Hóast tónleikurin heldur eina pausu, er ivaleyst at síggja og hoyra í Syðrugötu. Meðan bíðað verður eftir næsta bólki, leita fólk sær til pannukökubúðina, har köin gongur heilt oman til sandin.
Kokkteylkjallurin er stúvstappaður við kátum, dansandi fólki, ið skrála hart við til 'Sweet Home Alabama,' samstundis sum tey royna at halda fast í plastikglösum.
Á spæliplássinum hevur ein fegin trunki sett seg niður á völlin. Meðan ein spælir trummur á lærinum syngja hini gamlar slagarar, hvör í síni oktav.
Fleiri hava longu stillað seg frammanfyri pallin á sandinum, onnur spasera spakuliga oman. Eina lítla lötu hoyrist eingin tónleikur, bert gleimur, men so rungar ein svakur bassur, og ljósini bleiktra um alla víkina. SBCR aka The Bloody Beetroots trína á pall, og fjöldin flippar út.
JáH (y) 15.07.2016
Kelda: G! festivalurin