NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Nýggj almannalóggáva á nýggjárinum

30/12/2020

0 Comments

 
Picture
​Vit eru komin eitt týðandi fet á leiðini at fáa eitt samfelag við tíðarhóskandi vælferðartænastum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at lóggávan fer at tryggja okkara borgarum eina betri tænastu, rættartrygd og nýggjar møguleikar at liva og virka í Føroyum.

Landsstýriskvinnan hevur síðstu mánaðirnar arbeitt við at orða eina røð av kunngerðum, soleiðis at tað verður ein fullfíggjað skipan, sum tekur við 1. januar 2021.

Kunngerðirnar, sum eru lýstar, fevna m.a. um rættin hjá avvarðandi at vera heima hjá álvarsliga sjúkum og fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Eisini fevna kunngerðirnar um viðurskifti so sum endurvenjing, virksemið á bútilboðum, borgarastýrda stuðulstænastu o.m.a.

Nýggi lógarpakkin um almannatrygd og tænastur kemur í gildi á nýggjárinum, og samstundis verður gamla forsorgarlógin, sum er ein donsk lóg frá 1960’unum, sett úr gildi.

Almannamálaráðið

0 Comments

Øll sjúkrahúsini lata aftur fyri vitjandi

20/12/2020

0 Comments

 
Picture
Fyri at binda um heilan fingur lata Landssjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahús og Klaksvíkar sjúkrahús nú aftur fyri vitjandi.

Eru serligar umstøður sum tala fyri, at ein sjúklingur fær vitjan, skal hetta avtalast við deildina

Nýggju reglurnar koma í gildi beinanvegin og eru fyribils galdandi í tvær vikur.

Ansið væl eftir hvørjum øðrum.

​Klaksvíkar Sjúkrahús



0 Comments

Klaksvíkar Sjúkrahús fjórða sunnudag í advent

20/12/2020

0 Comments

 
Picture
So eru vit komin til fjórða sunnudag í advent. Fýra dagar eru eftir til jólaaftan, veðrið er gott, kanska í so summarsligt í mun til árstíðina, men ordiliga gott.  

Vit eru nú eisini komin til seinastu adventssøguna. Hendan søgan minnir okkum enn einaferð á at vera góð við hvønn annan, so fitt søga 🥰

Søgan kann lesast her: "heit hjørtu í bítandi kulda"

Klaksvíkar Sjúkrahús

0 Comments

Eingin smittutilburður í gjár

18/12/2020

0 Comments

 
Picture
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í gjár vórðu 898 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 181.233 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 534 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 516 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 18 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

0 Comments

Tveir smittutilburðir í gjár

17/12/2020

0 Comments

 
Picture
Tveir smittutilburðir í gjárTveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
 
Annar persónurin er útlendingur, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. Hin persónurin býr í Føroyum. Í løtuni er óvist, hvussu viðkomandi er blivin smittaður. Báðir persónar eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1198 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 180.335 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 534 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 512 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

​Heilsumálaráðið

0 Comments

Soleiðis kannar Sjúkrahúsverkið fyri koronu um jólini

17/12/2020

0 Comments

 
Picture
Sjúkahúsverk Føroya boðar nú frá, hvørjar dagar kannað verður fyri koronu um jólini. 

Á Eystaru bryggju í Havn
20. desember kl. 14 - 16
21. desember kl. 17 - 19
22. desember kl. 20 - 22
23. desember kl. 17 - 19
24. desember kl. 10.30 - 12.30
25. desember kl. 8.30 - 10.00
26. desember kl. 11.30 - 13.30
28. desember kl. 17 - 19
29. desember kl. 20 - 22
30. desember kl. 17 - 19
31. desember kl. 14 - 16
1. januar kl. 16 - 18 

Við Trongisvágs skúla á Tvøroyri
21. desember kl. 8 - 10
23. desember kl. 8 - 10
25. desember kl. 9 - 12
28. desember kl. 8 - 10
30. desember kl. 8 - 10
1. januar kl. 13 - 15

Á Faktorsvegi í Klaksvík
21. desember 8 - 12
23. desember 8 - 12
25. desember 8 - 12
28. desember 8 - 12
30. desember 8 - 12

1. januar verður eisini kannað. Nærri boð um tíðir koma seinni.

Sjúkrahúsverk Føroya fylgir neyvt við støðuni, og verður tørvurin brádliga størri vegna eitt nýtt smittuútbrot, so verða neyðugar tillagingar gjørdar.

Heilsumálaráðið​

Picture
0 Comments

Tveir smittutilburðir í gjár

16/12/2020

0 Comments

 
Picture
​Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tann eini persónurin hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. Hin persónurin fekk staðfest smittuna við kanning tríggjar dagar eftir, at viðkomandi var komin til Føroya úr útlondum. Báðir  eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1020 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 179.137 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 532 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 512 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 20 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsamálaráðið

0 Comments

Tveir smittutilburðir í gjár

15/12/2020

0 Comments

 
Picture
Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tann eini persónurin er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Hin persónurin býr í Føroyum, og hevur verið uttanlands. Viðkomandi fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. 

Í gjár vórðu 1455 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 177.989 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 530 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 24 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsamálaráðið

Picture
0 Comments

Eingin smittutilburður í gjár

14/12/2020

0 Comments

 
Picture
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í gjár vórðu 247 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 176.667 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 528 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Picture
0 Comments

Tríggir smittutilburðir í gjár

13/12/2020

0 Comments

 
Picture
Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tveir persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. 

Í gjár vórðu 670 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 176.383 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 528 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Heilsumálaráðið

0 Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.