Klokkan 10.30 kemur Team Rynkeby til Klaksvíkar. Teir byrjað túrin til París frá "Rynkeby" økið uttan fyri Sambýlið á Heygnum við Helnabrekku.
Nógv fólk plaga at siga Rynkebyliðnum farvæl og ynskja teimum góðan túr og væntandi vera tað mong eisini í morgun.
Hetta er skráin:
Kl. 10.30: Koma Team Rynkeby.
Súkklurnar verða vístar fram, og høvi verður at heilsa upp á Team Rynkeby.
Umboð frá Klaksvíkar kommunu, Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby flyta fram røðu og bjóðað verður til kaffi og lagkøku.
Eisini framførir Danny Baldursson nøkur løg.
11.15: Fráferð av Kráarbrekku.
Súkklað verður út til Klaksvíkar Sjúkrahús.