
Annan hvítusunnudag vórðu 1.020 fólk koppsett. 627 fólk fingu fyrra prikið og 393 fólk fingu tað seinna.
Nú eru tilsamans 29.668 koppsetingar gjørdar í Føroyum við koppingarevninum Pfizer/BioNTech.
20.071 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 9.597 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Heilsumálaráðið