NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

1.106 fólk koppsett í gjár

28/5/2021

0 Comments

 
Picture
​1.106 fólk koppsett í gjár

Í gjár vórðu 1.106 fólk koppsett, 168 fólk fingu fyrra prikið og 938 fólk fingu tað seinna.

Tilsamans 31.823 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 20.618 fólk, tað svarar til 38,7% av fólkatalinum, hava fingið fyrru koppsetingina. 11.205 fólk, tað svarar til 21,1% av fólkatalinum, hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Heilsumálaráðið

0 Comments

Fýra smittutilburðir staðfestir í gjár

27/5/2021

0 Comments

 
Picture


Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, mikudagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Øll eru partur av kendari smittuketu. 

1.919 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 272.615 kanningar.

701 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 31 persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

0 Comments

537 fólk koppsett í gjár

27/5/2021

0 Comments

 
Picture


537 fólk vórðu koppsett í gjár, mikudagin. 129 fólk fingu fyrra prikið og 408 fólk fingu tað seinna.

Tilsamans 30.719 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 20.450 fólk, tað svarar til 38,4 % av fólkatalinunum, hava fingið fyrru koppsetingina. 10.269 fólk, tað svarar til 19,3 % av fólkatalinunum, hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Heilsumálaráðið

0 Comments

​515 fólk koppsett í gjár

26/5/2021

0 Comments

 
Picture
​Í gjár vórðu 515 fólk koppsett, 250 fólk fingu fyrra prikið og 265 fólk fingu tað seinna.

Tilsamans 30.184 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 20.321 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 9.863 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Heilsumálaráðið

0 Comments

1.020 fólk koppsett í gjár

25/5/2021

0 Comments

 
Picture


Annan hvítusunnudag vórðu 1.020 fólk koppsett. 627 fólk fingu fyrra prikið og 393 fólk fingu tað seinna.

Nú eru tilsamans 29.668 koppsetingar gjørdar í Føroyum við koppingarevninum Pfizer/BioNTech.

20.071 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 9.597 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Heilsumálaráðið

0 Comments

​588 fólk koppsett seinastu dagarnar

23/5/2021

0 Comments

 
Picture
​588 fólk koppsett seinastu dagarnar

Tilsamans 588 fólk vórðu koppsett hósdagin og fríggjadagin. 47 fólk fingu fyrra prikið og 541 fólk fingu seinna prikið.

Tilsamans eru 27.681 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 19.206 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 8.475 hava fingið seinnu koppsetingina, og eru harvið liðugt koppsett.

Heilsumálaráðið

0 Comments

Eingin tilburður staðfestur í gjár

18/5/2021

0 Comments

 
Picture
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

888 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 260.878 kanningar.

670 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 667 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru tveir persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

0 Comments

Fyrsta flagið til Heimið til børn og ung við autismu loyst

3/5/2021

0 Comments

 
Picture
Seinnapartin í dag loysti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, fyrsta flagið til Heimið til børn og ung við autismu.

Heimið, sum verður bygt í Kvíggjartúni á Argjum, verður eitt bú- og umlættingarheim umframt at hava eina virkniseind - skipað í býlingum.

Í sambandi við at fyrsta flagið varð loyst, varð skipað fyri einum hátíðarhaldi og landsstýriskvinnan helt røðu. Landsstýriskvinnan segði m.a.

Býlingurin er ein av teimum fyrstu av sínum slag, og fer bæði nøkta tørvin hjá teimum, ið eru sera illa fyri og hjá teimum, ið koma til umlætting, venjing og í frítíðarskúla. Góðar umstøður til fólk við autismu eru altavgerðandi fyri teirra trivnað sum heild, og tí gleðist eg um, at vit skjótt kunnu bjóða teimum bestu umstøður.
Lesið røðuna niðanfyri.

Góðan dag og vælkomin øll somul!
Hetta er av sonnum ein stór løta í dag, nú eg fari at loysa fyrsta flagið til heimið til børn og ung við autismu.

Eg má siga, at eg eri fegin um, at vera í fremstu røð á hesum øki, tí flestu lond hava ikki enn bygt býlingar til fólk við autismu, tó at nakrir tílíkir bygningar eru at finna.

Flestu okkara, sum eru savnað her, vita, at heimið, sum bæði fer at hava bústaðir, umlætting og virkniseind til børn og ung við autismu, hevur eina drúgva søgu:

Tað var í 2014, at byrjað varð at tosa um at fara at byggja eitt heim til børn og ung við autismu í Havn.

Í 2015 varð ein bygginevnd sett at gera eina byggiskrá, og í desember 2017 varð so verklagslógin løgd fyri Løgtingið.

Hóast tað vísti seg seinni, at tað var neyðugt at umprosjektera verkætlanina, tí at hon bleiv ov dýr í fyrstu útbjóðing, haldi eg at endaliga úrslitið er sera gott, og vænti og vóni eg, at heimið fer at verða til stóra gleði og gagn hjá teimum, sum skulu húsast her.

Eitt samt Løgting samtykti at fara undir at fyrireika og byggja heimið.

Høvuðsráðgevin, KONTRAST, fekk til uppgávu at sniðgeva henda serstaka bygning, har nógv atlit eru at taka, og har vit skulu hugsa um serliga tørvin hjá teimum børnum, sum skulu vera her.

Heimið verður skapað sum ein býlingur í trimum eindum, sum allir samstundis eru í eini heild.

Býlingurin er grundaður á hugsjónina um at fevna og verja íbúgvarnar í einum virkisgrundaðum, tryggum og heimligum umhvørvi.

Ikki tykkum at siga, so er Høvuðsendamálið við býlinginum at skapa eitt umhvørvi, ið hóskar til børn og ung við autismu.

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk við autismu eru fyri:

Nøkur eru so sansaviðbrekin, at tey illa tola ljós og ljóð.

Onnur eru betri fyri og hava góðar møguleikar at menna seg sosialt og kropsliga við námsfrøðiligum venjingartilgongdum.

Í sokallaðu Virkniseindini skulu vera venjingar og aðrar menningartilgongdir.

Býlingurin skal sostatt bæði nøkta tørvin hjá teimum, ið eru sera illa fyri og hjá teimum, ið koma til umlætting, venjing og í frítíðarskúla.

Góðar umstøður til fólk við autismu eru altavgerðandi fyri teirra sálarheilsu, orkuró, miðsavnan og trivnað sum heild, og tí gleðist eg um, at vit skjótt kunnu bjóða teimum bestu umstøður.

Býlingurin, sum vit nú fara at grava út fyri, er, sum fyrr nevnt,  ein av teimum fyrstu av sínum slag.

Fyrsta flagið til Heimið til børn og ung við autismu loyst

Seinastu árini hevur verið granskað í, hvussu vit best kunnu sniðgeva umhvørvið til fólk við autismu, og henda ætlan tekur støði í júst hesi gransking og hesari vitan.

Nú byggiverkætlanin rættiliga fer av bakkastokki, fari eg at nýta høvið at takka bygginevndini,  KONTRAST og øllum undirveitarum.

Takk øll tit, sum við dugnasemi, innliti og royndum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at skapa henda serstaka bygning.

Sjey arbeiðstakarar fara at standa fyri byggingini. Tykkum verður ynskt blíðan byr við arbeiðinum, og eg hopi at tað fer tykkum gangast væl.

Eg fari eisini at takka Løgtinginum og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild, eins og øllum teimum, sum hava havt ein virknan leiklut í at gera hesa verkætlan til veruleika.

Vón mín er, at hetta verður eitt gott heim hjá teimum fólkum, sum skulu búgva og vera her.

Vónandi fara tey, eins og teirra avvarðandi at kenna seg væl í Kvíggjartúni.

Við hesum orðum er løtan komin, har eg fari at loysa flagið.

Almannamálaráðið

0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.