Stórt forstáilsi var fyri hesum og málið kom við í arbeiðið viðv. nýggja pensiónsreforminum. Í arbeiðsbólkinum verður eisini arbeitt við fyritíðarpensión til aðrar vinnubólkar.
Nú val bleiv útskrivað, steðgaði hetta arbeiðið. Verði eg afturvald á løgtingsvalinum 1. Sept. og fái ávirkan, vil eg framhaldandi stríðast fyri hesum málinum.
Hetta er veruliga eitt mál, sum eg brenni fyri, og sum eg ikki ætli mær at sleppa. Eitt land, sum vit ofta plaga at samanlíkna okkum við, tá talan er um sjóvinnu, er Ísland. Har er ein serstøk sjómannapensión, sum kann geva sjófólkum full pensiónsrættindi aftaná 60 ára aldur undir nærri ásettu treytum. Hetta kundi verið vert hjá okkum at hugt nærri eftir.
Við vón um gott fólkaflokksval.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.