nýtir sum fyribyrging.

Filmurin tekur eisini lætt um evnið sum ung og rúsdrekka. Pápin hjá unga dreinginum, uttan at hugsa um tað, gevur honum skeiva posan, ið er fyltur við alkohol ístaðin fyri energidrykkjum og sodavatn til vikuskiftistúr í fjallahúttuni. Hetta hevur við sær, at teir seks ungdómarnir sita einsamøll í húttuni við nokk av rúsdrekka fyrstu ferð, tey smakka sær á.

Við hesum í huga hevur Havnar Bio valt at taka filmin av skránni.

𝐇𝐚𝐯𝐧𝐚𝐫 𝐁𝐢𝐨 𝐬𝐞𝐭𝐮𝐫 𝐢𝐤𝐤𝐢 𝐚𝐥𝐝𝐮𝐫𝐬𝐦𝐚𝐫𝐤 𝐚́ 𝐟𝐢𝐥𝐦𝐚𝐫
Fleiri hava í sambandi við henda filmin vent sær til Havnar Bio og verið sera ørkymlað um lága aldursmarkið á filminum.

Til hetta er at siga, at tað ikki er Havnar Bio, ið ásetur aldursmark á filmar, sum verða vístir í Føroyum. Fyrr var tað eitt filmseftirlit, men hetta bleiv niðurlagt í 2007, og vit fingu eitt miðlaráð, sum hevur til ábyrgd at seta aldursmark á filmar. Tað er landsstýrismaðurin, ið setur fólk í miðlaráðið, men ráðið hevur ikki verið mannað síðan 2011.

Lógin sigur víðari, at um miðlaráðið ikki hevur ásett nakað aldursmark, so er sama aldursmark sum í okkara skandinavisku grannalondum galdandi í Føroyum. Eru ymisk aldursmørk, skal aldursmarkið verða tað sama sum har, filmurin verður innfluttur frá – tvs. í hesum førum Danmark, sum hevur sett aldursmarkið til 7 ár.

Tað kann ongantíð verða Havnar Bio, ið ásetur aldursmark á filmar. Eingin av okkum hevur myndugleika, røttu útbúgvingina ella førleikan at meta um, hvat aldursmark skal verða á teimum filmum, sum verða vístir í Føroyum. Um hetta skal broytast, so má tað verða ein politisk avgerð, og ikki eitt ábyrdarøki hjá Havnar Bio.

Fyri nærri viðmerkingar, vinarliga setið tykkum í samband við Havnar Bio á [email protected]

Havnar Bio

Comments

Søk um mentanarstuðul

18/2/2025

Comments

 
Picture
Freistin at søkja stuðul úr grunninum Mentanartiltøk er mánadagin 24. mars.

Grunnurin Mentanartiltøk hjá Klaksvíkar kommunu letur á hvørjum ári stuðul til mentanartiltøk, sum á ein hvønn hátt fremja og lýsa Klaksvíkar kommunu á mentanarliga økinum. Til ber at lesa meira um endamál, reglugerð og treytir fyri stuðli á umsóknarblaðnum, sum kann takast niður HER.

Les meira um: Grunnurin Mentanartiltøk

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Maverick Barr: Stórdysturin Tottenham - Manchester United verður vístir kl. 16:30

16/2/2025

Comments

 
Picture
Enn einaferð verður nógvur fótbóltur í Maverick Barr og í dag vísa vit stórdystin Tottenham -Manchester United.

Vit lata upp klokkan 16:00, her skráin:
​Kl. 16:30 Tottenham - Manchester United
Kl. 16:30 Eintracht Frankfurt - Hostein Kiel
Kl. 17:00 FC Midjylland - Lyngby
Kl. 18:30 FC Heidenheim - Mainz 05
Kl. 19:45 Juventus - Inter

Eisini verður tónleikur á skránni. Støkkið inn á gólvið og fái tykkum eina kalda, tað skal nokk vera stuttligt.

Maverick Barr

Picture
Comments

Stuðul til mentan og list 2025

11/2/2025

Comments

 
Picture
Nú ber til at søkja um stuðul til

* mentanarlig tiltøk,
* myndlistafólk og
* barna - og ungdómsarbeiði.

Sí lýsingina her

Umsóknarbløð kunnu takast niður her ella við at venda sær til Almanna- og mentamálaráðið, [email protected].

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Torraskráin 2025

11/2/2025

Comments

 
Picture
Havið og tilfeingið í havinum hava spælt stóran leiklut í lívi og virki hjá fólki í Klaksvík – og ger tað framvegis.

Nú stundar torratíðin aftur til, og verða dagarnir hildnir í Klaksvík 17. til 22. februar. Nógv ymiskt spennandi, bæði nútímans og afturlítandi, er á skrá. Við Torradøgum ynskir Klaksvíkar kommuna seta sjóneykuna á mentanarliga virði innan sjóvinnu, sjólív og tað vinnulív í her annars hevur verið og er.

Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður, og við stórum og fjølbroyttum virksemi hevur hendan vinna skapt grundarlagið undir okkara nútímans vælferðarsamfelagi, har mentan er ein sjálvsagdur lutur – Ja, vinnan og mentan ganga lið við lið.

Góða Torraviku – kunna teg nærri um Torravikuna niðanfyri

Sí skránna her: Torradagar 2025

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Maverick letur upp klokkan 16:00 í dag, enskur fótbóltur verður vístir

26/1/2025

Comments

 
Picture
Nakrir góðir dystir vera leiktir í dag, bæði enskir og frá Spania, eisini verður HM í hondbólti víst, her skráin:
Kl. 16:00 Kap Verde - Egypten HM hondbólt
Kl. 16:30 Aston Villa - West Ham
Kl. 18:30 Kroatia - Slovenia HM Hondbólt
KL. 19:00 Fulham - Manchester United
Kl. 20:00 Barcelona - Valencia

Eisini verður tónleikur á skránni, støkkið inn í á gólvið og fái tykkum eina kalda, tað skal nokk vera stuttligt.

Maverick Barr

Comments

Maverick letur upp klokkan 14:00 í dag, enskur fótbóltur á skránni

25/1/2025

Comments

 
Picture
Maverick letur tíðliga upp í dag, enskur fótbóltur á skránni, her skráin:
Kl. 14:00-15:00 FIMMARI
Kl. 15:00 Liverpool - Ipswich
Kl. 15:00 Wolverhampthon - Arsenal
Kl. 17:30 Manchester City - Chelsea
Kl. 20:00 Real Valladolid - Real Madrid

Eisini verður VM hondbóltur og tónleikur á skránni, støkkið inni á gólvið og fái tykkum eina kalda, tað skal nokk vera stuttligt.

Maverick Barr

Comments

HUGNALØTA FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 2025 KL. 15.00 - SEINASTA PRÆDIKAN HJÁ JOHAN NIELSEN Í CHRISTIANSKIRKJUNI.

9/1/2025

Comments

 
PictureMynd Jóhan Nielsen Folketinget
Fríggjadagin, 10.januar - og tað er í morgin,  verður aftur hugnaløta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hesaferð fara vit at lurta eftir seinastu prædikuni hjá Johan Nielsen, presti, í Christianskirkjuni.

Johan Nielsen var prestur í Norðoya vestara prestagjaldi árini 1956-1964, við bústaði í prestagarðinum á Ziskatrøð. Hann var ein litríkur persónur og gekk eitt nú undan at fáa Christianskirkjuna bygda. 

Umframt stuttan inngang um Johan Nielsen, fara vit serliga at lurta eftir upptøku, ið Útvarp Føroya gjørdi av seinastu prædiku hansara í Christianskirkjuni hin 25. november 1964. 

Eisini verður sálmasangur, ein góður drekkamunnur og andakt við Øssuri Kjølbro.

Hugnaløtan verður klokkan 15, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Christianskirkjan

Hetta skrivar Fólkatingið um Jóhan Nielsen:
Johan Christian Nielsen, født 15. marts 1919 i Sandvig, Færøerne, død 24. maj 1984, søn af købmand Michael Nielsen.

Medlemsperiode
Folketingsmedlem for Socialdemokratiet i Færøerne, 1. marts 1968 – 23. oktober 1979.
Folketingsmedlem for Socialdemokratiet i Færøerne, 2. november 1967 – 22. januar 1968.
Folketingsmedlem for Socialdemokratiet i Færøerne, 15. november 1960 – 21. september 1964.
Midlertidigt folketingsmedlem for Socialdemokratiet i Færøerne (stedfortræder for Peter Mohr Dam), 1. februar 1967 – 22. januar 1968.
Midlertidigt folketingsmedlem for Socialdemokratiet i Færøerne (stedfortræder for Peter Mohr Dam), 12. oktober 1966 – 21. november 1966.
Midlertidigt folketingsmedlem for Socialdemokratiet i Færøerne (stedfortræder for Peter Mohr Dam), 1. oktober 1965 – 8. november 1965.
Kandidat for Socialdemokratiet i Færøerne fra 1960.

Uddannelse
Folkeskolen i Sandvig.
Alm. forberedelseseksamen, Thorshavn 1944.
Student Thorshavn 1946.
Cand. theol. Københavns Universitet 1953.

Beskæftigelse
Sømand 1933-38.
Hospitalsophold 1939-41.
Kontorist i Statens Ligningsdirektorat 1946-51.
Kontorist ved »Berlingske Tidende«s vagtstue 1952-54.
Speaker ved Statsradiofoniens kortbølgeudsendelser til Færøerne 1949-53 samtidig med studiet.
Hjælpepræst ved Skt. Lukas Kirke, Frederiksberg 1953-54.
Residerende kapellan ved Sions Kirke, København, 1954-56.
Sognepræst for Norderøerne Vestre, Klaksvig, Færøerne, 1956-65.
Sognepræst ved Filips Kirke, København, 1964-70.
Sognepræst i Ørsted og Dåstrup fra 1970.

Tillidshverv
Medlem af bestyrelsen for Færøernes kristelige Ungdomsforening i København 1946-56, næstformand 1952-56.
Formand for Færøsk Studenterforening i København 1947-49.
Redaktør af »Oyggjaskeggja« 1949-50. 
Medlem af bestyrelsen for Nationalunionen af færøske studenter 1954-56 og af bestyrelsen for fundatsen for et færøhjem i København 1954-56 og fra 1967. 
Medlem af Den færøske salmebogs Kommission 1956-64 og af det færøske radioråd 1958-64. 
Medlem af bestyrelsen for forlaget Vitin fra 1958. 
Formand for Skolekommissionerne for Mygledal-Trollenæs og Kunø-Haraldsund 1956-64 og af Klaksvig Skolekommission 1958-64.
Formand for Børneværnet 1961-64. 
Medlem af lokalrådet for Amager 1967-69. 
Medlem af byggekomiteen for opførelsen af Christianskirken i Klaksvik 1957-62. 
Bestyrelsesmedlem af DMS’s Østerbrokreds 1954-56. 
Medlem af bestyrelsen for DMS’s Amagerkreds 1964-70. 
Medlem af repræsentantskabet for Kreditforeningen Danmark fra 1975. 
Medlem af repræsentantskabet for Det danske Bibelselskab fra 1975. 
Medlem af repræsentantskabet for Red Barnet fra 1975.

Biografien opdateres ikke længere fra 23. oktober 1979

Folketinget

Comments

Myndir í árinum 2024 - Januar

27/12/2024

Comments

 
Picture
Myndir frá árinum 2024 - Januar, klikk link her:
"Myndir januar 2024"

​
SáH


Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.