Tað, sum er avgerandi fyri um fólk búseta seg í Føroyum, er fyrst og fremst tilknýti til landið og fólki:
1) familja/vinir, 2) starv, 3) náttúra, 4) mentan.
Tey, sum búgva uttanlands, leggja størri dent á ymist, sum kann kallast forðingar við Føroyum - t.d. starvsmøguleikar, kostnaðarstøði og ferðamøguleikar.
12% av øllum kunnu sigast leggja dent á "forðingar", tá tey hugsa um at búgva í Føroyum. 31% leggja dent á "yrkisleið", og 57% leggja dent á "tilknýti". Væl fleiri flyta aftur til Havnar úr Danmark enn tey, sum flyta til Danmarkar úr Havn.
Tey sum búgva í Føroyum eru minst arbeiðsleys (kanska tí tey ikki flyta heim fyrr enn tey hava starv).
Sera fá - nærum eingin! - av teimum sum lesa enda sum íverksetarar fyrstu árini aftaná.
Tey, sum lesa í Føroyum, hava lyndi til eisini at búseta seg í Føroyum. Bara 44 % av teimum, sum eru liðugt útbúgvin uttanlands frá 2008-20012, eru flutt aftur til Føroya. 28 % av restini rokna kortini við at búgva í Føroyum um 10 ár.
Føroysk arbeiðspláss eftirlýsa fólki við tekniskum førleikum. Stjórar siga at sera nógvar umsóknir koma frá fólki í Danmark. Og teir halda at ov nógv fokus er á ringar søgur úr Føroyum.
Hvat er tað, sum dregur fólk til Føroya?