Fríggjadagurin hevur fingið eina heldur váta byrjan. Men tíbetur eru ráð fyri tí!
Fyrsta tiltakið á skránni verður nevniliga innandura í fjósinum, har Stanley Samuelsen hevur verkstovu um guitar tuning.
Ikki er neyðugt at taka egnan guitara við. Tú skalt bara troppa upp í fjálga fjósinum, har Stanley vísir tær heili átta ymsar mátar, hvussu tú kanst tuna tín guitara.
Ljóðar guitarin heima við hús eitt sindur syndarligur? Ella gloymdi tú kanska bara regnjakkan heima? Skunda tær yvir í fjósið kl. 14!
JáH (y) 15.07.2016
Kelda: G! Festival