Vegleiðing um tíðarfreistir í sambandi við løgtingsvalið 2022
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Norðoya Portalurin
Her vegleiðin um tíðarfreistir til Løgtingsvalið tann 8. desember, klikk link her, Vegleiðing um tíðarfreistir í sambandi við løgtingsvalið 2022 Umhvørvis- og vinnumálaráðið Elsa Østergaard er sett sum deildarstjóri á Útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan útbúgvingarøkið og gransking, sum fevnir um alt frá dagstovni, fólkaskúla, miðnámi, hægri útbúgving, gransking v.m. Elsa Østergaard er 46 ára gomul og útbúgvin cand. jur. í 2005 frá Århus Universitet, umframt at hava tikið grundleggjandi leiðsluskeið og Diplomútbúgving í leiðslu og onnur viðkomandi skeið. Hon hevur 16 ára royndir innan bæði føroyska og danska fyrisiting, harav 7 ára royndir sum fulltrúi í Innlendismálaráðnum, har hon m.a. hevur arbeitt við løgfrøði og ráðgivið leiðsluni. Í 2013 byrjaði Elsa Østergaard hjá Ríkisumboðnum, har hon enn er, og har hon síðstu árini hevur starvast sum ”høvuðsráðgevi” við leiðsluábyrgd, og har arbeiðið er fjølbroytt og m.a. fevnir um ymiskar løgfrøðiligar uppgávur. Harumframt røkir Elsa Østergaard ymiskt nevndararbeiði, eitt nú var hon forkvinna í Kærunevndini fyri Lendismálum í nøkur ár, áðrenn henda var niðurløgd, hon er limur í Yvirfriðingarnevndini og ráðgevi fyri Norsk Veritas. Elsa Østergaard tekur við starvinum tann 1. januar 2023. Uttanríkis- og Mentamálaráðið Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, var í Klaksvík miðskeiðis í september mánaðinum, har kom hann við møguleikanum, at gera eitt nýtt røktarheim í Klaksvík. Røktarheim hoyra undir Kommurnar, men ætlanin er at røktarheimi á Klaksvíkar Sjúkrahús, ið hoyrir undir Landsstýrinum skal flyta út. Í løtuni húsast búfólk í Niðri stovu og á Uppi stovu í núverandi røktarheiminum á Klaksvíkar Sjúkrhúsi, á tann hátt fær Klaksvíkar Sjúkrahús meira pláss og kann gerast uppaftur meira tíðarhóskandi og betri. Haldi at Klaksvíkar Kommuna skal gera skjótt av og biðja um ein fund við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum og eitt upplagt staðseting er at vit byggja eitt nýtt røktarheim beint við síðuna av Heimið við Vágna, eitt nú norðureftir ella suðureftir, sjá tekning, kanska betur norðureftir, tí har er fylt út og er næstan klárt at byggja. Tilfar til útfylling hava vit ríkiligt av, bæði við útbyggingini á Fossum og Tunlar norður um fjall. Eisini er staðsetingin góð, tí so kann man brúka hentleikarnar í heiminum við Vágna til nýggja partin av røktarheiminum og so kundi man byrja at bygt beinanvegin. Røktarheimi kundi verið bygt í stigum, alt eftir fíggjarstøðuni hjá kommuni og eftir tørvinum hjá okkara eldru. Nú eru 14 fólk á bíðilistanum og byrjar man at byggja norðureftir fyrst í 2023, so kundi man bygt til tey sum búgva á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyrst og sum skulu flyta úr røktarheiminum og tað skuldi ikki kosta Klaksvíkar Kommunu tað stóra. Parturin hjá Landsstýrinum skal vera at byggja røktarheimi við øllum tíðarhóskandi hentleikum, so hesi fáa eitt nýtt heim at búgva í og so kann parturin hjá Klaksvíkar Kommunu at gera økið byggiklárt. Hetta skuldi verið eitt einastandandi uppskot, bæði fyri landi og Klaksvíkar Kommunu, her mynd av økinum við Sævargøtu og Faktorsvegi, sjá niðanfyri. Símun á Høvdanum, Býráðslimur Ein hjartans tøkk til hvønn einstakan av tykkum 4222, sum stóðu saman um fólkaflokkin og góvu honum atkvøðuna á fólkatingsvalinum. Tíverri rakk hetta ikki til ein sess á fólkatingi, men vit missa ikki móti og taka dystin uppaftur. Vit vóna og vænta og mugu arbeiða fyri at fáa írestandi atkvøðurnar heimaftur til løgtingsvalið. Føroyar og føroyingar hava brúk fyri okkara politikki - ongantíð meir enn nú. Ein serlig og innilig tøkk til øll tykkum 572 kring alt landið, sum atkvøddu fyri mær persónliga . Hóast stóru afturgongdina hjá fólkaflokkinum, so fekk eg hesuferð mítt hægsta persónliga atkvøðutal nakrantíð. Tað fløvar og er nakað, sum eg seti ómetaliga stóran prís uppá og gevur mær hug og dirvi at halda á. Elsebeth Mercedis Gunnleygsóttur Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum er 25. november, og aftur í ár fara vit at varpa ljós á dagin. Í ár fara vit at viðgera evnið talgildur harðskapur við framløgum og sofapráti. Talgildur ella digitalur harðskapur er eitt nýtt og vaksandi fyribrigdi innan harðskapsøkið. Vit vita frá kanningum, at triðja hvør kvinna kring allan heim er ella hevur verið fyri harðskapi – antin likamligum, kynsligum ella sálarligum. Og nú vísir nýggj kanning, at ein av 10 kvinnum, eldri enn 15 ár, hevur verið fyri fyri talgildum harðskapi. Talgildur harðskapur kann vísa seg eitt nú seksuelt, sálarliga og fíggjarliga, og persónligu fylgjurnar eru eyðsýntar. Sálarligu avleiðingarnar kunnu verða stórar, og eisini síggja vit, at talgildi harðskapurin kann ávirka starvsmøguleikar hjá kvinnuni, tí við talgilda harðskapinum verða upplýsingar av ymiskum slagi almannakunngjørdar. Á tiltakinum í ár verða tvær framløgur. Katrin Thorsvig Hansen er høvurðsákæri, og fer at greiða frá lógarverkinum, hvussu støðan er við talgildum harðskapi í Føroyum og hvussu slík mál verða handfarin, tá ið tey verða meldaði. Ta seinnu framløguna fer Bjørt Lind, sálarfrøðingur at hava. Framløgan fer at snúgva seg um, hvat harðskapur er – undir hesum talgildur harðskapur - hvussu hetta slagi av harðskapi ávirkar tann rakta og hvønn stuðul og hjálp tey raktu hava tørv á. Eftir ein steðg verður sofaprát. Á tiltakinum verður Óluva Zachariassen orðstýrari. Tiltakið verður 25. november kl. 13-16 í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7. Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Les alla skránna HER Fyriskiparar eru Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty Føroyar og Sig frá/Almannamálaráðið. GG! Tilmelding er ikki neyðug, men vit eru takksom um tit geva okkum eitt prei á kristjan@amr.fo, um tit koma. Almannamálaráðið Í hesum døgum er Ársfundur Norðurlandaráðsins í Helsingfors í Finnland. Í ár eru tað 70 ár síðani Norðurlandaráðið varð sett á stovn. Kaj Leo Holm Johannesen er føroyskur samstarvsráðharri í norðurlandamálum og hevur m.a. til uppgávu, at samskipa norðurlendska samstarvið, bæði innanhýsis í Føroyum og millum hini norðurlondini. Tað, sum serliga hevur føroyskan áhuga er, at fáa fullgildigan limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlanda Ráðharraráðnum. Eitt samt Løgting stendur aftanfyri hesum ynski og hevur tað verið arbeitt nógv og miðvíst við hesum í nógv ár. Tað, sum vanliga verður ført fram er, at Helsingforsavtalan, ið er formligi karmurin um norðurlendska samstarvið, ikki heimilar Føroyum at gerast fullgildigur limur í Norðurlandaráðnum og Norðurlanda Ráðharraráðnum. Í ár bar Bertel Haarder, norðurlandaráðslimur, fram ynski um at broyta Helsingforsavtaluna, m.a. tí at avtalan er grundað á, at tað skulu verða einmæltar samtyktir (“konsensusprinsippið”), tá meginregluligar avgerðir skulu takast. Á henda hátt kann eitt einstakt land forða fyri broytingum og tí kann vandi verða fyri, at tann sum vil minst avgerð mest. Eitt annað sjónarmið, sum varð ført fram frá sama norðurlandaráðslimi var, at Helsingforsavtalan átti at verið broytt, so Føroyar kunnu taka lut á javnbjóðis føti við hini norðurlondini á økjum, sum Føroyar hava yvirtikið. Íslendski forsætisráðharrin tók undir við hesum og segði, at hon stuðlaði hesum til fulnar. Í røðu síni segði Kaj Leo Holm Johannesen m.a. at “Tað er bert Føroyar, sum kunnu taka ábyrgd og umboða seg í málum, sum vit sjálvi hava yvirtikið. Tað er ikki ábyrgdarfult, at lata onnur umboða okkum, tí tey hava ikki innlit í okkara viðurskifti.” og víðari segði Kaj Leo eisini: “At vit vilja ikki bert vera við, har vit sleppa, men vit vilja vera við fult og heilt.” Kaj Leo Holm Johannesen, norðurlendskur samstarvsráðharri Uttanríkis- og Mentamálaráðið Í morgun var franski sendimaðurin í Keypmannahavn, Christophe Parisot, í Tinganesi á vitjan hjá Bárður á Steig Nielsen løgmanni. Løgmaður og franski sendimaðurin umrøddu mál, ið Føroyar og Frakland hava felags áhuga í, eitt nú fiskivinnu og ferðavinnu. Franski sendimaðurin vísti millum annað á møguleikar við eini vaksandi ferðavinnu millum Føroyar og Frakland, nú Atlantic Airways flýgur beinleiðis til París. Eisini umrøddu teir fiskiveiðusamstarvið í Norðuratlantshavi, har bæði Føroyar, og Frakland, sum partur av ES, eru strandarlond. Bæði løgmaður og franski sendimaðurin løgdu dent á týdningin av at finna semjur, fyri at tryggja framhaldandi burðardygga fiskiveiðu. Løgmaður nýtti eisini høvi til at gera vart við føroyska ynski, um at styrkja samstarvið við ES, har Frakland jú er eitt av teimum størstu limalondunum. At enda umrøddu løgmaður og sendiharrin økta trygdarpolitiska áhugan fyri Norðuratlantshavi og Arktis, eisini sæð í ljósinum av krígnum í Ukraina. Løgmansskrivstovan |
Greinar
April 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com |