Eg vil tí koma við eini inniligari og staðiligari allarsíðstu áheitan á allar føroyingar um at fara á val og velja Fólkaflokkin, ella eitt av valevnum floksins. Ongin má sita heima valdagin, men má fara á val og brúka sín demokratiska rætt.
Fólkaflokkurin er ein frælslyntur flokkur og ynskir at vit skulu taka ábyrgd av okkum sjálvum. Fólkaflokkurin leggur somuleiđis eins stóran dent á fólkaræði og frælsi hins einstaka. Frælsi hins einstaka at smíða sær eydnuna góða við teim evnum, sum skaparin gav uttan at blíva revsaður fyri tað.
Føroyingar farið tí á val og veljið ein sterkan, frælslyntan og demokratiskan flokk. Veljið Fólkaflokkin!
Tað er tì sera umráđandi at fólkaflokkurin fær umbođ á Fólkating.
Um onkur ynskir at blìva koyrdur til valstaðið, so ringið til eitt av valevnum floksins.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
valevni til fólkatingið