NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tey flestu velja at koppseta síni børn, men men ...

27/2/2015

0 Comments

 
PictureMynd av Sylviu Thomsen (Facebook)
Sjálvt um tey allerflestu velja at koppseta síni børn ímóti messlingum o.a., so eru tað onnur, sum ikki vilja tað. Í Dagur & Viku ígjár fortaldi Sylvia Thomsen - at hon varð ein teirra, sum ikki vildi koppseta síni børn, tí at hon varð bangin fyri at børnini eitt nú kunna útvikla autismu. Barnalæknin Fróði Joensen er tó ikki heilt einigur við Sylviu Thomsen og sigur at onki prógv er fyri at koppseting elvir til autismu.

Men Sylvia Thomsen, sum er eisini er útlærd sjúkrasystir, gevst ikki so - tí soleiðis skrivar Sylvia Thomsen, eftir sendingina av Dagur & Viku ígjár:

Barnalæknin, Fróði Joensen, sigur, at tað ikki gevur meining at kanna MFR koppsetingina ímóti einum placebo bólki, tí so finnur man ikki útav, hvussu effektiva immunverju ein fær av koppsetingini. Hetta skilji eg, sum at hann heldur tað vera púra óneyðugt at kanna hesa koppseting fyri hjáárin, tí hesi kunnu ikki uppdagas nøktandi uttan ein 100% neutralan placebo-bólk. Sum brúkari, krevji eg onki minni enn tað, um eg skal taka av tilboðnum at koppseta mítt barn. Hetta geldur allar koppsetingarnar umframt alla koppsetingarætlanina í síni heild. Tað eru fleiri vísundaligar kanningar, sum benda á korrelatión ímillum td. autismu og koppseting. Incidencurin av autismu er hægst har flest koppsetingar eru í ætlanini, td. í USA, ímeðan incidencurin er lægst, har ongin koppseting er. Tað eru eisini aðrir faktorar. Fróði hevur møguliga rætt, at tað ikki er nøkur kanning sum greitt staðfestir, at MFR vaccinan direkta elvir til autismu. Tað er nú heldur ikki so undarligt, síðani ongin kanning er sniðgivin til at fanga hjáárini ímóti einum "saltvatns-placebo bólki".

Men hvat halda tit ..? Skula vit koppseta okkara børn ella ikki ..? Sig tína meining HER á Norðoya Portali.

JáH (y) 28.02.2015

0 Comments

Tað varð ein verri ein: At drekka moderat er ikki sunt álíkavæl

1/2/2015

0 Comments

 
Picture
Bert 15 % av fólkunum fáa gagn av at drekka vín í moderatum mongdum. Ein nýggja nordisk kanning vísur á, at drekka nøkur gløs av vín um dagin - bert er sunt um tú hevur eitt serligt gen.

Les meira HER

JáH (y) 02.02.2015
Kelda: Videnskab.dk

0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.