NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Javnstøðunevndin sett av nýggjum

29/1/2020

0 Comments

 
Billede
​Javnstøðunevndin, sum skal veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval, er nú sett.

Í Javnstøðunevndini eru:
Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna, umboðandi Føroya landsstýri
Annfinnur Garðalíð, umboðandi løntakarar
Niels Winther, umboðandi arbeiðsgevarar
Hedvig Johansdóttir, umboðandi skúla-, heilsu- og almannaverk Helena Fríðheim, umboðandi Kvinnufelagssamskipan Føroya

Varaumboð eru hesi:
Jón Harald Poulsen, næstformaður, umboðandi Føroya landsstýri
Mary Antonsdóttir, varaumboð vegna løntakarar
Jórun Gardar, varaumboð vegna arbeiðsgevarar
Leif Olsen, varaumboð vegna skúla-, heilsu- og almannaverk
Annetta Saltá, varaumboð vegna Kvinnufelagssamskipan Føroya

Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sum eisini er landsstýriskvinna í javnstøðumálum, ið setir Javnstøðunevndina, millum annað við tilmæli frá arbeiðsgevarum, løntakarum, skúla-, heilsu- og almannaverk og Kvinnufelagssamkipan Føroya.

Fremsta uppgávan hjá Javnstøðunevndini er at hava eftirlit við at javnstøðulógin verður hildin. Endamálið við Javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum.

Javnstøðunevndin fer seinni í vikuni á fund við landsstýriskvinnuna, og fer eftir hetta til verka.

Almannamálaráðið

Billede
0 Comments

​Kunning frá føroysku sendistovuni í Kina í sambandi við coronavirussmittuna

29/1/2020

0 Comments

 
Billede
Nú, ið nýtt sonevnt coronavirus er farið at gera um seg í Kina, verður við hesum gjørt vart við, at føroyingar, ið uppihalda seg í Kina, umhugsa at fara hagar, ella av øðrum ávum hava spurningar viðvíkjandi íkomna sóttarvandanum, eru vælkomin at venda sær til sendimann Føroya í Kina við at:

Skriva teldubræv til sigmunduri@ummr.fo, ella

ringja á føroyska fartelefonnummarið +298 556101, ella

ringja á kinesiska fartelefonnummarið +86 132 6343 5460.

Samstundis verður kunnað um, at ferðaleiðbeining sæst á fylgjandi slóð hjá danska uttanríkisráðanum: https://um.dk/da/rejse-og-ophold/rejse-til-udlandet/rejsevejledninger/kina/

Vinaliga

Sigmundur Ísfeld

Sendistova Føroya í Beijing

0 Comments

Seta ferð á dagføring av øllum donskum lóggávuverki á heilsuøkinum

27/1/2020

0 Comments

 
Billede
Landsstýrismaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen boðar frá, at fleiri kunngerðir á hansara málsøki nú eru lýstar og settar í gildi fyri Føroyar. Hetta er alt partur av arbeiðinum at dagføra danska lóggávu í Føroyum. 

Eftir at “Sundhedsloven” og “Autorisationsloven” vórðu settar í gildi í Føroyum, er neyðugt at dagføra lógarverkið við at seta í gildi allar tær kunngerðir, ið hoyra til hesar lógir. Fýra kunngerðir eru lýstar nú, ímeðan fleiri vórðu lýstar og settar í gildi í mai 2019. 

Tær kunngerðir, ið nú eru lýstar, eru:
•Bekendtgørelse for Færøerne om kosmetisk behandling.
•Bekendtgørelse for Færøerne om dødens konstatering ved uopretteligt ophør af al hjernefunktion
•Bekendtgørelse for Færøerne om krav til sundhedsmæssige forhold på dag- og døgninstitutioner, hvor der ikke ydes sundhedsfaglig behandling
•Bekendtgørelse for Færøerne om offentliggørelse af påbud givet som led i Styrelsen for Patientsikkerheds tilsyn med sygehuse, klinikker og andre behandlingssteder

“Bekendtgørelse om kosmetisk behandling” ásetir reglur um krøv til tær viðgerðarstovur, ið bjóða kosmetiska viðgerð til føroyingar. Tað verður frameftir ikki lov at veita kosmetiska viðgerð, uttan at nøkur neyv ásett krøv eru uppfylt, og at viðgerðarstovan er góðkend av Styrelsen for Patientsikkerhed. 

Kosmetisk viðgerð er viðgerð, sum hevur til endamáls at broyta ella bøta um útsjóndina hjá fólki. Undir kosmetiska viðgerð kemur millum annað plastikk skurðviðgerð, botoxviðgerð ella burturbeining av óynsktum hárvøkstri og feitti.

“Bekendtgørelse om dødens konstatering” ásetir reglur um, nær og hvussu staðfestast kann, at ein persónur er deyður. Heilsuverkið hevur í langa tíð sóknast eftir greiðum reglum á hesum økinum.

Kunngerðirnar koma í gildi 1. februar 2020.

Landsstýrismaðurin sigur, at hóast samstarvið við donsku myndugleikarnar hevur verið gott, hevur arbeiðið tikið rúma tíð. Neyðugt hevur verið við drúgvum samskifti við donsku myndugleikarnar, áðrenn kunngerðirnar kundu verða settar í gildi fyri Føroyar. Landsstýrismaðurin fer at seta ferð á arbeiðið við at dagføra allar danskar lógir og kunngerðir, sum hava við heilsuøkið at gera. Hann fegnast um, at kunngerðirnar loksins eru lýstar, og at komið er á mál, so at tey krøv og stýringaramboð, ið kunngerðirnar fevna um, nú kunna setast í verk.

Farið verður í holt við at kunna viðkomandi stovnar og viðgerðarstøð í Føroyum um, hvat kunngerðirnar fevna um, sum nú verða settar í gildi.

Heilsamálaráðið

Lýsing Hiddenfjord
Billede
Lýsing Hiddenfjord
0 Comments

Landsstýrismaðurin vitjaði Ílegusavnið

24/1/2020

0 Comments

 
Billede
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum vitjaði Ílegusavnið í gjár.

Guðrið Andorsdóttir, stjóri á stovninum, fekk høvi at greiða frá týdningarmikla arbeiðinum at menna skráirnar, sum Ílegusavnið varðar av, og vísa á góðu møguleikarnar fyri ílegugransking í Føroyum.

FarGen verkætlanarleiðarin Noomi O. Gregersen og kunningarsamskiparin Katrin D. Apol greiddu frá gongdini og framtíðarætlanunum í FarGen verkætlanini og vístu á fyrimunirnar fyri gransking, sum FarGen leggur lunnar undir.

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og phd lesandi, legði fram um sína Phd verkætlan innan krabbameinsepidemiologi.

Heilsumálaráðið

Lýsing Hiddenfjord
Billede
0 Comments

​Fólkaheilsuráðið fekk vitjan av landsstýrismanninum

24/1/2020

0 Comments

 
Billede
Mikudagin 22. januar vitjaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, Fólkaheilsuráðið.

Fólkaheilsuráðið fekk høvi til at greiða frá arbeiðinum, sum hevur verið gjøgnumført síðani 2016, tá ið Magni Mohr tók við sum formaður í ráðnum.

Umframt arbeiðið við fyribyrging og heilsufremjan varð stóra fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað?” umrødd, og landsstýrismaðurin segði seg vera sera spentan uppá úrslitini, sum kunnu geva eina heildarmynd av heilsustøðuni hjá okkum.
Harafturat bleiv landsstýrismaðurin kunnaður um framtíðar ætlanir á fólkaheilsuøkinum.

Heilsumálaráðið

Billede
Billede
0 Comments

Seminar: Hvussu hava pápar í Norðurlondum tað?

14/1/2020

0 Comments

 
Billede
Mikudagin 5. februar 2020 verður seminar um nýggja norðurlendska frágreiðing, um hvussu pápar í Norðurlondum hava tað.

Pápar í Norðurlondum brúka bara 10-30 prosent av samlað barslinum. Frágreiðingin “State of Nordic Fathers” kannar, hví so er, og vísir á møguleikar at økja lutin hjá pápum í ansing og barsli.

Umframt framløgu av frágreiðingini, fara landsstýrisfólkini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum er landsstýriskvinna í janvstøðumálum, og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum við ábyrgd av barsilsskipanini, at taka orðið.

Eisini verður pallborð, har embætisfólk úr Norðurlondum fara at umrøða frágreiðingina, og hvussu barsilsskipanirnar eru í sínum landi, og hvørja ávirkan hetta hevur á javnstøðu millum kynini.

Seminarið verður frá kl. 14 til 16 í Norðurlandahúsinum .

Tiltakið er ókeypis, tó er tilmelding neyðug. Melda til á amr@amr.fo í seinasta lagi 4. februar kl. 12.00.

sí meira á: https://www.norden.org/da/nordicfathers #DadOnBoard #ShareTheCare

Norðurlond hava í fleiri enn 40 ár arbeitt saman um at betra um javnstøðuna á øllum økjum í samfelagnum. Javnstøða millum kvinnur og menn er ein av orsøkunum til, at norðurlendska modellið hevur eydnast so væl, og er ein av hornasteinunum í teimum norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum.

Almannamálaráðið

Billede
Lýsing Føroya Bjór
0 Comments

​Landsstýrismaðurin hevur sett varastjóra við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya

8/1/2020

0 Comments

 
Billede
​Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur gjørt av at seta Tummas í Garði sum varastjóra við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Tummas í Garði er 61 ára gamal, var útbúgvin lækni frá Københavns Universiteti í 1990 og gjørdist serlækni í anæstesi í 2002. Tummas í Garði hevur drúgvar royndir sum yvirlækni í anæstesi umframt leiðsluroyndir frá starvinum sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum árini 2005-2013. Seinastu 6 árini hevur Tummas starvast sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.

Tummas í Garði tekur við starvinum tann 1. februar 2020.

Heilsumálaráðið

8. januar 2020

Billede
Lýsing AXIA advokatar
0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.