NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Lógin Um Almannatrygd Og Tænastur Fer At Gera Tað Lættari At Vera Familja Við Børnum, Sum Bera Brek

8/3/2020

0 Comments

 
Billede
Tað kann vera ein stór avbjóðing hjá familjum at fáa barn, sum ber brek ella hevur varandi sjúku. Tilveran kann broytast munandi meira enn hjá øðrum familjum, og tað er vanligt, at nógv tíð og orka verður brúkt at stríðast fyri, at barnið fær neyðuga hjálp.

“Vit eiga at skapa karmar fyri, at familjur, sum hava børn, sum bera brek, kunnu liva eitt so vanligt familjulív, sum til ber, og at barnið kann fáa neyðugan stuðul í familjuni undir røttum kørmum. Familjurnar brúka ov nógva tíð og orku at stríðast fyri, at barnið fær neyðuga hjálp. Hetta mugu vit gera nakað við, og fyrsta stigið er – saman við familjuni – at finna útav, hvørja hjálp teimum tørva, og síðani leggja hjálpina til rættis saman við teimum,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum."

​”Nýggja lógin um almannatrygd og tænastur fevnir um eina røða av amboðum, sum eru ætlað til at gera tað lættari at vera familja við barni, sum ber brek ella hevur varandi sjúku.

Uppskotið áleggur Almannaverkinum eina serliga skyldu at veita hesum foreldrum skjóta ráðgeving, og sum nakað nýtt verður eisini heimild til at veita heimaráðgeving, sum skal stuðla undir, at familjan klárar avbjóðingar í gerandisdegnum.

Foreldur við børnum, ið bera brek ella hava varandi sjúku, kunnu í dag fáa endurgjald fyri mista inntøku, um sjúkan ella brekið hevur við sær, at tað ikki ber til at arbeiða, ella at neyðugt er at arbeiða minni. Hægst møguliga endurgjaldið hækkar við uml. 2.700 kr. um mánaðin, úr umleið 22.300 kr. upp til 25.000 kr. um mánaðin.

Skipanin við Hjálparráðum verður meira smidlig fyri at gera tað lættari hjá familjuni at varðveita sambandi við barnið, sum flytur í bústað hjá Almannaverkinum. Møguleiki verður nú í ávísum førum at varðveita hjálpartól í heiminum soleiðis, at barnið kann koma heim aftur á vitjan.

Eisini eru krøvini til at søkja um fíggjarligan stuðul til leypandi meirútreiðslur á hvørjum ári linkaði í tann mun at talan er um varandi og støðugan tørv.

Almannaverkið fær harumframt eisini skyldu til at samskipa og samstarva við aðrar myndugleikar, sum veita hjálp.

“Sum landsstýriskvinna í almannamálum kann eg ikki áleggja øðrum myndugleikum at samskipa og samstarva, men samstarv og samskipan er nakað vit áhaldandi mugu arbeiða við soleiðis, at tey, sum vit eru til fyri, í størri mun merkja, at tey fáa hjálp,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna".

Almannamálaráðið
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

​
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum leggur nýggju lógina um almannatrygd og tænastur fyri Løgtingið
​

0 Comments



Leave a Reply.

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.