NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Soleiðis minnist tú betri!

26/6/2016

0 Comments

 
Billede


Ein nýggj kanning gjørd úr Hollandi vísur nevniliga, at fysiskur aktivitetur hevur eina jaliga effekt uppá at læra nýtt og minnast betri og innlæringin er størst, um tú íðkar áleið 4 tímar eftir, at tú hevur lært okkurt nýtt.

- Okkara kanning vísur á, at ein kann minnast betri við at íðka sport, eftir at ein hevur lært nakað nýtt, sigur Gullén Fernandez, sum hevur verið við at gera granskingina á Donders Institutinum, Radboud University Medival Center í Hollandi.

So hevur tú lisið nakað, sum tú gjarna vilt minnast til - so eru ongar umberingar, men bert at hoppa uppá súkkluna og fara tær ein súkklutúr - ella um tú onga súkklu eigur, so RENN ..!

JáH (y) 26.06.2016

0 Comments

Nýskapandi viðtaluportalur tikin í brúk á Læknamiðstøðini í Klaksvík

24/6/2016

0 Comments

 
Billede
Klaksvíkar kommuna bjóðar nú borgarum í Norðoyggjum avgreiða nøkur av sínum viðurskiftum við kommunulæknan umvegis ein nýggjan viðtaluportal, sum hevur fingið heitið www.laknarklaksvik.fo
Hósdagin 23. juni 2016 vóru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Óluva Klettskarð, nevndarforkvinna, í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík og tendraðu nýggja viðtaluportalin, ið skal gera tað lættari hjá viðskiftafólkum at avgreiða nøkur av sínum kommunulæknaørindum.

Í hesum umfari fer skipanin at fevna um hesi kommunulæknaørindi, sum norðoyingar nú kunnu avgreiða á www.laknarklaksvik.fo:

• Bílegging av tíð hjá lækna
• Umbøn um avlýsing ella broyting av tíð hjá lækna
• Endurnýggjan av resept

Mannagongdin er tann, at viðskiftafólk fara inn á www.laknarklaksvik.fo, og har tøppa tey neyðugu upplýsingarnar inn í eitt oyðublað, sum skipanin síðani sendir Læknamiðstøðini. Síðan taka læknaskrivarar sær av víðari viðgerð av umbønunum og senda svar aftur til viðskiftafólkið.

Kann víðkast til alt landið
- Hetta átakið er ein liður í stremban okkara at menna og betra tær tænastur, sum verða veittar borgarum okkara, siga Óluva Klettskarð og Jógvan Skorheim, sum eisini vísa á, at henda skipan, sum nú verður roynd í Norðoyggjum, kann víðkast til at fevna um alt landið, so hetta frambrot kann koma øllum borgarum tilgóðar.

- Hetta er ein einføld skipan, sum eisini riggar á smærri eindum so sum teldlum og snildfonum, og tí vóna vit, at fólk fara at taka henda møguleika til sín.

- Viðtaluportalurin kemur ikki ístaðin fyri verandi, men er ein møguleiki aftur at verandi telefonviðtalu á tlf. nr. 663300, sum vit kenna í dag, er framvegis møgulig at nýta.

Trygg skipan
Skipanin lýkur øll krøv um tryggleika, har allir upplýsingar verða væl vardir, og har útgerðin liggur í tryggum kørmum hjá Føroya Tele. Upplýsingar fara tí ikki út um landoddarnar, sum er eitt lógarkrav frá almennari síðu.

Tað er fyritøkan Formula, sum hevur ment skipanina.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna


0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.