NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Familjan er kjarnin !

23/8/2019

Comments

 
Billede
Viðgerðin av familjumálum byggir fyrst og fremst á sannføringina um, at familjan er kjarnin í samfelagnum.

Og fyrst og fremst er familjan eindin við faðir, móður og børnum, men sjálvandi skal tann lítla familjan við einligum forsyrgjara ikki gloymast.

Samanhaldið millum ættarliðini hevur havt stóran týdning í okkara samfelag, og týðandi er, at hesi bond ikki vikna.

Ramman um familjuna er heimið, og fyritreytirnar fyri einum heimi eru fleiri.

Í fyrsta lagi er týdningarmikið, at familjan fær loyvi til at vera veruleiki, t.e. at børnini fáa loyvi at verða borin í heim og ikki verða tikin sum fostur.

Vit vilja virka fyri, at lóggávan verjir tað ófødda barnið.

Ein onnur fyritreyt er, at bústaðarviðurskiftini eru í lagi, og tí er týðandi at skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknaði, soleiðis at tað verður møguligt hjá øllum at fáa tak yvir høvdið.

Barnsburðarfarloyvið við løn eigur at verða longt upp til eitt ár – og foreldrini skulu sjálv sleppa at velja býtið av barnsburðarfarloyvinum.

Haraftrat hava vit sett í okkara valskrá, at vit vilja arbeiða fyri, at meðan børnini eru smá, skal barsilsskipanin tryggja møguleikan hjá foreldrum at arbeiða niðursetta tíð fyri fulla løn. Hetta fyri at tryggja gott tilknýti millum børn og foreldur og samstundis tryggja tilknýti til arbeiðsmarkaðin.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins

Billede
Comments

​“Ímeðan mangur svangur er”

22/8/2019

Comments

 
Billede
​“Ímeðan mangur svangur er”

Var til Sjómannadag í Klaksvík. Ein kann ikki annað enn undrast og fegnast um, at hetta tiltak, ár eftir ár, verður endurtikið, til gleði og gagns fyri túsundtals børn og vaksin!

Ein kundi freistast at sagt, at hesin dagurin er ein ímynd av føroyinginum og føroyska samfelagnum í smástødd.

Her møtast vit øll; alt frá útróðrarmanninum í tuflum, til umboð fyri landsins kostnu í svartaskóm og høgum hælum. Vit gleðast um, at vit liva í hesum landinum Føroyar, ið hevur fostrað, og framvegis elur fram menn og kvinnur, sum taka á seg, sum lívsstarv, at byggja upp og menna eitt vinnulív, ið ber framburð og vælferð til okkum øll.

Aftanfyri borðini í teimum ymisku búðunum, ið borðreiddu ymiskan leskiligan og vælsmakkandi mat, einamest úr havsins tilfeingið, sóust standa 1., 2. og 3. ættarlig úr fyritøkum, stórum sum smáum, og matgera og borðreiða gloypubitar til okkum øll, sum høvdu funnið norður til Klaksvíkar í gjár.

Nógv av hesum fólkum eru kend úr almenna rúminum. Ikki minnst, nú teirra vinnuvegur hevur verið orsøk til miklan orðadrátt, og ivasama viðferð, serliga tey seinastu fýra árini, har ið sitandi samgonga hevur lagt nógv fyri, fyri at gera meira ella minni hepnar broytingar í livibreyði teirra!

Ein kann so spyrja seg sjálvan: Hví tíma hesi fólk, at blíva við, bæði við at borðreiða á Sjómannadegnum, og at føra havsins ríkidømi til lands, ár eftir ár?

Hava tey ikki forvunnið nokk? Er skínandi blanki bilurin ikki nóg fínur? Eru borgir teirra ikki nóg stórar? Ella …..?

Svarið er einfalt: Hesi menniskju vilja skapa! Skapa úrslit! Skapa vinning! Skapa framburð! Skapa vælferð!

Til tíðir gongur sum eftir ánni, og væl legst í kassan! Aðrar tíðir er andróður, og svørt skýggj hanga sum tungar dýnur yvir virkseminum!

Men hugburðurin er tann sami: Ikki gevast! Royn og knossa enn eina setu; kasta nótina enn eina ferð; set gørnini, sjálvt um tað varð ongul í reyv seinast …..

Og soleiðis kundu vit hildið áfram!

At tað gongur væl í Føroyum í løtuni, er eingin sjálvfylgja. Vit vita øll, at stutt kann verða ímillum slættastu sjógvar og brattastu bylgjur, sum Mikkjal á Ryggi, stórskald okkara, tekur til í sálmi sínum av sama navni. Tí er tað alneyðugt, at vit lata okkara dugnaligu vinnulívsfólk fáa loyvi til, at menna seg og sítt virksemi, økja um virði á teirra veiðu, og kunna gera tær tillagingar og íløgur, ið eru neyðugar, meðan viðrák er.

Tiltakið í Klaksvík var ókeypis.

Veruleikin er ikki ókeypis.

Tað kostar at reka vinnulív.

Øll vilja vit vinna pening; ongin undantikin. Hví skal tað so verða eitt illavorið orð, tá ið vit siga, at vinnan vinnur pening?

Vinna! Vøkstur! Vælferð! So kunnu vit øll hava tað gott, um enn, vit ikki øll forvinna eins.

W.C. Churchill segði nakað soleiðis: “Kapitalisman deilir ágóðarnar ójavnt; sosialisman deilir neyðina javnt!”

Hvat ynskja vit av hesum báðum?

Eg veit, hvat eg, til eina og hvørja tíð, hevði valt.

Vil loyva mær at enda við einum citati frá einari sjónvarpssending um føroyska rækjuveiðu. Slóðbrótarin og rokskiparin John Dam, sáli, varð spurdur, hví hann ikki gavst meðan leikur var góður, heldur enn at satsa enn einaferð, og missa alt á stokkinum! Hann svaraði nakað soleiðis: “Skuldi eg siti her uppi í Hoyvík við 20 milliónum á bók? Hvat fanin er tað fyri lív?”

John, saman við sínum líkum, mundi metta mangt føroyskt heim, eins væl og okkara núlivandi slóðbrótarar gera tað í dag.

Eisini á Sjómannadegnum.

Gott A-Val!

Jonhard Danielsen, valevni Fólkafloksins

Comments

Økið Eystan Múla uppí vælferðarsamfelagið

20/8/2019

Comments

 
Billede
Øll sum hava fylgt við í politikki bara eitt lítið sindur vita, at tað var Fólkaflokkurin saman við undanfarnu samgongu, sum legði grundarlagi undir góðu tíðunum, vit nú hava, og sum sitandi samgongan hevur sólað sær í.

Uttan Fólkaflokkin og undanfarnu samgongu var ikki nógv hjá hesi samgongu at deila út. Tíverri fingu vit ikki møguleikan at halda fram eftir síðsta løgtingsval.

Fólkaflokkurin ynskir, at allar Føroyar skulu merkja góðu tíðirnar. Vit ynskja, at øll – líkamikið hvar í landinum tey búgva – skulu
fáa lut í vælferðini.

Tá vit tosa um at javntstilla økir í landinum, so kemst ikki uttanum samferðsluna. Eitt av teimum økjum, sum Fólkaflokkurin hevur arbeitt fyri og framhaldandi fer at arbeiða fyri, er at fáa økið Eystan Múla uppraðfest í okkara vælferðarsamfelag.

Tað var eitt stórt frambrot á samferðsluøkinum, tá tunlarnir Norður um Fjall komu í 1965 og 1967. Nakrar kommunur rindaðu part av kostnaðinum.
Samferðslan er sera nógv økt og broytt síðan 1965 og virksemi í hesum økinum er sera nógv økt við alingini. Tung ferðsla og virðir fyri 100-tals milliónir fara hvørt ár úr økinum ígjøgnum tunlarnar.

Sæđ ì mun til hesar 100- tals milliónirnar, sum blìva skaptar ì økinum Norđanfyri Fjall, og sæđ ì mun til íløgur ađrastađni ì landinum, so er bara talan heilt smærri upphæddir, sum eru brúktar í økinum Eystan Mùla undir hesi samgongini.

Løgmaður segði í ólavsøkurøðu síni, at veljarin skuldi lurta eftir, hvat ymsu flokkarnir søgdu til valið og síðani taka støðu til, hvønn tey vildu velja út frá tí, sum bleiv sagt.

Orðini hjá løgmanni til síðsta løgtingsval

Til síðsta løgtingsval segði løgmaður m. a. at ríkidømi skuldi deilast javnari og skuldi út í hvønn krók og inn í hvørja stovu í landinum. Hetta vóru føgur orð, men tey eru ikki í samsvar við úrslitið. Tað er ein sannroynd, at ìbúgvarnir Eystan Múla ikki hava merkt nakað til hesi føgru orðini , tá umræður íløgur. 100 – tals milliónir fara úr økinum á hvørjum ári.

Nøkur økir í landinum hava bara givið til vælferðarsamfelagið undir hesi samgonguni. Hava givið til økir, sum eru betri fyri. Samferðsluliga sæð eru íbúgvarnir Norðanfyri Fjall verri fyri í dag enn afturi í 1965.

Eitt uppskot, sum kom úr økinum Norðanfyri Fjall bleiv lagt fram 2 ferðir av andstøðuni, men tað bleiv felt báðu ferðirnar av samgonguni. Uppskotið fekk tær 16 atkvøðurnar hjá andstøðuni, men ikki eina úr samgonguni. Um bara ein í samgonguni hevði atkvøtt fyri uppskotinum, so var helst longu nú byrjað at gera tunlarnar.

Um mær verður víst álit og blívi vald, so fara nýggir tunlar norður um fjall at verða raðfestir fremst. Eg havi kempað fyri nýggjum tunlum, men tíverri hevur hetta ikki borið á mál enn. Eg ynski at halda fram við hesum og koma á mál.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur og valevni hjá Fólkaflokkinum

Comments

Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum hava tørv á hjálp

20/8/2019

Comments

 
Billede
Fleiri, sum bjóða seg fram til komandi val – serliga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin – tey hugsa vakrar tankar, tey siga tey røttu orðini, tey skriva fangandi setningar, men tað er langur vegur haðani og so at gera tað til veruleika, sum tey hugsa, siga og skriva. Ein orsøk er, at tey framhaldandi hava eina ætlan, sum gongur út uppá at økja um almennu útreiðslurnar, og við teirra vinnupolitikki at skerja inntøkumøguleikarnar hjá okkara samfelag. Tað veit ein og hvør, at tað gongur ikki í longdini.

Nú valdysturin er í hæddini, koma politikarar við nógvum gyltum lyftum til veljararnar. Flestu politikarar, eg kenni – bæði teir til vinstu og høgru – hava eitt brennandi ynski um at tæna øllum borgarum væl, og at allir føroyingar skulu fáa tey tilboð, teimum tørvar – bæði sjúk, veik, børn, gomul, heimleys, einlig o.s.fr.

At hjálpa og tæna øðrum menniskjum er eitt viðføtt og grundleggjandi virði, sum allar flestu menniskju eru fødd við, og eg vil tí endurtaka, at eg kenni ongan politikara í Føroyum, sum ikki ynskir at tæna øllum borgarum og ikki vil hjálpa teimum, sum hava brúk fyri hjálp.

Tað er tó ein langur vegur frá at ynskja nakað gott og so at gera tað til veruleika. Tað nyttar ikki at hugsa vakrar tankar, siga røtt orð og skriva fangandi setningar um hjálp til tey, sum hava brúk fyri hjálp, um tað byggir á fortreytir, sum ikki hanga saman. Tú kanst nevniliga ikki bara økja um útreiðslurnar hjá landinum, uttan at inntøkurnar hjá samfelagnum eisini økjast.

Tjóðarinntøka okkara kemur frá vinnulívinum
Hvussu vit venda og snara veruleikanum, so kunnu vit staðfesta, at okkara tjóðarinntøka kemur frá vinnulívinum – her serliga fiski- og alivinnuni.

Meira frælsi vit geva hesum vinnum, størri møguleikar hava hesar vinnur at forvinna pening, og størri møguleika hava hesar vinnur, at gera íløgur í nýggjari, betri og meira effektiv tól, sum so aftur styrkir hesar vinnur at blíva meira kappingarførar.

Men tað “vakra” og “góða” í hesum er ikki, at stjórar og reiðarar kunnu fáa sær størri vinningsbýti. Nei, tað vakra og góða í hesi staðfesting er, at jú betri vinnan hevur tað, jú fleiri arbeiðspláss kann hon bjóða borgarunum. Hetta fær stórar ringvirkningar fyri alt samfelagið, tí jú betri vinnan hevur tað, jú fleiri undirveitarir hevur vinnan brúk fyri, og fleiri arbeiði eru til allar hendur. Hetta førir við sær, at familjan – sum er grundarsteinurin í okkara samfelag – fær betri møguleikar at klára seg fíggjarliga. Og jú betur alt samfelagshjólið melur, jú meira kemur inn í landskassan, sum so betrar møguleikarnar at geva teimum veiku og sjúku skjótari og betri hjálp, at geva pensiónistunum betri umstøður o.s.fr.

Hendan samgongan tekur frælsið frá vinnuni
Tað, sum núverandi landsstýrissamgonga hevur gjørt tey síðstu árini, er at taka frælsið frá vinnuni, og tá sama samgonga heldur ikki vísir virðing fyri hondini, sum føðir hetta samfelag, so er hon í ferð við at kvetta hondina av vinnuni – hondini sum er inntøkukeldan, ið tryggjar:

– at eldri, veik og sjúk kunnu fáa skjótari og betri hjálp
– at familjan við børnum kunnu fáa betri og frælsari dagligdag
– at tey ungu kunnu fáa betri og og fleiri útbúgvingarmøguleikar

Um núsitandi samgonga sleppur at halda fram, kann tað fáa sera neiliga ávirkan á alt samfelagið.

Og sum um hetta ikki er nóg mikið, so hevur henda samgonga – umframt at taka frælsið frá inntøkukeldini – eisini oyðslað við skattgjaldarans pengum. Ongantíð fyrr hevur føroyska samfelagið verið so kostnaðarmikið at rikið, sum nú. Tíverri síggjast hesar útreiðslur alt ov lítið aftur hjá teimum, sum veruliga hava brúk fyri hjálp og umsorgan.

Vinnan má fáa frælsið aftur – til frama fyri okkum øll
Eitt gamalt kinesiskt orðatak sigur: ”Eg hoyri ikki, hvat tú sigur, tá eg síggi hvat tú gert”. Hetta eru vís orð, tí tú kanst siga øðiliga nógv, men um tað, sum tú sigur, ikki sæst aftur í tínari atferð, so missa tíni orð kraft, og tí vil eg enda, júst sum eg byrjaði.

Fleiri, sum bjóða seg fram til komandi val – serliga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin – tey hugsa vakrar tankar, tey siga tey røttu orðini, tey skriva fangandi setningar, men tað er langur vegur haðani og so at gera tað til veruleika, sum tey hugsa, siga og skriva. Ein orsøk er, at tey framhaldandi hava eina ætlan, sum gongur út uppá at økja um almennu útreiðslurnar, og við teirra vinnupolitikki at skerja inntøkumøguleikarnar hjá okkara samfelag. Tað veit ein og hvør, at tað gongur ikki í longdini.

Eg gangi inn fyri at geva vinnuni frælsi. Tað er ikki tí, at eg eri góður við stjórarnar ella reiðararnar. Nei, eg vil geva vinnuni frælsi, tí eg vil hjálpa og gera mun fyri familjuna og teimum, sum veruliga hava brúk fyri umsorgan og hjálp.

Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins

Comments

Barsilsskipanin - latið foreldrini ráða

20/8/2019

Comments

 
Billede
Í hesum døgum verða tit, veljarar, lokkaðir við alskyns vallyftum. Øll valevnini rópa um kapp, fyri at tekkjast veljaranum. Tað hevði verið stuttligt at sæð, eitt roknistykki yvir øll vallyftini, sum er givin fram til dags dato.

Eitt, sum er átroknadi, uttan at tað skal kosta landskassanum, eru tillagingar av barsilslógini. Hóast tað er jaligt, at vit í dag hava eina barilslóg, sum tryggjar, at foreldur kunnu verða heima hjá sínum børnum, við løn, so hava vit tíanverri eina ov stirvna skipan, sum í alt ov stóran mun ræður yvir, hvussu barnafamiljur skulu innrætta sín gerandisdag.

Av samlaðu barsilstíðini, so gevur barsilslógin í dag mammuni 14 vikur í barsilsfarloyvi eftir barnsburð og pápanum 4 vikur. Írestandi vikurnar eru til deils. Ein onnur áseting er eisini, at barsilsfarloyvið skal verða tikið innan 52 vikur. Hetta er ein skipan, sum í alt ov stóran mun tekur frælsi frá familjuni, til sjálvi at kunna innrætta gerandisdagin, sum hann passar teimum best.

Vit hava eina skipan í dag, har ið løntakarar og arbeiðsgevarar rinda í barsilsskipanina, tískil skal tað eisini verða fólkið, ið ræður yvir hesum pengunum, og ikki eitt lóggávu vald, sum skal stýra familjulívinum niður í smálutir.

Barsilslógin skal dagførast, soleiðis at foreldrini sjálvi sleppa at ráða yvir, hvussu barsilstíðin verður brúkt. Foreldrini skulu sjálvi ráða yvir, hvussu vikurnar verða deildar teirra millum. Eisini skal tað vera møguligt at strekkja barsilstíðina yvir longri enn 52 vikur, umframt at tað skal vera størri smidleiki í skipanini, soleiðis at foreldur kunnu, um tey hava ynski til tess, átaka sær nakað av arbeiði, og soleiðis drýggja barsilstíðina nakað longri.

Lóggávuvaldið í Føroyum skal vísa familjunum ta virðing og álit, at tey duga best sjálvi at innrætta teirra gerandisdag, og tískil skal lógin um barsilsskipan eisini dagførast, soleiðis at familjan fær rásarúm at innrætta sín gerandisdag.

Ein atkvøða fyri mær og Fólkaflokkinum er ein atkvøða fyri eini dagførdari barsilsskipan, har ið familjan fær frælsi til sjálvi at velja, hvussu barsilstíðin skal nýtast.

Gott val øll somul!

Uni Rasmussen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
til løgtingsvalið 2019

Comments

​Grøna Kósin skal eggjast – ikki revsast!

19/8/2019

Comments

 
Billede
Tá borgarar í okkara landi seta búgv, og skulu velja sær eina loysn til at hita húsini, meti eg sjálvur, at fólk fyrst og fremst hugsa um sín egna peningapung, áðrenn tey hugsa um umhvørvið; somuleiðis tá tey keypa sær ein bil, men tá eisini í hvønn mun bilurin passar til teirra brúk. Spurningurin er so, hvussu vit fáa fólk at velja tær grønu loysnirnar?
– Vit eggja tey til tað!

Gev fólkið gularótina
Tá kjakið hevur snúð seg um veðurlagsbroytingar og grøna orku hevur oftani verið á lofti, at vit mugu seta átøk í verk, soleiðis at vit fáa fólk at vera meir grøn. Sum oftast eru átøkini tey, at fleiri avgjøld skulu leggjast á tær “svørtu” orkukeldurnar, og at tær við tíðini skulu bannast.

Er hetta rætt? Skulu vit ikki, heldur enn at geva fólkið pískin, geva teimum gularótina? Heldur enn at seta avgjøld á – sum í roynd og veru bert er ein eykaskattur – kunnu vit heldur gera tær grønu loysnirnar MVG-fríar. Hetta fær fólk at velja umhvørvisvinarligu loysnirnar, tí tey spara pening. Har hava tey gularótina.

Avgjøld og bann raka mest ein part av samfelagnum – tey veikastu. Tað eru tey, ið fara at svíða mest av avgjøldunum á olju og ferðaseðlum, banni av bilum og oljufýrum. Tað er ikki vegurin at fara.

Vinnan er hornasteinurin – eisini undir grønu kósini
Um vit skulu røkka einum máli um grønari Føroyar er av alstórum týdningi, at vinnan er ein viðleikari í tilgongdini. Tískil er tað týdningarmikið, at vit geva vinnuni teir bestu karmarnar at endurnýggja seg í. Hyggja vit eitt nú at grannalondum okkara sæst, at tey hava skip, ið eru farin yvir til grønari loysnir. Latið hetta eggja okkara vinnu at gera tað sama, og til tess at gera hetta, mugu vit fara burtur frá teimum ótryggu kørmunum, ið fiskivinnan hevur í dag – til frama fyri vinnu og umhvørvi.

Eg ynski ikki, at rokningin fyri einar grønar Føroyar verður send til tín. Hinvegin skal vinnan og borgarar eggjast við MVG-frítøkum og øðrum átøkum til frama fyri einar grønari Føroyar. Tað ynski eg at arbeiða fyri, um eg fái títt álit á Føroya Løgtingið.

Beinir Johannesen, valevni Fólkafloksins.

Comments

Tá teppið verður skrykt undan!

19/8/2019

Comments

 
Billede
Við einari einfaldari vælferðarlóg, einari rehabiliteringsætlan og einari miðstøð, har fakligi kunnleikin er saman á einum stað, kunnu vit gera umstøðurnar betri hjá teimum, sum verða rakt av seinheilaskaða.

Í farnu viku varð eg bjóða sum valevni til ein sera áhugaverdan, rørandi og hjartanemandi valfund, sum Heilafelagið skipaði fyri.

Heilafelagið er áhugafelagið fyri tey, sum eru rakt av seinheilaskaða. Seinheilaskaða kann ein fáa, tá ein hevur verið fyri slagtilburði, ella á annan hátt, hevur fingið ein heilaskaða. Nøkur doyggja, meðan onnur yvirliva og gerast meira ella minni rørslutarnaði, missa evnini at samskifta v.m. Lívið broytist í einum – ikki bara fyri tann rakta, men fyri alla familjuna, makan og børnini. Umleið 130 fólk í Føroyum fáa slagtilburð árliga.

Ein sera týdningarmikil partur av tíðini aftaná ein slagtilburð er røtt viðgerð og venjing. Hetta tí, at fyri at endurmenna sum mest av tí førleika man hevur mist, ella fyri at varðveita teir førleikar, sum ein hóast seinheilaskaðan enn hevur, er venjing alt.

Í dag er støðan tann, at tey, sum eru undir 67, ikki altíð fáa tað endurmenning, viðlíkahaldsvenjing og taluviðgerð, bara fyri at nevna nøkur viðurskifti, sum eru alneyðug fyri, at tey kunna endurmenna og/ella viðlíkahaldsmenna sínar førleikar og betra um sína lívsgóðsku.

Hetta mugu og skulu vit loysa sum skjótast eftir løgtingsvalið 31. august.

Støðan hjá teimum sum verða rakt av seinheilaskaða er alt annað enn góð í dag. Hetta gongur ikki bara út yvir tey sjúku sjálvi, men alla familjuna, makan og børnini. Tey avvarðandi gerast tíðum málsviðgerarir og brúka sera nógva tíð uppá myndugleikar, fundir, umsøknir v.m., fyri at fáa tað hjálpina, sum tann rakti hevur tørv á. Hetta gera tey, umframt, at tey eru stuðlar og hjálp hjá tí rakta allar teir tímarnar, tá ongin annar tekur yvir. Ikki minst gongur hetta út yvir børnini, sum harumframt mugu vera vekk frá foreldrunum, tá tey noyðast uttanlanda í viðgerð. Familjan er tí í sera stórum vanda fyri at verða rakt av strongd, hjartatilburðum, tunglyndið v.m., vegna tað stóra trýstið, tey eru í.

Hóast politiska skipanin hevur verið vitandi um hetta seinastu 4 árini, er onki hent. Gamaní hevur tað tikið tíð at gera eina umfatandi vælferðarlóg, sum tó ongantíð varð samtykt, men tað hevði ikki tikið so langa tíð, at gjørt eina broyting í kunngerðini, so tey sum hava tørv á tí, aftur fingu viðlíkahaldsvenjing og taluviðgerð. Hetta bara fyri at nevna tvey dømir.

Nú er tíð uppá, at vit fáa skipað hesi viðurskiftini.

Í Fólkaflokkinum ynskja vit:

at fáa eina einfalda vælferðarlóg samtykta, sum skal avloysa forsorgaralógina
at øll sum hava tørv á tí, fáa tað hjálpina sum tey hava fyri neyðini
at bústaðir aftur verða bygdir til tey við skerdum førleikum
at tryggja eitt betri gjøgnumskygni í Almannaverkinum

Um eg fái títt álit og verið vald á ting, vil eg arbeiða fyri hesum, tí tað er altavgerandi fyri familjurnar og tann sum er raktur av seinheilaskaða, at fáa hesi viðurskfitr upp á pláss.

Gott val!

Ingvør Justinussen – valevni hjá Fólkaflokkinum

Comments

Ferðavinnan í Føroyum

19/8/2019

Comments

 
Billede
Visit Faroe Islands varð sett á stovn við tí fyri eygað, at vaksa um ferðavinnuna í Føroyum. Sigast má, at hetta hava tey megnað til fulnar. Í 2018 var umsetningurin av ferðavinnuni góðar 800 milliónir krónur og skapti 643 ársverk í Føroyum. Ferðavinnan er tí ein vinna, sum hevur stóran týdning í okkara samfelag, og hon er økt umleið 10% um árið síðani 2013. Umstøðurnar rundan um ferðavinnuna mugu skipast, so at vit fáa eina burðardygga, mennandi og góða ferðavinnu í Føroyum. Hetta gera vit í tøttum samstarvi við festarar, ognarar, Visit Faroe Islands, kommunur og avvarðandi partar. Á tann hátt fáa vit eina varðandi loysn, sum kemur at gagna øllum samfelagnum.

Tað er umráðandi at fara væl um okkara náttúrutilfeingi. Tann vanligi føroyingurin eigur at ganga frítt í egnum landi, við atliti til festarar og ognarar, eins og tað altíð er gjørt.

Eitt komandi løgting eigur at skapa bestu karmar fyri vinnuligum virksemi innan ferðavinnuna. Eitt vinnugrundarlag má leggjast runt í øllum Føroyum, so at vit fáa eina varðandi inntøkukeldu á vitjandi økjunum. Peningurin eigur at fella økjunum til góðar og síggjast aftur har, sum virksemið fer fram. Hetta verður við til at skapa menning runt um allar okkara oyggjar. Møguleikarnir kenna ikki teirra mark, men viðurskiftini mugu skipast. Tað má verða nú, og tað vil eg verða við til. Tí bjóði eg meg fram, at verða tín rødd á løgtingið eftir valið.

Heðin Zachariasen
Fólkaflokkurin

Comments

Triðja beinið at standa á - Ferðavinnan

15/8/2019

Comments

 
Billede
​Føroyar standa við einum gyltum møguleika, um vit samstarva yvir allar Føroyar og skipa okkara ferðavinnu.

Klagurnar um, at her eru ov nógv ferðafólk og tey oyðileggja, loysist ikki við bara at klaga og briksla hvørjum øðrum, at ongin ger nakað við hetta.

Men ásannast má, at vit ikki hava fyrireika okkum nóg væl til ferðavinnuna. Vit hava lýst og sett fokus á okkum sum nakað heilt serligt, fyri at lokka ferðafólk hendan vegin, og nú eru tey ferðandi her.

Eg frøðist um, at lýsingarátøkini rigga og ferðamaðurin nú kemur hendan vegin. Nú er tað tó alneyðugt, at vit samstarva og skipa fyri soleiðis, at ferðavinnan verður ein góð inntøka, samstundis sum vit halda stýr á henni.

Hvussu gera vit so?

Mítt boð er, at Visit Faroe Islands fær ábyrgdina av at skipa viðurskiftini runt alt landi.

Tá er neyðugt at koma út í økini og fáa lokalar kreftir at gerast ferðaleiðarar og tænastusinnað. Og gera vit tað, fer hetta eisini at leggja pening eftir sær um alt landi. Ánarin av haganum fær pening, ferðaleiðarin fær pening, og úr hesum kann blóma ein cafe ella smásøla, ið eisini fær pening burturúr hesum. Á hendan hátt leggur ferðamaðurin pening eftir sær um alt landið.

Vit hava jú hoyrt, at útlendskar ferðastovur selja túrar í Føroyum og taka pening fyri hetta, men so verður ferðamaðurin sleptur og ongin peningur liggur eftir í Føroyum. Hetta má steðga.

Føroysku ferðaskrivstovurnar saman við Visit Faroe Islands eiga at skipa hetta og selja ferðir við skipaðum túrum, ferðamaðurin fær eina pakkaloysn. Tað verða tó ikki øll, sum keypa ein pakka, men tá er neyðugt at tey vælumtóktu plássini eru skipaði lokalt.

Eisini eiga vit at greiða øllum frá, at ferðast tú til Føroyar, so mást tú tekna tær ferðatrygging, ið tekur við, um so er, at tú ert úti fyri einum óhappi. Føroyar hava ikki ráð til at veita fríða tilbúgving og sjúkrahúsverk til øll, ið koma hendan vegin. Hetta er heldur ikki frítt í flest øðrum londum.

Harafturat mugu ferðafólk fáa at vita, at man skal einans ganga har, sum er tilskila sum gongugøta, so at vit eisini ansa eftir okkara náttúru og samstundis hava tryggari farleið fyri ferðamannin.

Hetta setir so okkum krav um viðlíkahald av gongugøtum, og eigur ein partur av gjaldinum vit taka fyri túrarnar fara beinleiðis til viðlíkahald. Ferðavinnan skal jú ikki bara verða stuttsigtaður løtuvinningur, tí er neyðugt at ansa væl eftir økjunum og halda tey við líka.

Her er so ein møguleiki at samstarva við kommunurnar, sum hava arbeiðsfólk til hesar uppgávur. Á hendan hátt kundu pengar eisini komi á viðlíkahaldskontoirnar hjá kommununum, sum so hava ábyrgdina av at halda gongugøturnar og seta skeltir upp.

Um vit fáa kommunurnar við, so fáa vit ein felags leist yvir alt landi og ábyrgdin av viðlíkahaldinum er staðfest. Hetta fyri at ongin yvi er um, hvør skal gera hvat.

Hvat so við føroyingum, skulu vit eisini gjalda? Og her er mín støða heilt greið, vit føroyingar skulu hava frítt at fara í okkara landi.

So um eg taki samanum
Skipa ferðavinnuna um alt landi.
Fáa kommunurnar við.
Eggja til smásølu og cafevirksemi.
Ùtbúgva ferðaleiðarar í økjunum.
Gjald til ognararnar av hagunum.

Joan Samuelsen

Valevni á lista A

Billede
Comments

​Dirvi til neyðugar broytingar í sjúkrahúsverkinum

15/8/2019

Comments

 
Billede
Okkara nógv umtalaða sjúkrahúsverk er okkara hornasteinur, tá sjúkan rakar ella ólukkan er útið.

Hvør eigur ikki onkran av sínum nærmastu, ein góðan vin ella ein sjálvan, sum hevur ligið á sjúkralegu onkuntíð í lívinum?

Starvsfólkini geva so nógv av sær sjálvum
Aftur og aftur hoyra vit hvussu væl ein kennir seg, millum tey hartarbeiðandi starvsfólkini, sum mangan geva sera nógv av sær sjálvum og fara troytt heim eftir loknan arbeiðsdag. Tey fáa eitt herðaklapp frá mær.

Eitt er at arbeiðsøkið er tungt, tí starvsfólkini hava við menniskju at gera, men um mannagongdir og arbeiðsumhvørvið eisini er tyngjandi, gerst arbeiðsdagurin ov kompleksur og verða starvsfólkini tá óneyðuga tyngd.

Eitt effektivari sjúkrahúsverk í Føroyum
Mangan kann tað tykjast sum, at arbeiðið ikki er nóg væl skipað og harnæst eru ótolandi langir bíðilistar.

Samantvinnanin av hesum báðum kann hava við sær, at sjúkan gerst munandi verri og at fraveran frá arbeiði gerst óneyðuga long.

Fáa enda á bíðilistunum
Nú er hendan bíðitíðin ikki gjørd upp í krónum, men eg hugsi, at her eru nógvar, nógvar milliónir krónur at heinta, um:

*ein skjót og effektiv screening verður gjørd av sjúklinginum, tá hann er komin til kanningar til eitthvørt.
*at ein sjúklingur kemur í røttu hendur beinan vegin, so at røtt og aktiv viðgerð kann gerast beinanvegin.
*at avtala verður gjørd við sjúkrahús runt um í Evropa soleiðis, at ein sjúklingurin kemur til rætta yrkissjúkrahús við servitan innan viðkomandi sjúku beinanvegin og fær røttu viðgerð.
*at okkara læknar fáa tað endurútbúgving sum er neyðug og kunnu hava avtalur við onnur sjúkrahús til vikariat og endurútbúgving.
*og somuleiðis kunnu aðrir serlæknar koma hendanvegin og viðgerða sjúklingar, sum liggja her heima í Føroyum.
*samstundis skal sjúkrahúsverkið hava eina grundleggjandi LEAN hugsan á øllum starvsøkinum, so tað verður so effektivt sum til ber.

Tað eru dømir uttanlanda um, hvussu sjúkrahús sum als ikki hava rigga væl, men eftir broyttar mannagongdir, eru farin at koyra væl fíggjarliga og av tí sama eisini farin at koyra væl verkliga.

Politiskur vilji og dirvi til at betra sjúkrahúsverkið
Mín vilji er at sjúklingurin verður settur í fokus og vit fáa mest fyri peningin. Og eg vil gera mítt til at bíðilistar og sjúkralegutíðin hjá hvørjum sjúklingi verður minkað fleirfaldað, um eg tað berst mær á, at ráða.

Andrias Kelduberg

Valevni Fólkafloksins

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.