NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Ítrótturin er savnandi og eigur at hava hægstu raðfesting

19/7/2019

Comments

 
Billede
​Ítrótturin er savnandi og eigur at hava hægstu raðfesting

Ítrótturin hevur stórt virði fyri okkum sum land, og er í stóran mun borið av sjálvbodnum arbeiði. Ítrótturin er sosialt týdningarmikil, góður fyri heilsuna, skapar trivnað og setur Føroyar á heimskortið. Ítrótturin hevur mín fulla stuðul.

Hyggja vit at, hvat vit hava rokkið, so er tað ikki so lítið. Vit samanbera okkum við onnur lond, men vit arbeiða als ikki við somu pengum sum hesi. Tað kunnu vit takka okkara felagskenslu, sjálvbodna arbeiðið bæði í feløgum og ÍSF við sersambondum og ikki minst okkara íðkarum.

Tak eitt nú A-landsliðið í fótbólti, sum hevur vunnið á so frægum tjóðum sum Eysturríki og Grikkalandi. A-landsliðið í hondbólti hjá monnum og teirra frálíku úrslitum seinasta árið. Og ikki minst U17 landsliðið í hondbólti, sum júst hevur vunnið European Open í Svøríki móti sterkum heimstjóðum.

Og innan svimjing, kappróður, talv, badminton, fimleik, flogbólt, borðtennis, judo, súkkling og frælsan ítrótt hava vit gjørt bart.

Eisini Parasport Føroyar er sera týdningarmikið øki, sum virkar fyri at íðkarar, sum bera brek, luttaka í venjingum og kappingum. Hetta er við til at geva íðkarum mót og gleði í gerandisdegnum.

Tá vit eru í kapping uttanlands savnar hetta okkum sum tjóð. Tað verið seg tá føroysk lið møta útlendskum liðum og tá landsliðini stríðast móti yvirmaktini. Tá er líkamikið hvat felag vit umboða. Vit berjast fyri Føroyar.

Júst tí, at tað liggur so nógv arbeiði aftanfyri ítróttin í Føroyum, eigur man frá politiskari síðu at gera karmarnar optimalar.

Úrslit av hesum slag sum vit hava rokkið, er eitt tað besta reklamuvirðið vit hava sum tjóð.

Ítróttur er fyri øll
Kappingarnar innanhýsis í Føroyum geva okkara ungu og vaksnu íðkarum møguleika at kappast á høgum støði, og geva ikki minst áskoðarum upplivingar viku eftir viku.

Sosialt gevur ítrótturin okkum nógv. Tað gevur vinasambond, og heilar bygdir kunnu flokkast um teirra ítróttarstoltleika.

Og so merkir tað eisini nógv, at ein bygd ella býur hevur ítrótt at bjóða sínum borgarum. Hetta hevur nógv at siga fyri trivnaðin, og at tú ert stoltur av at verða við í einum felagskapi, sum bjóðar sínum borgarum nógvar møguleikar og klárar seg væl.

Og ikki minst hevur ítróttur nógv at siga fyri heilsuna. Fólkaheilsuráðið hevur sett nógv fokus á hetta økið, og heiti sum Heilsufótbóltur og Rørslufagnaður er vorðin partur av gerandisdegnum. Vit síggja eisini nógv onnur heilsutiltøk kring landið innan alskyns ítrótt, til frama fyri likamsvirkni.

Ítróttur er fyri øll – tað er eitt felags mál sum øll skilja. Vit skulu í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum einstaklingar, ítróttafeløg og onnur gera fyri at menna okkara børn og ungdóm sálarliga og kropsliga.

Frá landsins síðu eiga vit at stuðla arbeiðinum við fólkaheilsu, sersambondunum, feløgum og ungdómsvenjing í ymsu feløgunum – bæði breidd og úrvalsítrótti.

Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið

Comments

Vit mugu virðismeta og raðfesta Strandferðsluna hægri framyvir

18/7/2019

Comments

 
Billede
Strandfaraskip Landsins hevur ein so stóran og avgerandi týdning fyri livikorini á oyggjunum uttan vegasamband, at stovnurin má fáa aðrar treytir at arbeiða undir enn vanligir landsstovnar hava, eitt nú fleksiblari fortreytir fyri sínum rakstri.Eisini eigur løgtingið at samtykkja eina langtíðar íløguætlan fyri stovnin, so vit yvir eitt áramál fáa ein dagførdan flota av strandfaraskipum – hetta soleiðis, at leiðslan, starvsfólkini og øll tey ferðandi altíð kunnu føla seg væl og trygg við henda stovn.

Eg eri sjálvur javnan á einum av okkara útoyggjum og kenni tí til týdningin og álvarsemið av, at Strandfaraskip Landsins(SL) fáa umstøður til at veita eina trygga og regluliga tænastu til teir mongu borgarar, sum búgva og virka í hesum parti av landi okkara. Øll starvsfólkini gera eitt megnar arbeiði, men umstøðurnar tey arbeiða undir, kundu verið væl betri.

Vit kunnu ímynda okkum reaktiónirnar millum manna, um vegurin til Norðoyatunnilin ella Vágtunnilin ella Kalbaksvegurin brádliga ein morgun var grivin av, og øll ferðsla lá lamin. Hetta er rættiliga óhugsandi, tí vit hava eitt so gott  og vælvirkandi vegasamband, men nakrar av ferjunum hjá SL eru so gamlar og ótíðarhóskandi, og játtanin til stovnin er so tepur og ófleksibul, at nakrar av okkara oyggjum  við ferjusambandi dagliga mugu liva við tí ótryggleika, at samband teirra við umheimin kann verða avskorið nærsumhelst, bæði summar og vetur

Talið av borgarunum á summum av oyggjunum er ikki líka stórt, sum á meginlandinum, men vit kunnu ikki loyva okkum at raðfesta teirra ferðasamband lægri enn í restini av landinum.

Fleksiblari játtan til Strandferðsluna
Rakstrarliga kann SL ikki samanberast við aðrar landsstovnar, tí talan er um eitt reiðarí við fleiri størri og smærri skipum.Har eru so nógvir ótryggir faktorar, sum vit ikki ráða yvir, at tað sigur seg sjálvt, at SL ikki kann virka undir teimum somu treytum sum t.d. ein skrivstovudeild undir landinum.

Á pappírinum sær tað kanska einfalt út at leggja eina ferðaætlan og rokna út, hvussu nógv raksturin av henni kostar, men í veruliga lívinum skal SL út á firðir og sund at veita eina regluliga, trygga og dagførda tænastu í øllum veðri alt árið runt. Raksturin er eisini treytaður av mongum ymiskum  broytandi viðurskiftum, sum oljuprísum og teimum inntøkum, sum ferðafólk geva, har óvæntað sveiggj kunnu íkoma.

SL hevur tí tørv á at teirra rakstrarjáttan verður játtað stovninum undir fleksiblari kørmum og treytum, sum geva møguleikar at arbeiða tvørtur um ársskifti, soleiðis at óhapp, skaðar, inntøkusveiggj og aðrar óvæntaðar útreiðslur ikki noyða stovnin at arbeiða við panikkloysnum, men ístaðin at tilrættaleggja tiltøk yvir longri tíðarskeið.

Leggja eina langtíðar íløguætlan
Ein annar vandi við verandi støðu er, at fleiri av strandfaraskipunum eru rættiliga gomul og slitin. Hóast hetta veita tey eina góða tænastu – ikki minst takkað verið dugnaligu manningunum umborð.

Høgi aldurin á skipunum er tó ein veruleiki, sum ikki kann tigast burtur, og hóast gott eftirlit og ábøtur javnan verður framt, so tekur tað ikki burtur tann veruleika, at skipini skipini slítast alt meira og gerast alsamt meir ótíðarhóskandi.

Tíðin er tí komin at gera nakað meir munagott við hesi viðurskifti, tí SL hevur ein so stóran og avgerandi týdning fyri livikorini á oyggjunum uttan vegasamband.

SL má fáa aðrar mannagongdir at arbeiða undir enn vanligir landsstovnar hava, eitt nú fleksiblari fortreytir fyri sínum rakstri. Eisini eigur løgtingið at samtykkja eina langtíðar íløguætlan fyri stovnin, so vit yvir eitt áramál fáa ein nýggjan og tíðarhóskandi flota av strandfaraskipum.

Vit eiga at geva leiðsluni á Strandferðsluni betir og víðari rammir at arbeiða undir, og teirra dugnaligu starvsfólkum tryggari og betri arbeiðsumstøður, soleiðis at stovnurin og starvsfólkini fingu enn betri fortreytir til at veita dygdargóða tænastu, til øll tey sum dagliga ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni.

Eg vil hjálpa og gera mun –

Eisini hjá teimum sum búleikast á oyggjunum uttan fast vegasamband.

Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður og løgtingsvalevni Fólkafloksins

Comments

Minst til at greiða brævatkvøðu

18/7/2019

Comments

 
Billede
MINST TIL AT GREIÐA BRÆVATKVØÐU✏️

Skal tú av landinum í ferða- ella arbeiðsørindum, so hevur tað ongantíð verið so viktugt sum akkurát nú, at tú greiðir brævatkvøðu áðrenn tú fert avstað.

Tú kanst gera tað longu nú✅

Føroyar hava brúk fyri einum sterkum Fólkaflokki. Skatta- og avgjaldsøðin má steðga. Ongantíð ov skjótt!

Men vit hava brúk fyri tær. Skal tú av landinum í ferða- ella arbeiðsørindum, ella kennir tú onkran, sum skal, vinarliga frámerk tey í viðmerkingarteiginum niðanfyri👇

Saman vinna vit vali.

Fólkaflokkurin

Comments

Sosiala strategiin hjá Javnaðarflokkinum er svarta myndin av Fólkaflokkinum

17/7/2019

Comments

 
Billede
Javnaðarflokkurin hevur megnað at tekna eina mynd av Fólkaflokkinum, sum flokkurin, ið ikki tekur sosial atlit, flokkurin, ið ikki ynskir at raðfesta fólk við serligum avbjóðingum, flokkurin, ið ikki ynskir at taka sær av okkara gomlu og flokkurin, ið bert ynskir at ríka nakrar fáar familjur í Føroyum upp. Høvuðsstrategurin hjá Javnaðarflokkinum hevur teknað eina svart/ hvíta mynd av Fólkaflokkinum sum tí ónda kapitalistiska flokkinum, ið lítið leggur í tey veiku í okkara samfelag, meðan mótvektin, Javnaðarflokkurin bert vil øllum væl.

Høvuðsstrategurin handan Javnaðarflokkin hevur samstundis fingið løgmann at fráboða, at hann onki samstarv vil hava við karráða kapitalistiska Fólkaflokkin.

Einfaldar myndir rigga, einfaldir boðskapir rigga og tíverri hevur hesin manipuleraði javnaðarretorikkurin sligið ígjøgnum sum tann sanni veruleikin. Hvør minnist ikki herferðina undir seinastu samgongu undir herrópunum “Meðan vit bíða” ? Ikki kundi undirritaða opna eitt blað, ikki kundi eg opna ein miðil fyri álopum frá Javnaðarfólkum um, at børn livdu í fátækraváða í Føroyum, og at eg onki ynskti at gera við hetta. Hvar eru herrópini nú, tá ið tað vísir seg, at ongantíð hava so nógvir føroyingar livað í fátækraváða sum just nu ? Tøgn er í almennu miðlunum um hetta, og man kann undrandi spyrja hvi? Sambært hagtølunum frá Hagstovuni vísa hesi , at áleið 5000 høvdu eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at hon svarar til, at tey vóru í fátækraváða. Hetta svarar til 10,5 % av samlaða fólkatalinum. Hetta er 2,6 % meiri enn í 2009. Men ongin miðil tekur hetta uppá tungu.

Tað mugu vera úrslitini sum telja og ikki bara retorikkur, og tí fari eg at taka fram aftur nøkur av úrslitunum, sum vórðu framd, meðan undirritaða vegna Fólkaflokkin umsat almannamál í seinastu samgongu:

• 8 leigubústaðir í Klaksvík til fólk við serligum avbjóðingum
• 12 vardar bústaðir í Klaksvík
• Depil bygdur til fjølbrekað børn og ung í Runavík 
• 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku í Havn
• 16 leiguíbúðir í Runavík til fólk við serligum avbjóðingum
• 12 nýggjar vardar bústaðir í Runavík
• Virknis og umlættingardepil á Sandi
• Fountainhúsið stovnað í Havn
• Barnahúsið sett á stovn til børn og ung, íð eru útsett fyri kynsligan og annan harðskap
• Barnaumboðsmaður sett á stovn sambært ST sáttmálanum
• Heildaræltan fyri kynsligan harðskap gjørd
• Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk samtykt
• Eldraøkið lagt út til kommunurnar 
• Fyrsta føroyska eldralógin samtykt
• Demensdagtilboð sett á stovn í Fuglafirði og í Vági
• Barnaverndarlógin dagførd við ma.herdari fráboðanarskyldu
• Sjøtil settur á arbeiðið við nýggju vælferðarlógini

Man kann hóskandi spyrja, um hetta er høgravendur karráður kapitalistiskur fólkaflokspolitikkur ? Nei sjalvandi er tað ikki tað, og sjálvsagt tekur Fólkaflokkurin sosial atlit, ja vit standa neyvan aftanfyri Javnaðarflokkin, ið annars hevur tikið patent uppá allan sosialpolitikk í Føroyum.

Annika Olsen
Fyrrv. landsstýriskvinna í almannamálum og valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið

Comments

​Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -skip á hvørji vík.

16/7/2019

Comments

 
Billede
Søgan lærir okkum, at vit onki hava lært av søguni.

Flakavirkið á hvørjum tanga

Tað, sum hendir í løtuni minnir ikki sørt um 80´ini , har flakavirkir skuldu byggjast
á hvørjum tanga. Í fyrsta umfarið tyktist hetta gott, tí nú var einans hanagleiv hjá nógvum at fara til arbeiðis. Hetta gekk, men bara í sera avmarkaða tíð, tí stokkut var gleðin.

Sannleikans tími upprann, og vinnan varđ noydd at effektivisera og rationalisera seg. Tað bleiv neyðugt við keðiligum avgerðum og tungum tøkum bæði fyri fólk og land. Ikki minst hjá teimum, sum skuldu siga arbeiðsfólki úr starvi. Nógv mistu arbeiðið og fleiri teirra valdu at rykkja tjaldpelarnar upp og flyta av landinum. Øll minnast ilt aftur á hesa tíðina. Tá vórðu vit samd um, at hetta skuldi ikki endurtaka seg.

Sama skilið við alivinnuni
Aliloyvi blivu givin á hvørjum tanga. Hetta sá lovandi út í fyrsta umfari. Alarar skræddu seg sundir fyri at fáa tað at bera til, men lønsemi fekst ikki í við so nógvum smáum aliloyvum. Harumframt gjørdi sjúka um seg í aliringunum, og gjørdi tað støðuna verri. Hetta var ein øgilig tíð. Syrgiligt at síggja, at alt, sum alivinnan hevði bygt upp ígjøgnum áratìggir miseydnaðist.

Skrædlið í flakavinnuni og í alivinnuni rakti ikki einans reiðarar, vinnulívsfólk og stjórar. Tað rakti heilar familjur. Hjá mongum familjum bleiv einasti útvegur at fara av landinum. 5000 fólk fluttu av landinum, tí tað var ikki livandi hjá teimum í Føroyum, og mong komu ongantíð heimaftur.

Fiskurin bleiv eisini burtur hetta tíðarskeiðið.

Fuglurin Fønix
Føroyingum líkt, so reistu teir seg aftur úr øskuni, sum fuglurin Fønix. Teir kempaðu og stríddust og løgdu nógv fyri, og tað eydnaðist. Vinna, einstaklingar, skiparar og onnur stóðu saman og vóru samd um, at hetta mátti ikki endurtaka seg.

Vit mugu og skulu læra av søguni um flakavirkini og alivinnuna og rætta kumpassina eftir hesum. Vit mugu og skulu hava nakrar sterkar aktørar, sum kunnu leggja til síðis í góðum tíðum fyri at vera mentir at standa ímóti í ringum tíðum. Hetta eydnaðist væl inntil socialistarnir tóku yvir í Tinganesi.

Søgan endurtekur seg.
Sæð við eygunum hjá sitandi vinstrasamgongu gekk ov væl, og ì navni rættvìsunnar er hon nú í ferð við at gera júst sama brølara, sum hendi við flakavirkjunum og aliloyvunum á hvørjum tanga. So skjótt vinstrasamgongan kom til valdið, fór hon út til teir, sum hava effektiviserað og rationaliserað. Út til teir, sum hava stríðst og strevast, og fingið tað at eydnast . Vinstrasamgongan byrjaðu við fyrst at taka 15 prosent frá hesum dugnafólki til uppboðssølu og síðani 8,5 prosent afturat til menningarkvotur. Teir hava tikið kvotu frá monnum, sum hava keypt kvotu fyri fleiri milliónir fyri at effektivisera og rationalisera og geva hesar ókeypis til aðrar.

Møguleikin fyri at gerast sterkari og betri skal takast frá okkara verandi dugnaligu
vinnulívsfólkum. Ongin skal blìva sterkur. Ongin skal tjena pengar og ongin skal eiga pengar. Tað er meir rættvíst, at onnur sleppa framat, kosta hvat tað kosta vil og óansæð hvørjar avleiðingar tað fær. Meir jarn, meir stál og meir útlát. Burtur við effektiviteti og tí mest rationella. Vit skulu aftur til áttamannaførini.

Tað sýnist sum fiskivinnan skal pettast sundur ì smámolar. Samstundis blìva teir almennu mastodontarnir ongantìđ ov stórir. Hetta er eitt sereyđkenni fyri sosialismuna. Tađ almenna skal hava ræđi á øllum og stýra øllum og fólkiđ skal bara makka rætt.

Tað er ov mikið av kapasiteti til at fiska og hagreiða allan fisk, men allíkavæl vil vinstrasamgongan hava fleiri aktørar. Hvat bleiv forrestin av grøna politikkinum ?

Tað er eisini sera løgið við okkara løgtingsformanni. Hann hevur dúgliga atkvøtt fyri fiskivinnulóggávuni, so leingi tað skerdi Norðoyggjar og onnur. Nú hann følir sviðan sjálvur, og fiskivinnulóggávan rakar hansara egnu oyggj fær pípan annað ljóð. Hann reisist enntá ímóti sínum egna formanni. Sanniliga følir ongin mein í annans bein.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingslimur

Comments

Hví ikki savna allar skúlar í Klaksvík til ein skúladepil?

13/7/2019

Comments

 
Billede
Latið okkum kanna møguleikarnar fyri at byggja nýggja Húsarhaldsskúla Føroya saman við TSK og møguliga øðrum viðkomandi skúla- og menningarvirksemi og soleiðis skapa eitt synergiskt umhvørvi við felags aulu og tí, sum hoyrir einum slíkum depli til.

Á Kambsdali hava tey góðar royndir av at samskipa og samanbyggja studenta- og handilsskúla v.m., og í Havn er sami leistur brúktur fyri Glasir, sum hýsir fleiri ymiskum útbúgvingum, so hví ikki gera tað sama í Klaksvík og leggja Húsarhalds-, HF- og Tekniska skúlan saman í ein spennandi og innovativan depil?

Alt hetta farna valskeiðið hevur landsstýrissamgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn ferð eftir ferð lovað at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík, samstundis sum eitt nú Glasir er blivin bygdur í Havn.

Nú eru bert nakrar vikur til løgtingsval, og Glasir er liðugt bygdur, men enn er byggingin av húsarhaldsskúlanum ikki byrjað, hóast eykajáttanirnar til Glasir einsamallar kosta meir enn allur húsarhaldsskúlin.

Tað er sum um, at hendan landsstýrissamgongan barasta ikki vil raðfesta Norðoyggjar – hvørki vinnupolitiskt ella skúlapolitiskt – men hetta eru vit í Fólkaflokkinum bæði fús og ment at broyta, fáa vit veljarans stuðul til tað á løgtingsvalinum.

Og so er spurningurin, um vit ikki skulu taka verandi staðseting av nýggja húsarhaldsskúlanum upp til nýggja viðgerð.

Verður húsarhaldsskúlin bygdur mitt í Klaksvík, kann hann sjálvandi geva lívinum í miðbýnum eyka lív og innihald, sum sjálvandi er gott, men hinvegin vil tað ikki savna skúlaumhvørvið í Klaksvík og geva tí synergi og spennandi menningarmøguleikar.

Tí er vert at kanna møguleikarnar fyri at byggja nýggja Húsarhaldsskúla Føroya saman við TSK og møguliga øðrum viðkomandi skúla- og menningarvirksemi og soleiðis skapa eitt synergiskt umhvørvi við felags aulu og tí, sum hoyrir einum slíkum depli til.

Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins

Comments

Hans Andrias Kelduberg stillar upp til komandi Løgtingsval fyri Fólkaflokkin

13/7/2019

Comments

 
Billede
Hans Andrias er 50 ára gamal og útbúgvin skipari av Føroya Sjómanskúla. Hann keypti sær skip sum 22 ára gamal og hevur verið skipari, reiðari og forstjóri í THOR samtakinum í sløk 30 ár. Hann hevur verið virkin innan fiski- og frálandavinnu hesi árini. Hann hevur myndað nýhugsan innan hesar vinnugreinar og tora at traðkað fram, tá tað hevur verið brúk fyri hansara hugsan í samfelagnum.

Hans Andrias er ættaður úr Hósvík, er búsitandi í Hoyvík og er giftur við Súsonnu, ið er ættað úr Nólsoy. Súsanna er útbúgvin speditørur og starvast eisini hjá THOR.  Tey eiga 5 børn bæði og eru ein hugnalig, dámlig familja.

Hvat er tað, ið dregur Hans Andrias at stilla upp til løgtingsval?
Her sigur hann, at tað er sera umráðandi, at tingfólki umboðar ein breiðan skara av øllum føroya fólki. Hann heldur tað vera mangul uppá vinnulívsfólk innan tinggáttina.

Neyðugar broytingar til fólki at frama

Míni hjartamál eru:
● Ein sunnur fíggjarpolitikkur, ið skal koma fólkinum til góðar. Vit skulu fáa frískan pening inn til landið og hesin skal vera umsitin við skynsemi.
● At 1/2 av útflutninginum verður útvegaður av øðrum vinnugreinum enn høvuðsvinnuni. Hetta skulu vera karmarnir fyri, at Føroyar kunnu føra ein konjunkturútjavnandi fíggjar- og vinnupolitikk.
● At viðvirka til nýhugsan á orkuøkinum, sum er blivin ein heimsumfatandi avbjóðing fyri okkum øll og komandi ættarlið.
● At vit sum vælferðarsamfelag skulu røkka út til øll. Tá neyðugu broytingarnar á fíggjarpolitiska pallinum eru framdar og hvør króna við umhugsni er avsett eru karmarnir lagdir, at røkka út til øll í landinum.
● Fjølbroytni ríkar samfelagið, bæði tá hugsað verður um fólk og vinnu. Tað er brúk – og skal vera pláss fyri øllum fólkabólkum her á landi – Saman standa vit sterkast og tí vil eg virka fyri, at øll skulu hava møguleika, har felagsskapurin um Føroyar er grundarsteinurin.

– Ein stemma til mín, gevur aftursvar til skilagóðan politikk fyri Føroya land, sigur Hans Andrias Kelduberg at enda.

Comments

Ungdómur og rúsevnir

12/7/2019

Comments

 
Billede
Ungdómurin er okkara framtíð. Øll vilja vit okkara ungdómi alt tað besta. Vit frøðast tá viðrák er. Vit frøðast á hásumri, tá vit síggja nýklæktu pisurnar reika í gøtunum við húgvu høvdinum. Klárar at fara út í lívið.
Tíverri eru tað nøkur av okkara ungu sum snáva á leiðini. Hesi mugu vit ikki gloyma.

Ein stórur trupuleiki nú á døgum er vandamikil rúsevnir.
Sum advokatur havi eg gjøgnum árini havt mong sokallað “rúsevnamál”. Aloftast er talan um blaðung fólk, sum koma illa fyri heilt tíðliga í lívinum.

Eitt sum altíð hevur undrað meg er, hvussu lætt tað tykist hjá teimum ungu at fáa fatur á ólógligum rúsevnum. Rúsevnini hava enntá eitt ávíst “marknaðarvirði”.

Eg eri sannførdur um, at okkara ungdómur í stóran mun verður útnyttaður av bakmonnum, sum selja rúsevnini við vinningi fyri eygað. Hesir leggja einki í mannalagnur.

At døma revsing fyri tey sum eru bundin av rúsevnum nyttar einki. Tey ungu, sum verða sett í fongslul eru bara nógv verri fyri tá tey koma út aftur, og fleiri av hesum ganga aftur í rættarskipanini og koma ongantíð fyri seg. Rættarligi innsatsurin eigur at verða málrættaður móti sonevndu bakmonnunum.

Vit eiga at leggja eina ætlan fyri, hvussu vit basa vandamiklum rúsevnum í Føroyum, og hvussu vit hjálpa teimum, sum eru komin út í henda trupuleika.

Talan er um eitt sera komplekst mál. Skal ein slík ætlan eydnast skal setast inn frá fleiri síðum. Foreldrini mugu eisini takast við.

Skúlin má geva beinleiðis undirvísing í, hvussu skaðilig rúsevnir eru. Um mistanki er um, at eitt barn tekur rúsevnir er týdningarmikið, at skúli og barnavernd beinanvegin fáa fráboðan og taka málið upp og seta tiltøk í verk.
Løgregla og tollvald hava ein týðandi leiklut. Játtanin til tollvaldið má økjast soleiðis, at eftirlitið við teimum ferðandi o.ø., sum koma til Føroyar, verður hert munandi.

Politiið í Føroyum hevur gjøgnum fleiri ár gjørt ein stóran innsats fyri at avdúka innsmugling og nýtslu av rúsevnum. Løgreglan hevði fyri nøkrm árum síðani eina serliga deild, sum bara tók sær av slíkum málum, men tað tykist sum hesin innsatstur ikki hevur sama fokus í dag sum fyrr. Rúsevnadeildin hjá løgregluni má setast á stovn aftur beinanvegin.

Tað hava gjøgnum fleiri ár verið viðgerartilboð til fólk við rúsdrekkatrupuleikum. Heilbrigdið og Blákross gera eitt stórt arbeiði á hesum øki. Frelsunarherðurin hevur nú tikið stig til ein stovn, sum er staðsetur á Eiði og sum serliga tekur sær av ungum misnýtarum. Stovnurin hevur pláss fyri 8 ungum, og fær eina árliga játtan uppá slakar 4 mill. kr. Innsasturin hjá hesum stovnum kann ikki undirmetast.

Mítt boð uppá ein rúsevnapolitik er hetta:
• Foreldur og skúli skula gjøgnum samstarv upplýsa teimum ungu um vandan við rúsevnum og upplýsandi tilfar eigur at verða gjørt um hetta, sum undirvíst verður í. Súlin eigur at hava fráboðanarskyldu um illgruni er um, at eitt barn tekur rúsevnir.
• Løgreglan og tollvaldið eiga at gera ein samskipaðan innsats. Í vikuskiftunum, á stevnum og til festivalar eigur løgreglan aktivt at ansa eftir, at okkara ungu ikki taka rúsevnir. Tollvaldið skal hava størri játtan so fleiri tollarar verða settir at hava eftirlitsuppgávuna.
• Vit eiga at styrkja um viðgerðartilboðini, sum eiga at vera í tøttum samstavi millum heilsuverki, almannaverkið og barnaverndina. Tað verður eisini neyðugt at økja innsatsin at fáa fleiri útbúnar viðgerarar, sum kunnu hjálpa teimum sum hava rúsevnatrupuleikar.

Christian Andreasen
Valevni Fólkaflokksins til løgtingsvalið

Comments

Bólkur 5B

10/7/2019

Comments

 
Billede

Nú er aftur galið. Hesuferð er tað útróðrarflotin sum stendur fyri skotum. Smáu útróðrarbátarnir kunnu ikki fara útatrógva.

Tað sá so gott út. Lív var komið í aftur á havnaløgunum, bátahylunum og bryggjunum kring landið, har hugaðir menn komu til lands við fongi. Aftaná langa tíð við fiskaloysi er aftur fiskur at fáa. Stórur góður fiskur.

Boðini frá mynduleikanum eru greið. Allur fiskiskapur hjá smábátum í bólki 5B skal steðga beinan vegin.

Tað er syndarligt, at vit eru komin í eina slíka støðu. Hesum hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og landsstýrið vita av longi. Atgerðarloysi ella illvilji mugu vera orsøkir til, at menn nú ikki sleppa útatrógva.

Landsstýrismaðurin má beinan vegin broyta kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019 - kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi 5A og 5B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrabátar undir 15 tons - so dagarnir, sum eftir eru, kunnu brúkast av øllum bátum í bólki 5.

Samstundis má landsstýrismaðurin boða frá, at hann beinan vegin, tá Løgtingið kemur saman á Ólavsøku, fer at leggja uppskot fyri Tingið, sum hækkar dagatalið hjá øllum bátum í bólki 5.

Bólkur 5 er samansettur av ymiskum bátastøddum, har teir “stóru” dekksbátarnir á ongan hátt kunnu samanberast við teir “smáu” opnu føroysku bátarnar. Bólkur 5 skuldi bert verið fyri hesar “stóru” bátarnar, so høvdu teir havt nokk av døgum.

Smáu útróðrabátarnir í bólki 5 eru ikki nøkur hóttan ímóti toska- og hýsustovninum og áttu at kunna fiska frítt. Teir eru darvaðir av veðri og streymi, so dagatalið verður altíð avmarkað og harvið eisini nøgdin teir fiska.

Um landsstýrismaðurin onki ger, honum so líkt, fara vit at leggja uppskot fyri Tingið á Ólavsøku, um at hækka dagatalið til bólk 5.

Jacob Vestergaard
Valevnið hjá Fólkaflokkinum

Comments

Tal-Sjussurin hjá Høgna

9/7/2019

Comments

 
Billede
Tað tykist í løtuni at verða ein øgiligt trongd hjá Tjóðveldi at fortelja okkum Norðingum hvussu ófatiliga væl tað hevur gingið seinastu 4 árini. So stór, at Høgni Hoydal er spurdur ikki minni enn 2 ferðir um hetta seinasta ári, og niðurstøðan er tann sama: Gongdin í fiskivinnuni í Norðoyggjum hevur verið framúr góð seinastu fýra árini. Eisini tá ið samanborið verður við gongdina í fiskivinnuni í restini av landinum.

Eg má siga eitt: Tjóðveldi hevur ein undarligan máta greiða frá uppá. Tá tingkvinnan úr Norðoyggjum spyr hvussu inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini hava lagað seg seinastu fýra árini – Ja so svarar Høgni Hoydal hvussu tað hevur verið seinastu 5 árini. Um hetta var ein vanlig miðnámspróvtøka, so hevði skili verið hareftir við próvtalinum. Hetta er tað man kallar at sjussa seg fram.

Men ikki nokk við tí. Høgni Hoydal hevur uppfunnið eitt hugtak fyri NORÐOYGGJAR sum eitur LUTFALSLIG LØNARÚTGJALDING pr Løntakara. Og enntá fyri Norðoyggjar. Hesi tøl eru ikki bara skeiv; tey hava onki við veruleikan at gera. Eg havi tosað við Hagstovuna (sum frágreiðingin hjá Landstýrismanninum hevur sum keldu) og lønarútgjaldingar fyri Norðoya Sýslu fyri fiskiskap og fiskiíðnað eru IKKI TØK. Og skulu tey fáast til vega, skal ein serlig koyring gerast í teirri skipan. Ergo er hesin parturin av frágreiðingini ÓSANNUR.

Sum tað næsta, er avreiðingarvirði, um vit bert taka 2018 skeivt við knøppum 50 mill kr. Sjómaður er tíbetur sjálvdan ráðaleysur, og tað eru Norðingar heldur ikki. Fyri at stuðla uppundir raksturin við fallandi kvotum, hava skip úr Norðoyggjum samstarva við Grønlendsk reiðarí, og hava skapa avreiðingarvirðir fyri 47,6 mill kr, sum ikki skulu við í hagtølunum fyri 2018. Og hetta er ómansligt, ikki at tora at síggja veruleikan sum hann er. Um onkur far for nógv og onkur annar ov lítið, skal eg ikki meta um.

Men eg kann staðfesta nøkur ting fyri Norðoyggjar við røttu tølum (KELDA: Frágreiðing frá Høgna – Grønland + VØRN). HER ER AFTUR GONGD. Taka vit nøgdirnar (Talva1) so hava Norðoyggjar eina afturgongd uppá góð 10% í mun til restina av landinum, sum hevur eina afturgongd uppá knapp 3 % frá 2017 til 2018. Og munurin er í høvuðsheitum orsakað av nýggju fiskivinnulógávuni, við tað at Norðoyggjar minka meir enn restina av landinum.

Talva 1
Nøgdir                         2017      2018       MUNUR
NORÐOYGGJAR   226.085   202.815    -10,29%
TILSAMANS           549.439   533.639      -2,88%

Hyggja vit at virðinum (uttan Grønland, sum onki hevur við hesi tøl at gera) so er myndin enn daprari. (Talva 2) Her hava Norðoyggjar knapp 13% minni virði, meðan restin av landinum hevur knapp 8% meir. Orsøkin til at virðisminkingin er størri enn nøgdarminkingin er einfald hon, at fleiri av skipunum her Norðuri virðisøkja fiskin umborð. So tá sild og makrelur minka lutfalsliga meir enn svartkjaftur (sum er bíligari fiskur) so minkar virði eisini meir.

Talva 2
Virði (1.000 kr)            2017         2018       MUNUR
NORÐOYGGJAR     739.276      645.440     -12,69%
TILSAMANS          1.536.332    1.657.264        7,87%

Minkingin er knappar 100 mill kr. frá 2017 til 2018. At siga tað at her gongdin er framúr góð, er at taka rívan til. Her haldi eg at onkur ikki hevur skilt hvussu alt hongur saman. Sum um tað ikki er nokk, so hava Norðoyggjar goldið 253 mill kr í gjøldum til landskassan í 2017 og 2018. Norðingar vita hetta, og kenna eisini sviðan av hesum.

Trongdin hjá Tjóðveldi at sjussa seg fram til nakrar sannleikir tykist so stór, at tey mugu uppfinna nýggj hugtøk og brúka ósonn tøl, soleiðis at tað skal smakka øllum her uppundir eitt val. Tað seinasta skotið er, at onkur talknúsari í Tjóðveldinum er farin at samanbera veiðivirði í 2008 og 2017, uttan so mikið sum at skonkja tí ein tanka at privatar vinnufyritøkur hava gjørt íløgur í milliardir, fyri at virðisøkja okkara tilfeingið til tað tað er í dag. Makan til arrogansu skal man leita longið eftir.

Eitt dømi: Í 2008 avreiddu vit 10.445 tons av loðnu fyri 20 mill kr. Í 2017 avreiddu vit 14.600 tons fyri 81 mill kr. Tað er vinnan sjálv sum hevur megnað at skapt fleiri krónur burturúr hvørjum kg av loðnu, og ikki Tjóðveldisflokkurin ella nakar annar. Vit skulu ansað ikki at blandað alt til ein sjuss sum ongin vil hava. Lat tað heldur verða sum í Klubbanum á Tvøroyri: Sitrón og Akvavit; Ferdogt!

Tað góða við at siga sannleikan viðhvørt er, at so hevur man ikki tørv á at minnast so nógv. Men her er tað sum hjá Otto Von Bismarck: Menniskjan lýgur ongantíð so nógv sum aftaná eina veiðuferð, tá hon er kríggj ella beint fyri eitt val. Í øllum førum er Tjóðvelisflokkurin val á veg við sínum Propaganda í løtuni.

Pól Huus Sólstein
Valevni Fólkafloksins

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.