40 ára gamla stjørnan og klædna designari vóru báðar tvær í bólkinum Spice Girls, saman við Emma Bunton, Geri Halliwell og Melanie B.
Sjálvt um tað er langt síðani at tær vóru saman, so heldur Mel uppá at Victoria og hon eru nær og at tær hava tað stuttligt, tá tær eru saman.
"Victoria og eg plagdu at brúka nógva tíð saman, tá ið vit vóru í bólkinum og tað er deiligt at hava hvønn annan nær. Hon hevur ein turran sans fyri humor, tí menniskjur hava ongantíð ordiliga skilt hana sum eg geri," greiddi Mel C fyri tíðindablaðnum Closer."
"Tá ið genturnar eru saman, so royna vit altíð at vera ordiliga bíttar og øsa Victoriu, so at tað gongur uppá nervarnar hjá Victoriu, men vit royna eisini at fáa hana at uppføra seg bítta og síggja tað stuttliga í tí."
Og Mel C heldur áframm um restina av Spice gentunum: " Har er ikki sooo nógv broytt við okkum. Vit hava allar okkara rollur í lívinum. Emma er ógvuliga stuðlandi og ein persónur sum tú kanst stóla uppá. Eg sjálv eru ein diplomat og royni at hava alt róligt í bólkinum. Geri er tann svaka, sum fær okkum allar at flenna og Mel B er ræðandi!"
Og til tykkum, sum ikki ordiliga kenna Spice Girls so er sangurin niðanfyri sangurin sum gjørdi tær heimskendar:
JáH (y) 09/03-14