Løgtingið samtykti einmælt at broyta revsilógina um kynsliga avnoyðslu og lokking. Hetta inniber, at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum, eins og tey eru í nógvum øðrum londum.
Áðrenn broytingina var mett at revsilógin ikki í nóg stóran mun hevði fylt við talgildu menningini og talgilda veruleikanum. Undanfarna lóggáva gjørdi tað torført hjá ákæruvaldinum at lyfta próvbyrðuna í sambandi við lokking og avnoyðslu, og tí er henda tíðarhóskandi broytingin nú framd.
”Hetta er eitt stórt fet ímóti at verja børn og ung, tá ið tey ferðast á netinum”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum fegnast um, at løgtingið einmælt samtykti uppskotið.
Les meir um lokking og avnoyðslu her.
Løgmálaráðið