NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Eg ynski at arbeiða fyri tey, sum bera brek og hava varandi sjúkur

29/8/2019

0 Comments

 
Billede
Eg ynski at arbeiða fyri tey, sum bera brek og hava varandi sjúkur. Í hesum sambandi skal ein heildarætlan gerast, sum MEGD hevur eftirlýst.

Síggj viðhefta film, har ið eg greiði frá einum av mínum hjartamálum, sum eru sera átrokandi.

Set X við Una Rasmussen
Set X við Fólkaflokkin

Gott val!

Uni Rasmussen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
til løgtingsvalið 2019

Billede
Billede
0 Comments

Skjót diagnostisering eins umráðandi sum viðgerðartrygd

29/8/2019

0 Comments

 
Billede
Flest allir flokkar hava viðgerðartrygd við í teirra valskrá, hesum taka vit í Fólkaflokkin sjálvsagt eisini undir við. Tað, sum tó er eins umráðandi er, at sjúklingar fáa skjóta staðfesting og diagnostisering av teirra sjúku, tí jú fyrr sjúka verður staðfest tess skjótari og lættari er at lekja sjúkuna.

Ì Føroyum fær 10. hvør kvinna staðfest bróstkrabba. Hetta er eitt alt ov stórt tal.

Tosaði við eina 39 ára gamla kvinnu hendan dagin. Mamma hennara, systrar, mostrar høvdu fingið bróstkrabba i ungum árum. Unga kvinnan ynskti at sleppa til mammagrafi, ti hon kendi ótta á sær, men hetta bleiv henni sýtt, tí hon var ikki 50 ár og ongin knykil var at finna i bróstinum. Hetta kundi ikki vera rætt. Kvinnur i okkara grannalondum sleppa til bróstkrabbakanningar, um tað er staðfest krabbi i nærmastu familju. Her eiga vit at tryggja hesum kvinnum við lóg, at er krabbi í nærmastu familju skal viðkomandi fáa tilboð um kanning. Fólkaheilsan er ein stórur partur av lívsgóðskuni hjá tí einstaki, og tí kann ótti og angist um sjúku eisini ganga út yvir lívsgóðskuna og heilsuna.

Skjót diagnostisering er tó ikki bara galdandi fyri bróstkrabba, tað er eisini galdandi fyri aðrar sjúkur so sum prostatakabba, móðurmerkjakrabba vm. Skjóta diagnostisering, viðgerðartrygd og samstarv við heimsins bestu sjúkrahús liggur mær á hjarta at arbeiða fyri, verði eg vald á løgting.

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið

0 Comments

​RESPEKT!

24/8/2019

0 Comments

 
Billede
Var á valfundi hjá Sinnisbata í gjárkvøldið. Ein so sera góður fundur, og viðkomandi fyri okkum øll.

Hóast hann er væl og virðiliga lýstur bæði í sosialu miðlunum og útvarpið, so saknaði eg nakað. Og tað slóg meg ikki sørt, at ikki allir flokkar sum vóru umboðaðir í løgtinginum møttu. Vánaligt.

Og hyggjandi yvir áskoðarafjøldina kundi eg staðfesta at ikki 
EIN - Ja ikki ein einasti mannligur politikari var møttur. Teir politikara sum vóru møttir vóru kvinnur. Og takk fyri tað. Hetta sigur ikki sørt fyri virðingina innan økið

Og so tað allartýdningarmesta - har var ongin sálarlækni møttur. Og eg havi ein mistanka til, at teir kanska eru so fáir, at ongin hevur tíð. Tað er tí ikki teirra skyld, men politiska raðfestingin sum hevur ábyrgdina. Og heldur ikki dugdi eg at hóma serliga nógv innan sálarheilsuøki í Sjúkrahúsverkinum.

Hetta sigur mær bara tað, at tað verður als ikki givið hesum øki nóg nógvan ans.

Takk fyri eitt gott og gevandi tiltak Sinnisbati, Tit gera eitt megnararbeiði og haldið tit áfram við hesum. Men við slikari virðing fyri økinum, so er tað ein tung mótbrekka at fáa batar.

Men eg skal eg so siga fyri mína rokning: Mín partur skal ikki liggja eftir um eg komi so langt.

Pól Huus Sólstein

Valevnið hjá Fólkaflokkinum

0 Comments

​“Demensvinarligt samfelag. Gloymsk, men ikki gloymd”

24/8/2019

0 Comments

 
Billede
Vit eiga alt fyri eitt at seta neyðuga játtan til demensøkið á fíggjarlógini, soleiðis sum tilmælið “Demensvinarligt samfelag. Gloymsk, men ikki gloymd” frá 2015 leggur upp til.

Eg var sum landsstýriskvinna i almannamálum við at gera hesa heildarætlan, men vit mugu i dag staðfesta at tilmælini i heildarætlanini ikki eru fylgd og alt ov lítið er játtað á figgjarlógini til endamálið.

Tað liggur mær at hjarta, at vit fáa sett i verk tey 14 tilmælini, og at økið verður væl skipað við landsdemenssamkiparum og styrktum vitanardepli. Hetta síðsta tilmæli kostar 3 mio og kundu vit hóskandi byrja har. Hjartans takk til Alzheimersfelagið fyri sera gódan og kveikjandi fund ?

Annika Olsen, valevni Fólkafloksins

Billede
0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.