NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Danskarar hava ringt við at skilja læknan

20/4/2014

0 Comments

 
Picture
Danskara við styttri útbúgving og vánaligari løn hava tað ringt við at skilja informatión rundanum heilsu.

Ein nýggj gransking frá Aarhus Universiteti vísur á, at áleið 4. hvør danskari við styttri útbúgving og vánaligari løn hava tað svert við at forstanda tí informatión, sum teir fáa frá læknum og øðrum fólkið innan heilsu. Tað er galdandi fyri bæði munnligari og skrivligari informatión.

Øðvugt so hava tey við hægri útbúgving og betri lønt - ongan trupuleika at skilja boðskapin innan heilsu. Har eru tað bert 5 % sum ikki skilja informatiónina kring heilsu.

JáH (y) 20.04.2014

0 Comments

At gevast við Champix: Dagur 10 

12/4/2014

0 Comments

 
Picture
Nåmen, so valdi eg heldur at kasta handklæði í ringin og gevast við Champix. Eftir at hava havt luft í maganum (í nakrar dagar nú), ringan appetit, húð irretatión, ørkylmandi dreymar og alt ov nógvar humør svingingar - so velji eg also at tveita rest av Champix kurinum í skrell. 

Óttin fyri at eisini at blíva deprimeraður av kurinum tiltalar meg heldur ikki, so rætt og slætt - so tori eg heldur ikki at halda áfram við Champix kurinum. Ymiskir aðrir bivirkningar kunna eisini vera, so fyri mítt viðkomandi, so er Champix ikki tað vert. Og so skal eg líka skriva tað eisini, at sjálvt um Champix kururin ikki er mín koppur av the, so veit eg um fólk, sum brúkt hava kurin - har kururin hjálpt teimum, har tey eru givin við at roykja.

Men fyri tað um eg gevin við Champix kurinum, so merkir so ikki tað, at eg IKKI velji at leggja av við at roykja. Nei, tí nú fari eg at leggja av við at brúka mína vilja styrki og kanska keypa mær eina "baby" sigarett (við ongum nikotin í) úr Magn støðini. Falska sigarettin kostar einans 75 kr og ein kann fáa 500 "sug" úr einari "baby" sigarett. Kanska fer hetta at hjálpa - kanska ikki ...

... men tá alt kemur til alt, so handlar tað kanska nógv meira um viljastyrki enn nakrar Champix taplettur, sum ein fær skrivandi frá lækna. Eg havi brúkt viljan til at gevast við at drekka (ein dag í senn), so man ikki tað, at ein eisini hevur viljan til at gevast við at roykja ein dag í senn ..?

Tað kemur tíðin at vísa - men eitt veit eg, at til Champix kann eg bert siga: "Aidos !!!"

JáH (y) 12.04.2014

0 Comments

At leggja av við at roykja við Champix: Dagur 9

11/4/2014

0 Comments

 
Picture
Nú taki eg tvær taplettur um dagin og nú eru tær 1 mg stk. Og eg føli so sanniliga munin á tí. Sigarettin smakkar av Helviti til og nú royki eg bert tí at mær manglar nikotin - men eg veit faktist ikki um eg megni at roykja til dag 14, sum eg setti mær fyri. 

So tað kann gott vera, at eg longu ímorgin gevist við at roykja ... or maybe not !!!

So hví skrivað "Fucking Champix" í talubobluna ..? Ja, tað skal eg so væl siga tær. Í dag føli eg kvalma og havi "luft" í maganum. Eg eri eisini byrjaður at stúra, at eisini eg kann blíva deprimeraður av taplettunum - tí eg havi tosað við mong onnur, sum eisini hava roynt Champix og eru summi av teimum blivin deprimeraði av taplettunum.

Um eg hevði spurt meg eitt sindur fyri áðrenn eg fór í holt við hesar taplettur, so ivist eg ávorliga um eg hevði farið í holt Champix kurin - men hinvegin so er tað kanska tað vert um eg veruliga leggji av við at roykja. Tí eg havi faktist ongantíð lagt av við roykja, síðan eg byrjaði sum gott 14 - 15 ára gamal. Og nú eri eg also 34 ára gamal.

Og sjálvt um ymiskir "normalir" bivirkningar eru av taplettunum, sosum: Høvupína, sovu-trupuleikar, kvalma og órógvan av dreymum - so eru meira ávorliga bivirkningar, sum ein krevur at vera varin við. Og her tosað vit also um:

Depressión, Angst og Hallucinatiónir, Tinnitus, Febur, Manglandi appetit osv., og hevur tú okkurt av hesum - so noyðist tú also at gevast við Champix kurinum sum skjótast. 

So hvat so um havi eg eitt sindur av "luft" í maganum, droymi nakað nógv, humørsvingningar og eitt sindur av kvalma ..? Hatta er prísurin, sum eg má gjalda fyri at hava roykt í gott 20 ár - og so vil eg eisini enda við at siga, at sjálvt um sigarettin smakkar av Helviti til, so fari eg also nú ein túr út at roykja mær eina sigarett. Aufwiedersehen, tit !!!

JáH (y) 11.04.2014  

0 Comments

At leggja av við at roykja við Champix: Dagur 6

8/4/2014

0 Comments

 
Picture
Tað er nú 6 dagar síðani, at eg byrjaði uppá Champix tapletturnar - sum hjálpa skula mær at leggja av við at roykja. Og eg má siga, at longu nú so byrji eg føla eina ávirkan av teimum.

Eg royki nú ein pakka av Prince um dagin (og ikki 1 ½) og sigaretturnar byrja at smakka illa. Veit ikki um tað bert er nakað sum eg billi mær sjálvum inn, men soleiðis føli eg also at sigarettin smakkar beint nú.

Eg taki nú 2 taplettir av Champix um dagin (eina 0,5 mg um morgunin og eina 0,5 mg um kvøldið) og eg (sum sagt) byrji heilt ávorligt at føla munin. Eg havi tó ikki fingið nakað serligt av bivirkningum (grundað av taplettunum) enn - men eg havi hoyrt frá fólkið sum hava tikið Champix, at tey eru blivin heilt ávorliga deprimeraði av taplettunum - men tað eri eg so ikki blivin enn, so eg ætli mær at halda áfram at taka tapletturnar til kururin er liðugur (ca. 12 vikur).

Men aftur til trongdina og smakkin. Eg havi enn trongd at roykja og gera tað enn - men smakkurin er slett ikki tann sami. Og ein av høvuðsgrundunum, at eg roykti varð, at mær dámdi so væl smakkin av einari sigarett. Nú tá smakkurin er vekk, so er hugurin heldur ikki tann sami at roykja - sjálvt um eg enn royki eini 20 sigarettir um dagin. So higartil, so hevur Champix í hvørtfall fingið meg uppá aðrar tankar um sigaretturnar. Men eg havi nakrar dagar eftir at roykja í - so tað geri eg ..!

JáH (y) 08.04.2014

0 Comments

At leggja av við at roykja við Champix: Dagur 1

3/4/2014

0 Comments

 
Picture
Champix eru nakrar tablettir, sum tú fær frá læknanum og kosta 873,00 kr. Tær vilja tað helst hava tað soleiðis, at tú hevur lagt av at roykja um góðar 12 vikur. Frá 1. degi (sum eg í dag) er tað ongin trupuleiki at roykja víðari - men eftir dag 7, so skalt tú helst vera givin at roykja.

Eg sjálvur havi roynt at lagt av við at roykja - men tað hevur eydnast mær heilt ótrúliga illa. Eg havi roynt: Súgvitabettir, Spray, Tyggigummi, Plástur og enntá Pípu - men onki hevur eydnast mær, og tískil so royni eg hesar tabettirnar sum eg havi fingið ígjøgnum lækna (ein kann ikki bert keypa tær á Apotekinum - tú skal hava tær frá lækna).

Eg byrjaði í morgun (og sum sagt áður) so kann eg gott roykja mín 1 ½ pakka um dagin tí fyrstu vikuna - so tað geri eg eisini. Ein tekur eina tablett 3 teir fyrstu dagarnar og dag 4, so byrjar tú at taka 2 taplettir um dagin (eina á morgni og eina um kvøldið), so spennandi verður tað, um Champix livur upp til sítt navn og fær meg, at leggja av við at roykja (fari at skriva um  tað við nøkrum døgum ímillum). Vi får se, folkens !!!

JáH (y) 03.04.2014

0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.