NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fyrispurning til Høgna Hoydal

7/2/2016

Comments

 
Billede
Á tingfundi 4. februar 2016 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

  1.  Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at hækka mánaðar­liga minstaforvinningin hjá útróðrar­monnum ella at hækka markið fyri mótrokning av inntøku á landi?
  2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at frítíðarløn eisini verður veitt av minstafor­vinningi­num hjá útróðrarmonnunum?


Viðmerking

Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrarmenn verður veittur eftir kunngerð nr. 66 frá 26. mai 2015 við heimild í § 8, stk. 3 í løgtingslóg nr. 132 frá 28. desember 2010 um Trygdar­grunn fiskivinnunnar. Eftir hesi kunngerð er mánaðarligi minstiforvinningurin til útróðrar­menn í løtuni 18.000 krónur. Í kunngerðini er ásett, at frítíðarløn ikki verður veitt av minsta­for­vinning­­i­num. Eisini er ásett, at aðrar inntøkur verða mótroknaðar minstaforvinninginum. 

Eitt hugsað dømi kann vera, at útróðrarmaður hevur ein mánaðarligan fiskipart upp á 12.000 krónur, og um hann forvinnur aðrar 6.000 krónur fyri arbeiði á landi, so verður mánaðar  inntøkan hjá útróðrarmanninum ikki 24.000 krónur, tí hesar 6.000 krónurnar verða mótroknaðar minsta­­­forvinninginum soleiðis, at inntøkan hjá útrórðarmanninum bert verður 18.000 krónur. Hetta eggjar ikki monnum til at arbeiða. 

Sagt verður, at útróðurin í Føroyum er ein doyggjandi vinna, og at útróðrarmenninir fækkast í stórum. Tað er væl skiljandi, at so er, tá ið tað almenna Føroyar metir, at minstamarkið, útróðrar­maður kann vinna, eru 18.000 krónur, áðrenn skatt. Hevur hann fiskað fyri minni og tjenar nakrar krónur á landi, so verður hesin peningur mótroknaður minstaforvinninginum. Almenna fátækramarkið í Føroyum er fyri støk 9.796 krónur, fyri pør við ongum børnum 14.770 krónur, fyri støk við einum barni 12.800 krónur, støk við tveimum børnum 15.754 krónur, fyri pør við tveimum børnum 20.677 krónur og fyri pør við fýra børnum 26.585 krónur. Hesar upphæddir eru allar netto upphæddir, tað vil siga, at skaturin er goldin. So minsti­for­vinningurin sum, útróðrarmaðurin skal hava, man liggja tætt við ella um fátækra­markið. So spurningurin er, um ein minstiforvinningur upp á 18.000 krónur eggjar monnum at rógva út. 

Spurt verður, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at hækka minstaforvinningin hjá útróðrarmonnum. Um ikki, verður spurt, um landsstýrismaðurin ætlar at hækka markið fyri mótrokning í minstaforvinninginum hjá útróðrarmonnum til dømis upp í 22.000 krónur soleiðis, at møgulig onnur inntøka ikki øll verður mótroknað. Hetta hevði eggjað útróðrarmonnum at arbeitt annað arbeiði á landi, tá ið uppiløgur eru. 

Onkur hevur undrast yvir, hví frítíðarløn ikki verður veitt av minstaforvinninginum. Tí verður eisini spurt, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at broyta  kunngerðina soleiðis, at útróðrarmenn eisini fáa frítíðarløn av minsta­for­vinningi­num. 

Tað hevur stóran áhuga millum útróðrarmenn at fáa upplýsingar um hesi viðurskifti, og skulu vit framhaldandi hava vinnuligan útróður í Føroyum, er neyðugt at tryggja útróðrar­monnum rímiliga inntøku. Tí verða hesir spurningar settir.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur


Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.