Serstakliga liggja børn og eldri mær á hjarta.
Eisini haldi eg, at umhvørvið og tað, sum eygað sær, hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá okkum øllum.
Mítt dagliga arbeiði er í barnaverndartænastu og síggi eg nógv viðurskifti, sum kommunan kann bøta um. Serliga fari eg at arbeiða fyri at veita ráðgeving til foreldur, sum renna seg í trupulleikar.
Mamma mín er gomul og býr nú á eldraheimi og sjálv eri eg komin í tann aldur, har eg byrji at hugsa um mín egna aldurdóm. Eg havi sæð, at neyðugt er at arbeiða fyri størri frælsi hjá teimum eldru, sum hava tørv á heimahjálp ella røkt.
Eg fari ikki at gloyma mítt egna øki, Ánirnar. Her búgva nógv børn, eisini míni egnu ommubørn. Tey hava bara vegin at spæla á millum tætt parkeraðar bilar. Tí fari eg eisini at arbeiða fyri at fáa spælipláss og fyri at bøta um parkeringsviðurskiftini, bæði í Ánunum og í kommununi annars.
Í nógv ár hevur verið arbeitt fyri at fríðka um Klaksvíkina og skapa ein miðbý. Hesum arbeiði fer Nýtt Sjálvstýri at halda fram við komandi valskeið, soleiðis at náast kann á mál við teimum ætlanum, sum longu eru væl áleiðis. Smáu bygdirnar, sum hoyra til kommununa, ætli eg ikki at gloyma í arbeiðinum fyri at fríðka um.
Mínar royndir í politikki og øðrum samfelagsarbeiði og dagliga arbeiði mítt sum málsviðgeri innan barnavernd, hava givið mær holla vitan, ið eg kann brúka í arbeiðinum sum býráðslimur.
Rúna Sivertsen
Valevni til Klaksvíkar býráð