NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Var sera buldrasligt í Klaksvík klokkan 08:30 í morgun

29/2/2020

0 Comments

 
BilledeSam og Jósup, mynd tikin tann 29.02.2020 klokkan 08:42
News.fo og Norðoya Portalurin vóru ein biltúr, tá ið tað leikaði harðast á í morgun. Landsverk boðaði frá á teirra heimasíðu, at í hvirlunum var upp til 44 m/s á Gerðabøi.

Fór ein biltúr til Gerðabø og rætt hevði Landsverk, har kom ein sera hørð hvirla, sum var heilt sikkurt omanfyri 44 m/s, eg stoppaði bilin og krokaði við húsini hjá Karl Hera og tað stóð nógv á, so tað var best at venda bilin og so inn aftur til Klaksvíkar.

Løtu seinni komu Fuglberg og Skoraberg aftur av túri, teir høvdu brotið túrin av vegna veður.

Her ein hvirla tikin upp á Stongunum beint eftir klokkan 8, sjá filmsklipp.

​SáH

0 Comments

Breaking News: So kom Coronavirussið til Aarhus, nú tríggir danir smittaðir

29/2/2020

0 Comments

 
Billede
BREAKING NEWS:Aarhus Universitethospital kann nú staðfesta, at ein maður hevur fingið Coronavirus í Aarhus.

Hesin maðurin hevði verið á einari ráðstevnu í Munchen, har hann væntandi hevur fingið sær smittuna.

Nú eru tríggir danir smittaðir, ein frá TV2, ein á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og nú í morgun ein í Aarhus.

Les meira, klikk her, “Tredie danske person bekræftet smittet med COVID-19”

Sjá filmsklikk herundir, mín meining í løtuni.

Her kunnu tit fylgja við, hvussu nógv eru smittaði av Coronavirussinum runt heimin, klikk her; "Coronavirus COVID-19"

SáH

0 Comments

Tilboðið um ókeypis kikhostakoppseting til barnakonur verður longt

2/2/2020

0 Comments

 
Billede
Av tí, at kikhosta farsóttin í Danmark ikki er av, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen gjørt av at leingja tilboðið um ókeypis koppseting ímóti kikhosta til barnakonur. Tilboðið verður longt til tann 30. apríl 2020.

Kikhosta farsóttin hevur verið verri at basa, enn fyrst hildið, tí hava donsku heilsumyndugleikarnir mælt til at leingja tilboðið um koppseting til barnakonur móti kikhosta. Landsstýrismaðurin hevur fylgt tilmælinum frá donsku heilsumyndugleikunum og longt tilboðið.

Tá barnakonur verða koppsettar, verða nýfødd børn vard teir fyrstu mánaðirnar, áðrenn tey sjálvi kunnu verða koppsett. Harvið verður byrgt fyri, at børnini gerast sjúk við kikhosta.  

​Tær barnakonur, sum ynskja at verða koppsettar ímóti kikhosta, skulu venda sær til egnan kommunulækna.

Landsstýrismaðurin gleðist um, at barnakonur framhaldandi kunnu hava møguleikan at koppsetast móti kighosta.

Heilsu- og Innlendismálaráðið

Lýsing Amarant
Billede
0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.