NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

E-Sigarettir økja um vanda fyri lungasjúkum!

10/11/2015

0 Comments

 
Picture
Tær populeru e-sigaretturnar við nikotin er langtfrá so óskaðiligar, vísur ein nýggj kanning frá John Hopkins Bloomberg School fyri Almanna Heilsu í Amerika.

Kanning av mýs vísa á, at lungini taka skaða av at inhalera nikotin. Mýs, sum eru útsettar fyri nikotin-dampi, hava størri kjans fyri at fáa lungainfektiónir, sum t.d. lungabruna enn tær mýsurnar, sum ikki hava innanda nikotin í seg.

​JáH (y) 10.11.2015

0 Comments

Upparbeitt kjøt er líka skaðiligt sum sigarretturnar!

7/11/2015

2 Comments

 
Picture
Fanans eisini - nú kann man heldur ikki eta BACON við góðari samvitigheit ...

Felagsskapurin WHO hevur júst boða frá, at upparbeitkjøt sosum: Bacon, Skinka og Pylsur eru tey fimm mestu kreftframkallandi evnir í. Hini fýra eru: sigarrettir, alkohol, asbest og arsenik, skrivar The Guardian í eini grein.

WHO vil vera við til, at tað finnast ivaleyst av prógvum til, at bevísa at ymisk slag av kjøti er kreft framkallandi, tó nevna tey onki um grind (hehe).

Serfrøðingarnir meina at etur tú 50 gr av t.d. Skinku um dagin, so hevur tú 18 % størri kjans fyri at fáa kreft í tarmarnar. So tað er at eta minni kjøt, sigur leiðari fyri IARC (International Agency for Research on Cancer), Christopher Wild.

Aðrir serfrøðingar meina, at talan er um so lítlan mun - at tað man ikki fara at bila - tá ið kjøt eisini inniheldur øðrum stoffir, sum vit menniskjur fáa gott av.

​JáH (y) 07.11.2015

2 Comments

Hvat er ótti ?!?

7/11/2015

2 Comments

 
Picture
Annbjørg S. á Høvdanum er sálarfrøðingur fyri Norðoyggjar (vitja hennara heimasíðu HER) og kemur hon at skriva eitt sindur av greinum fyri okkum á Norðoya Portali. Hennara fyrstu grein - kanst tú lesa niðanfyri:

Fimti-hvør upplivir sálarlýðingina ótta, uppá okkurt tíðspunkt í lívinum.

Fimta-hvørt menniskja, ella 22% av øllum menniskjum – fáa uppá eitt tíðarskeið í lívinum ótta, sum er so útbreiddur, at tala er um sálarlýðing.

Hvat er ótti?

Ótti er ein óbehagilig kensla av, at vandi er á ferð, uttan at tað neyðvendivís er so í veruleikanum. Ofta følir man ótta uttan at kunna seta orð á, hví man er óttafullur.
Ræðsla er harafturímóti ein kensla man fær, tá vit kenna orsøkina fyri henni, og meta at tað reelt kann henda okkurt farligt. Tildømis um vit sita í bilinum hjá einum sjaføri sum koyrir alt ov skjótt og ansvarsleyst.
Tá fólk blíva bangin, spenna tey og fáa óróð í kroppinum, fáa hjartabankan v.m.
Tað er ein glíðandi yvirgangur ímillum ræðslu, nervøsitet og ótta.

Lágt sjálvsvirði kann verða ein stóðug rót til ótta:

Tá man er nervøsur, hevur man vanliga eina kenslu av ótryggleika, undirlutakenslu og ótta ella ræðslu fyri at man ikki megnar at liva upp til egnar væntanir, ella væntanirnar hjá øðrum. Man kann hava ein støðugan ótta fyri ikki at strekkja til.
Nógvur ótti ella nervøsitetur eru  sálarlýðingar, ímeðan ræðsla um nakað ítøkjuligt er ein gagnlig reaktión, sum hevur sum funktión, at forða okkum í at koma til skaða. Altso ein sunn reaktión, sum er har, fyri at halda okkum á lívi.

Nær blívur óttin so til eina líðing?

Tað at stúra um okkurt innímillum, ella uppliva ótta einaferð innímillum er ikki ein líðing, hettar er ein náttúrligur partur av at verða menniskja. Óttin blívir fyrst til eina sálarlíðing, tá óttin blívur ein forðing fyri dagligum virkisføri. Til dømis um hann avmarkar okkum í dagligdegnum. Eru tað t.d. tá ið tað eru ting sum vit ikki megna at gera longur, hóast vit gjarna vildu, ella at óttin kanska er blivin so avlagandi at ein ikki torir at verða einsamallur, ella ímillum fólk, at man ikki torir at fara til handils, at fara út ella taka ein buss.
 
Greining av ótta

Fyrr vóru líðingar av ótta bólkaðar sum neurosur, men tað verða tær ikki longur. Í dag verður ótti greinaður í fylgjandi økir.
Agorafobi: Ótti fyri at verða á støðum við nógvum menniskjum, har man ikki kann sleppa til rýmingar, t.d. í einum bussi, eini køð í einum handli, til ein fyrilestur o.s.v.
Socialfobi: Ótti fyri at føla seg eygleiddan ella kritiseraðan. T.d. tá man ger okkurt, ella sigur okkurt í eini fjøld, Tað kann verða við eitt borð í einum føðingardegi; í pausu-rúminum á arbeiðsplássinum, ella tá ein skal møta nýggjum fólki, t.d. sínum nýggja maka.
Einkultfobiir: Ótti bundin at ávísum støðum, t.d. myrkri, hundum, elevatrum, tunlum, blóði, eiturkoppum ella slangum v.m.
 
 Panik-ótti: Ótta herðindi sum eru so óúthaldilig, við sterkum kroppsligum og sálarligum eyðkennum.
Generaliseraður ótti: Viðvarandi ótti, har man er nervøsur, fær hjartabankan, blívur svimbul, sveittar, ristir og spennir í vøddunum.
Blandaður ótta-tunglyndis tilstandur: Ein blanding av ótta og tunglyndi í so høgan grad, at tað er tala um eina líðing, hóast, at man ikki hevur ein ótta tilstand ella tunglyndi.
Ótti kann eisini verða ein partur av øðrum sálarligum líðingum, t.d. tunglyndi og strongd.

Hvar kemur óttin frá?

Av tí at ótti og ræðsla eru neyðug í eini farligari støðu, so eru øll menniskjur útgjørd við meira ella minni ótta.
Sárbæri fyri at verða rakt av ótta líðingum er partvís viðføtt, men umhvørvið og rammurnar man veksur upp í, hava eisini nógv at týða. T.d. um man hevur havt grund til at føla seg ótryggan ella óttafullan.
Øll menniskju blíva útsett fyri ymiskum formum av stress. Antin sum daglig niðurløg, ella sum størri sálarlig brot. Um man oftari noyðist at verða uppá vakt og umhvørvið er ótrygt, eru fólk meira útsett fyri at blíva rakt av ótta sjúkdómum av tí stressinum vit møta ígjógnum lívið.
Tað er ymiskt sum týðir uppá, at fólk sum eru smæðin, afturhaldandi og hava eitt følsamt nervasystem, t.d. lætt fáa hjartabankan, ella sum lættliga fara at sveitta, rista á hendrunum og hava “nervøsan maga”, hava hægri líkindi fyri at koma at lýða av einum óttasjúkdómum enn onnur.

Ójavnt kynsbýti innan ótta

Ótti rakar oftari kvinnur enn menn. Einans Sosial-fobi, sum ofta byrjar í tannárunum, rakar baði kynini javnt. Við restini av ótta líðingunum, eru tað dupult so nógvar kvinnur sum verða raktar av ótta, sum menn.
Einkultfobiir byrja oftast ímeðan man er barn. Angorafobi, byrjar oftast í tannáringaárunum, og panikk-ótti og generaliseraður ótti byrja vanliga í vaksna lívinum.

Nógv fólk sum eru lýða av ótta, byrja at drekka fyri at doyva óttan. Her kann nevnast at um 20% av øllum teimum sum fara í viðgerð fyri missbrúk av alkoholi og øðrum doyvandi evnum, drekka fyri at linna óttan.

Útlit fyri at blíva frísk eftir ótta líðingar

Tað jaliga er tó, at um fólk søkir sær hjálp og viðgerð ímóti óttanum, eru góð útlit fyri at blíva heilt frísk, ella fáa tað betýðuligt betur.  Sálarviðgerð er besta viðgerðin ímóti ótta, men summa tíðir er tørvur at kombinera viðgerðina við heilivági.

Hettar kann man sjálvur gera

Nógv sum líða av ótta, søkja sær ongantíð viðgerð. Hettar skyldast m.a. at tey ikki trúgva uppá at tað er nakað sum kann gerast við óttan. Ofta ímyndar man sær, at óttin er ein partur av eins persónligheit, og at tað ikki er nakað ein kann gera, fyri at broyta uppá tað, og sum man so má liva við, óansað kostnaðin. Summi halda, at tey sjálvi hava skyldina í teirra ótta, og at tað er ov vánaligt at tey ikki bara klára at taka seg saman.

Kortini eru tað sera góð úrslit við óttaviðgerð, og tí ein góð íløga at søkja sær hjálp ímóti ótta.  
Um man byrjar at drekka, tí tað hjálpir ímóti ótta, so hevur man økta risiko fyri at koma út í alkohol misnýstlu. Tá er týdningarmikið at søkja sær hjálp, áðrenn ein orduliga kemur inn í eina ónda ringrás. 

Annbjørg S. á Høvdanum 
- Sálarfrøðingur
- Heimasíða: http://annbjorg.weebly.com/

2 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.