NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Innilig áheitan frá Alzheimerfelagnum

30/3/2020

0 Comments

 
Billede
​Innilig áheitan frá Alzheimerfelagnum

Alzheimerfelagið umboðar ein samfelagsbólk, sum lítur fult á dagliga hjálp frá øðrum. Hesi fólkini eru í mongum førum sera illa fyri. Fella hjálparfólk ella avvarðandi frá, verða hesir samfelagsborgarar sleptir fullkomiliga upp á fjall. Ofta versna tey eisini, tá ið umstøðurnar broytast, og tað rættast ikki uppaftur.

Tað eru so mong sjúk og veik, ið vit mugu verja. Hesi slepppa ikki út at vera sosial, og teirra avvarðandi sleppa ikki at vitja. Eitt tað ringasta fyri okkum menniskju er at sita avbyrgd uttan møguleika fyri at fáa samband við okkara næstringar og avvarðandi. Tað kann fáa stórar avleiðingar fyri bæði tey sjúkuraktu og fyri teirra avvarðandi.

Alzheimerfelagið heitir tí á ØLL, ung sum gomul, um at standa saman og virða tey átøk, ið myndugleikin mælir til, og gera sítt til, at so mong sum gjørligt koma væl frá hesari sóttini, ið herjar kring heimin.

Her ger hvørt einasta lítla íkast stóran mun.

Alzheimerfelagið

0 Comments

Fleiri Kvinnur Enn Menn Lata Seg Kanna

27/3/2020

0 Comments

 
Billede
Tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum lata seg kanna fyri corona. Tað vísa nýggj hagtøl, sum eru tøk á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og á www.corona.fo

Hagtølini vísa eisini, at aldursbólkarnir frá 20 til 50 ár eru teir, ið hava kannað seg mest.

​Hagtølini kunnu síggjast her

Billede
0 Comments

Norðurlendskir Heilsumálaráðharrar Á Fundi Um Korona

19/3/2020

0 Comments

 
Billede
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í dag verið á fundi við heilsumálaráðharrarnar í øllum Norðanlondum. Talan var um ein bráðfeingisfund, sum varð hildin talgilt.

Fundurin snúði seg um støðuna viðvíkjandi korona í Norðanlondum. Ráðharrarnir kunnaðu hvønn annan um støðuna við korona og um tiltøkini, sum londini hvør í sínum lagi hava sett í verk til tess at basa korona. Somuleiðis umrøddu heilsumálaráðharrarnir, hvussu Norðanlond kunnu samstarva í stríðnum móti korona.

Kaj Leo Holm Johannesen kunnaði norðurlendsku starvsfelagar sínar um, at higartil eru 2,3% av føroyingum testaðir fyri korona. Somuleiðis kunnaði hann um, hvussu nógvir føroyingar hava fingið staðfest sjúkuna, talið á teimum, sum eru í sóttarhaldi, umframt at tvey eru vorðin frísk aftur.

Kaj Leo Holm Johannesen kunnaði eisini um ymsu tiltøkini, sum myndugleikarnir hava sett í verk bæði á heilsuøkinum og sum heild. Á heilsuøkinum er talan m.a. um tiltøk at kanna fólk fyri korona, umframt upplýsing á heimasíðu og Coronalinjuni.

“Støðan við korona kann bara loysast, um vit samstarva tvørturum landamørk. Einki land klárar einsamalt at loysa kreppuna við korona, og hetta er ein avbjóðandi tíð fyri okkum øll. Á fundinum í dag eru vit samd um, at tað er týdningarmikið, at vit standa saman, stuðla hvørjum øðrum og samstarva”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Heilsumálaráðið

Billede
0 Comments

​Klaksvíkar Sjúkrahús: Stuttur Filmur Um Leiðreglur Fyri Sosiala Samveru Viðv. Korona

18/3/2020

0 Comments

 
Billede
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur lagt eitt stutt filmsklipp, um hvussu vit skulu fyrihalda okkum í hesum Korona tíðum.

Stuttur filmur – við ljóði – um hvussu vit ansa eftir í hesum tíðum.

0 Comments

​Corona og stig at taka

16/3/2020

0 Comments

 
Billede
Coronavirus má sambært ráðgevingini til Bretsku sjtórnina roknast við at gerast ein árliga afturvendani influensa

Tað eru fleiri meiningar um hvat vit eiga at gera. Men hetta er nýtt og tí veit eingin hvat rættast er. Mynduleikar royna út frá royndum í líknandi støðum at gera tað so væl sum til ber.

Vit síggja eisini at tað er ymiskt frá landi til land, hvat verður gjørt. Men felags fyri alt er, at roynt verður við avbyrgingum, soleiðis at talið av teimum, sum krevja hjálp á sjúkrahúsi ikki er størri enn tað sjúkrahúsini megna.

Nú, aftaná at fólk, væl hjálpt av miðlum  í 1 viku næstan desperat hava tosa um at vit skulu stongja alt av, er flogferðsla og sigling við fólki steðga. Soleiðis sum fólk hava verið uppi at koyra um at fáa hetta gjørt, er náttúrligt at halda, at hetta var tað og so bíða vit nakrar dagar og so er alt sum tað var fyrr.

Mín heilt greiða uppfatan av rópunum um at stongja fyri ferðing til og frá útlandinum er, at fólk eru bangin og billa sær inn at hetta er lætta loysnin sum forðar at smittan kemur til Føroya. Hesi róp høvdu onki at gera við at útseta ella seinka gondina. Fyri onkran var tað at tey vóru bangin um seg sjálvan og fyri onnur var tað at hugsa um tey nærmastu. Onki galið í tí. Tað er púra normalt, væl skiljandi og menniskjaligt.

Tað er tí onki at ivast í at sera nógv av okkum fara at gloyma alt um at ansa eftir komandi tíðina. Tá 1-2 vikur eru farnar rigga hesi tiltøk ikki meira, tí tað eru alt ov nógv sum billa sær inn, at nú er alt avgreitt. Vit eru bara menniskju og soleiðis plagar at ganga sigur serfrøðin.

Í dag, um 14 dagar, ja restina av árinum verður tað framvegis soleiðis at summi kunnu rokna við at doyggja verða tey smitta við Corona.

Vit vita um sponsku sjúku í Danmark, sum minnir um tó tó ikki var tað sama, sum Corona, at hon vitjaði 2 ferðir. Á sumri og á heysti. Av tí at versiónin á sumri var mild, so doyðu fá og nógv blivu immun, tá næsta byglgjan kom á heysti. Í danmark doyðu 0,2% av fólkinum. Aðrastaðni har tey onga virus høvdu á sumri doyðu upp í 10%

Tí er tað als ikki vist, at tað er skilagott, at ongin verður smittaður í Føroyum. Er ongin smittaður, verða vit øll møguligir smittuberðar, um tað vísur seg at vit fáa enn eina Corona bylgju í heyst ella næsta vetur.
Vit vita eisini at í Italia doyggja nógv í prosentum meðan í Korea doyggja fá, mált í prosentum av teimum sum fáa staðfest Corona. Men vit vita eisini at meðan tey í Italia mest hava kannað gomul fólk, so hevur Suðurkorea kanna gud og hvønn mann. Tí eru hagtøl ikki so løtt at samanbera.

Ovasti ráðgevin hjá Bretsku stjórnini sigur, at vit eiga at rokna við at Corona verður afturvendandi á hvørjum ári sum krímsjúka. Somuleiðis greiddi hann frá, at teir hava fyrireika seg síðan januar og tað teir tilráða er rættliga væl umhugsa.
Bretland er uml. 1 mána aftanfyri Italia. Somuleiðis eru ov fá fólk í Bretlandi rakt enn og tí bíða teir við at seta tiltøk í verk til talið av nýggjum tilburðum veksur skjótari. Orsøkin er at tað er avmarka, hvussu leingi fólk hava disiplin at fylgja strongum avmarkandi reglum og tiltøkum. Byrja vit ov tíðliga, so rigga tiltøkini ikki tá tey muna best.

Hann greiddi frá við einari kurvu, sum vísur at talið av smittaðum fyrst er lágt og veksur spakuliga fyri síðan at vaksa sera skjótt. Tað er beint tá vøksturin tekur dik á seg, at rætta løtan er at seta tiltøk í verk sum at stongja skúlar v.m. fyri at forða fyri at øll eru sjúk í senn og soleiðis tryggja, at sjúkrahúsini hava kapasitet til sjúklingar.
Men tað hevur tídning at byrja til rætta tíð. Tað ber til at lukka alt niður í 4 mánar. Men royndir við líknandi umfarssjúkum vísa, at tá verður tað bara at útseta umfarssjúkuna, tí tær koma aftur. Tí hevur tað eisini tídning at umleið 60% av fólkinum skulu hava havt corona smittuna fyri at forða fyri at hetta gerst umfarssjúka. (les hetta reglubrot 2 ferðir um tað er trupult at skilja)

Eisini vísur Sir Patrick Vallance á, at tað fyrr hevur víst seg at verða trupult at fáa fólk at ganga í takt í langa tið. Tað má eisini við í samlaðu metingina.
Vit hava nú valt at lukka av fyri at tryggja at vit hava kapasitet til tey sum blíva sjúk. Tað kann verða í fyrra lagið efir øðrum mátistokki. Men nú er tað gjørt, og eftir bestu sannføring, og so stuðla vit tí.
Vit vita rættuliga væl, hvørji fólk kunnu doyggja ella fáa stórar trupulleikar. Vit vita eisini at nógv starvsfólk eru um hesi fólk hvønn dag. Tí er neyðugt at vit sum skjótast seta greiðar mannagongdir fyri, hvussu vit gera. Tað er eisini neyðugt at vit onnur vita á leið hvat og hví, soleiðis at tey av okkum, sum hava samband við starvsfólk á stovnum, eisini ansa eftir at vit ikki smitta hesi starvsfólk.

Hetta er alt annað enn lætt. Vit høvdu seinast eg hugdi 10 smittaði. Av hesum vóru 2 sum passaðu onnur. Vit kunnu bara ímynda okkum hvussu kedd tey sjálvi eru um støðuna. Men vit onnur eiga at brúka hetta til at skilja, hvussu trupul uppgávan er. Á einum ellisheimi í USA eru uml. 50 starvsfólk og nógv búfólk testa positvi fyri Corona.

Tá Corona hæsar av eru vit mong sum fyrst gerast glað. Og so gerast fleiri av okkum líkaglað.

Vónandi gera mynduleikar góðar mannagongdir fyri ellisheim, sjúkrahús og tey við vandamiklum kroniskum sjúkum skjótast gjørligt. Um 2 vikur eru vit sum eru líkaglað kanska longu ein vaksandi bólkur.

Øll kenna øll og tí vita vit á leið hvør feilar hvat soleiðis at vit onnur eisini kunnu ansa eftir øðrum, hóast vit eru nakað óálítandi, Tað er rímuliga nógv at krevja, at tey veiku skulu gera alt sjálvi.
Tess betri vit øll skilja støðuna, tess færri verða vit sum gerast líkaglað.

Eivind Jacobsen,
Strendur

Billede
0 Comments

Nøkur Fakta Frá Eivind Jacobsen Um Corona Virus

14/3/2020

0 Comments

 
Billede
Í løtuni er totalur panikkur og fólk eru sera bangin. Tað er onki at siga til. Men tað er tó tídningarmikið, at vit eru rólig. Vit noyðast at royna okkara besta og taka tað róligt.

Vit vita at nú eru 9 smittað. Tí kunnu vit róliga siga, at smittan ferðast runt. Tað eru óiva munandi fleiri sum eru smitta enn tey vit vita um.

Nú noyðast vit at fyrihalda okkum til at smittan er her í føroyum. Og so taka vit tað harífrá.

Vit vita út frá stórari kinesiskari kanning og einari Italienskari frá í gjár, hvør blívur sjúkur og hvør doyr.

Miðaladurnin av sjúkum í Italia er 65 ár og miðal hjá teimum deyðu er 80 ar. 28% eru kvinnur. Vit vita eisini at av 268 deyðum høvdu 265 kroniskar sjúkur frammanundan. Og øll undir 40 (2 í tali) høvdu kroniska sjúku frammanundan. (td. kreft, diabetis, hjartasjúkur)

Tí vita vit at tað eru tey gomlu, sum eru í vandabólki. Tí noyðast vit helst at avmarka atgongd á ellisheimum og sjúkrahúsum munandi og starvsfólk noyðast vit eisini at gera reglur og mannagongdir fyri. At tað tekur mánar til vit aftur hava normalar tilstandir vita vit eisini.

Somuleiðis verður helst neyðugt vit onkrum slag av útgongubanni fyri okkum onnur undir 60. Handlar noyðast helst at stongja, burtursæð frá matvøruhandlum. Resturatiónir noyðast vit eisini at stongja. Spurningurin er um vit góðtaka tað.

At ansa eftir er ein ómøgulig uppgáva. Ósketni og líkagildiheit eru so menniskjaslig at tað sleppa vit ikki undan.

At lukka samfelagið niður í mánar kostar hús og heim hjá nógvum og verður ein búskaparlig katastrofa sum øll fara at merkja og tí má tað eisini havast við í metingina.

Tað ber ikki til at hvør hanus og janus hevur egna meining. Tað verður neyðugt at líta á teir sum ráða. Teir fara ivaleyst at gera feilir, Kanska stórar eisini. Men tað noyðast vit at taka við.

Men mest av øllum er neyðugt at øll skilja, at smittan er í landinum og tað tí er eitt sindur líka mikið við flúgvarum og skipum. Ferðafólk halda seg burtur, um alt er umleið stongt.

Stórsti smittuberðarin í løtuni er at øll fara til handils og standa í kø og hamstra vørur púra óneyðugt. Útlendskur leverandørur rópti varskó, tí keypið var 400% hægri enn tað plagar at verða.

Nú er neyðugt at sláa kalt vatn í blóðið. Somuleiðis er neyðugt at syrgja fyri, at tey sum hava t.d. diabetis og aðrar kroniskar sjúkur umframt tey gomlu hava minst møguligt samband við onnur.

Fyri at steðga smittuni er eisini neyðugt at fólk millum 15 og 60 sita heima og ikki fara út uttan av neyð. Børn eiga ikki at vitja ommur og abbar sum er 60+

14 dagar pausa er bara fyri at seinka útviklingini. Tey stig vit taka koma at varða restina av árinum.

Vacina verður í løtuni testa á djórum. Um 3 vikur verða royndir gjørdar við menniskjum. Áðrenn ársskifti væntast vaccinan at verða klár.

So vit noyðast at ansa eftir restina av árinum. Og tað er trupult. Tað krevur sera góðan vilja. Hvør einasti feilur kann hava risastórar avleiðingar. Og ongin veit hvat er rættast.

Men gott var um panikkurin minkar og vit øll hugsa eitt sindur klárari enn vit gera í dag. Tað er ikki lætt. Men við einum góðum vilja, so ber tað til.

Eivind Jacobsen

Billede
0 Comments

Vegleiðingin um Corona kann ikki brúkast siga Øystein og Geir

11/3/2020

1 Comment

 
Billede
Tað var skjótt at greinin “Ein vegleiðing um Corona, sum møguliga kann brúkast!!! bleiv skotin niður.

Her skrivar Østein Tronsli Drabløls og Geir Molnes at ráðini kunnu slett ikki brúkast, øv. øv… les meira herundir:

Et kjedebrev
 som angivelig skal stamme fra den italienske legen Lidia Rota Vender har gått sin seiersgang på Facebook de siste dagene. En rekke personer har kopiert opp budskapet og delt det fra sine egne Facebook-profiler, enkelte av innleggene er nå slettet. Brevet er også delt i Finansavisens diskusjonsforum.

Her greinin hjá teimum, klikk her, “Flere korona-råd frá “italiensk lege” i populært kjedebrev er helt feil”

​SáH

1 Comment

Ein vegleiðing um Corona, sum møguliga kann brúkast!!!

11/3/2020

1 Comment

 
Billede
Nógv fær man sendandi ígjøgnum Facebook. Fekk hesa vegleiðing um Corona virussið sendandi í dag og møguliga kann hon hjálpa nøkrum, men eri ikki vísur í, um hon er læknaliga góðkend.

Info om Corona:
Dette er et utdrag fra en anbefaling fra den italienske legen Dr. Lidia Rota Vender om hvordan man skal forholde seg til Corona-viruset:

Man stopper ikke viruset med panikk, men intelligens!


En forsker fra Shenzhen, som har jobbet med å bekjempe coronavirus-epidemien i Wuhan beskriver hva slags virus dette er, hvordan det overføres fra person til person, og hvordan det kan nøytraliseres:
Coronaviruset gir ikke forkjølelsessymptomer som tett og rennende nese og katarrhoste, men tørr hoste.

Viruset tåler ikke varme, og dør hvis det blir utsatt for temperaturer over 26-27 grader. Det er derfor viktig å drikke varme drikker som te og kaffe flere ganger om dagen. Varme drikker nøytraliserer viruset.

Unngå kalde drikker med isbiter eller å spise sne!

Coronaviret er stort (en diameter på 400-500 nanometer), og kan stoppes av enhver form for maske – det må ikke være en spesialmaske. Kun helsepersonell som utsettes for større mengder med virus, trenger å bruke spesialutstyr.

Hvis en som er smittet, nyser 3 meter fra deg, faller viruset til bakken og når ikke frem til deg.

Viruset kan overleve i 12 timer på en metalloverflate. Har du vært i kontakt med slike flater – som håndtak, dører, elektriske apparater, innredninger på busser og t-baner osv., bør du vaske hendene grundig og desinfisere dem.

Viruset overlever ikke i klær i mer enn 6,5 timer, og normale vaskemidler kan drepe dem. Klær som ikke er vaskbare eller ikke tåler daglig vask, kan man eksponere for sollys – da dør viruset.

Slik manifesterer viruset seg:

Viruset setter seg i halsen, noe som fører til betennelse og følelsen av å være tørr i halsen. Disse symptomene varer i 3-4 dager.

Viruset vandrer med fukt via luftveiene ned i lungene, og frembringer lungebetennelse. Det tar 5-6 dager.

Lungebetennelsen manifesterer seg med høy feber og pustevansker, ikke med en klassisk forkjølelse. Føler du at du ikke får puste, bør du strakt kontakte lege.

Hvordan man kan unngå viruset:

Viruset overføres først og fremst ved direkte kontakt, ved f.eks. at man tar på klær eller materialer som er infisert av viruset. Det er derfor svært viktig å vaske hendene ofte.

Viruset overlever kun i 10 minutter på hendene, men i løpet av den tiden kan mye skje: Man kan tørke seg i øynene, klø seg på nesen, og slik kan viruset vandre ned i halsen.

For din og andres skyld: vask deg derfor ofte på hendene, og desinfiser dem!

Det går an å skylle seg med et desinfiserende gurglevann, noe som kan begrense mengden virus som kommer ned i halsen. Slik kan man unngå at det går videre derfra og ned i lungene.

Du kan desinfisere tastaturer og mus.

Alle bør følge disse rådene – både av hensyn til seg selv og andre.

Det hender at det nye corona-viruset NCP ikke gir symptomer de første dagene. Det kan derfor være vanskelig å vite om en person er smittet. Men i det øyeblikket det manifesterer seg med feber og hoste, og man søker hjelp på sykehus, er ofte allerede 50 % av lungene infisert, og det kan være for sent.

Ekspertene fra Taiwan anbefaler å ta en enkel test hver morgen:

Pust dypt inn og hold pusten i 10 sekunder. Hvis du klarer det uten å hoste, føle ubehag eller trykk for brystet, betyr det at lungene ikke er infisert, og det tyder på at du ikke har en infeksjon.

Dette er råd som også leger i Japan, som behandler de som er blevet smittede med.

SáH
​

Billede
1 Comment

Lógin Um Almannatrygd Og Tænastur Fer At Gera Tað Lættari At Vera Familja Við Børnum, Sum Bera Brek

8/3/2020

0 Comments

 
Billede
Tað kann vera ein stór avbjóðing hjá familjum at fáa barn, sum ber brek ella hevur varandi sjúku. Tilveran kann broytast munandi meira enn hjá øðrum familjum, og tað er vanligt, at nógv tíð og orka verður brúkt at stríðast fyri, at barnið fær neyðuga hjálp.

“Vit eiga at skapa karmar fyri, at familjur, sum hava børn, sum bera brek, kunnu liva eitt so vanligt familjulív, sum til ber, og at barnið kann fáa neyðugan stuðul í familjuni undir røttum kørmum. Familjurnar brúka ov nógva tíð og orku at stríðast fyri, at barnið fær neyðuga hjálp. Hetta mugu vit gera nakað við, og fyrsta stigið er – saman við familjuni – at finna útav, hvørja hjálp teimum tørva, og síðani leggja hjálpina til rættis saman við teimum,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum."

​”Nýggja lógin um almannatrygd og tænastur fevnir um eina røða av amboðum, sum eru ætlað til at gera tað lættari at vera familja við barni, sum ber brek ella hevur varandi sjúku.

Uppskotið áleggur Almannaverkinum eina serliga skyldu at veita hesum foreldrum skjóta ráðgeving, og sum nakað nýtt verður eisini heimild til at veita heimaráðgeving, sum skal stuðla undir, at familjan klárar avbjóðingar í gerandisdegnum.

Foreldur við børnum, ið bera brek ella hava varandi sjúku, kunnu í dag fáa endurgjald fyri mista inntøku, um sjúkan ella brekið hevur við sær, at tað ikki ber til at arbeiða, ella at neyðugt er at arbeiða minni. Hægst møguliga endurgjaldið hækkar við uml. 2.700 kr. um mánaðin, úr umleið 22.300 kr. upp til 25.000 kr. um mánaðin.

Skipanin við Hjálparráðum verður meira smidlig fyri at gera tað lættari hjá familjuni at varðveita sambandi við barnið, sum flytur í bústað hjá Almannaverkinum. Møguleiki verður nú í ávísum førum at varðveita hjálpartól í heiminum soleiðis, at barnið kann koma heim aftur á vitjan.

Eisini eru krøvini til at søkja um fíggjarligan stuðul til leypandi meirútreiðslur á hvørjum ári linkaði í tann mun at talan er um varandi og støðugan tørv.

Almannaverkið fær harumframt eisini skyldu til at samskipa og samstarva við aðrar myndugleikar, sum veita hjálp.

“Sum landsstýriskvinna í almannamálum kann eg ikki áleggja øðrum myndugleikum at samskipa og samstarva, men samstarv og samskipan er nakað vit áhaldandi mugu arbeiða við soleiðis, at tey, sum vit eru til fyri, í størri mun merkja, at tey fáa hjálp,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna".

Almannamálaráðið
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

​
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum leggur nýggju lógina um almannatrygd og tænastur fyri Løgtingið
​

0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.