NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Triði dagur uttan smittu á landi

24/8/2020

0 Comments

 
Billede
Eingin nýggj smitta er staðfest innanlands í tríggjar dagar. Tað vísa nýggjastu úrslitini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 84.934 kanningar. 

Millum tær 529 kanningarnar, sum vórðu gjørdar á landi í gjár, varð eingin nýggjur tilburður staðfestur.

Í gjár vórðu fleiri nýggir tilburðir staðfestir umborð á einum russiskum trolara, sum nú liggur við bryggju í Kollafirði. Øll manningin, sum telur 77 mans, varð kannað, og 29 tilburðir vórðu staðfestir. 

Sostatt hava nú 410 persónar fingið staðfest smittuna í Føroum. 337 eru staðfest frísk aftur, og í løtuni eru 73 persónar smittaðir.

Fimm persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og tveir teirra liggja á intensivu deild.

Heilsumálaráðið

Billede
0 Comments

Ein smittutilburður staðfestur hósdagin

21/8/2020

0 Comments

 
Billede
​Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 81.991 kanningar. 

Millum tær 1.679 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, hósdagin 20. august, varð ein tilburður staðfestur. Talan er um ein tilburð, sum varð staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið.

Tilsamans hava 384 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. 300 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur.

Sostatt eru 84 persónar smittaðir í løtuni.

Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 21. august 2020 kl. 15:04

Heilsumálaráðið

Billede
0 Comments

Ein nýggjur tilburður

20/8/2020

0 Comments

 
Billede
Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Millum tær 1.659 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, mikudagin 19. august, varð ein nýggjur tilburður staðfestur. Í alt eru nú 80.312 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava 383 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. 274 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur.

Sostatt eru 109 persónar smittaðir í løtuni.

Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og ein teirra liggur á intensivu deild.

Heilsumálaráðið 

Billede
0 Comments

Kanningartíðir hesa vikuna fyri Korona

17/8/2020

0 Comments

 
Billede
Kanningartíðir hesa vikuna

Sjúkrahúsverkið hevur tillagað tíðirnar á nýggju kanningarstøðunum.
Her er yvirlit av kanningartíðum á nýggju kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum hesa vikuna. Kanningaryvirlitið er galdandi til og við 23. august. Broytingar kunnu koma fyri. 

Tórshavn, á Eirargarði:
  • Gerandisdagar kl. 17-19.
  • Leygardag kl. 13-15.

Klaksvík, á Víkarvegi:
  • Gerandisdagar (uttan týsdag) kl. 10-12
  • Týsdag kl. 10-11.

Tvøroyri, í Trongisvágs skúla:
  • Gerandisdagar (uttan týsdag) kl. 9-12.
  • Týsdag stongt

Runavík, í Skótahúsinum við Løkin:

Týsdagin 18. august kl. 13-15.
​
Fyri at verða kannað/-ur, skalt tú stilla teg í bíðirøðina í upplatingartíðarskeiðinum. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað. 

Bíðitíðin kann verða drúgv. Tak okkurt til matna/drekka við og kanska eisini eina bók at stytta tær stundir við.

Heilsumálaráðið


0 Comments

Allar kanningar liðugt greinaðar, 2 smittaði leygardagin

16/8/2020

0 Comments

 
Billede
Nú hava í alt 372 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitini byggja í alt 71.738 kanningar.

Fríggjadagin vóru tríggir tilburðir staðfestir millum tær 2029 kanningarnar, sum vórðu gjørdar. Í gjár vórðu tveir nýggir tilburðir staðfestir, og tá vórðu 1088 kanningar gjørdar. 

Allar kanningar eru liðugt greinaðar. 

Yvirlit av kanningunum seinastu dagarnar, sjá herundir.

Tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd. 

Fyri fleiri hagtøl, trýst her.

Heilsumálaráðið

SáH

Billede
0 Comments

Kanningar frá 8. august liðugt greinaðar

11/8/2020

0 Comments

 
Billede
Nú eru allar kanningar frá 8. august liðugt greinaðar. Í alt vórðu 7 tilburðir staðfestir burtur úr teimum 3462 kanningunum. 

Sunnudagin vórðu 2269 kanningar gjørdar, og hóast allar kanningar ikki eru liðugt greinaðar enn, hevur Landslæknin staðfest fýra nýggir tilburðir hendan dagin. Í løtuni verður bíðað eftir úrslitinum frá 482 royndum, og tí er endaliga úrslitið fyri sunnudagin 9.august ikki klárt enn. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk. 

Millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, er ein tilburður longu staðfestur. Fleiri enn 1000 kanningar vórðu gjørdar, og flest teirra mangla enn at verða greinaðar. 

Billede
Øll tey, sum hava fingið staðfest smittuna, eru uppringd av Landslæknanum.

Heilsamálaráðið
Billede
0 Comments

88 føroyingar staðfestir smittaðir seinastu vikuna

10/8/2020

0 Comments

 
BilledeKøin í Klaksvík fríggjadagin tann 07.08.2020 man vera tann størsta køin nakrantíð í okkara býi
Metnógvar kanningar hava verið seinastu dagarnar, og metnógvir tilburðir eru eisini staðfestir. So nógvar kanningar verða gjørdar, at seinkingar í greiningunum koma fyri.

Kanningarúrslit frá kanningunum gjørdar fríggjadagin tann 7. august vórðu tøk í morgun. 11 tilburðir vórðu staðfestir millum tær 4.521 kanningarnar, sum vórðu gjørdar fríggjadagin.

Leygardagin vóru eisini sera nógvar kanningar gjørdar, og í løtuni eru 729 kanningar ikki liðugt greinaðar. Av teimum 3462 kanningunum hendan dagin, eru higartil seks nýggir tilburðir staðfestir. Harumframt er longu ein tilburður staðfestur millum tær 2.269 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár. Sostatt er samlaða talið av staðfestum tilburðum í Føroyum nú 313.

Sí yvirlit av seinastu døgunum her.

Enn eina ferð verður heitt á øll um at vísa serligt varsemi, til allar kanningar eru greinaðar. 

Seinastu útlendingarnir staðfestir frískir
Í dag vórðu 10 persónar staðfestir frískir. Talan er um teir útlendingarnar, sum fingu staðfest smittuna í samband við, at trý skip lógu við bryggju í Ánunum í Klaksvík upp undir ólavsøku. Hesir eru allir farnir av landinum aftur. Í alt eru tí 225 staðfest frísk, og sostatt eru 88 fólk smittað í løtuni, og talan er í øllum førum um persónar, sum hava føroyskt p-tal.  

Seinkingin í kanningarúrslitinum darvar eisini smittusporingina, sigur Landslæknin. Tað týdningarmiklasta í løtuni er at avbyrgja tey, sum hava fingið staðfest smittuna, umframt at viðkomandi persónar, sum hava verið í beinleiðis samband við smittaðu fólkini, fara í sóttarhald. Skotbráið er stutt, tí fólk smitta onnur dagin eftir, at hesi fingu smittuna. Smittan breiðir seg sera skjótt, og tí er hetta týdningarmiklasti stigið, sum skal takast, fyri at steðga smittubreiðsluna. Landslæknin er tó bjartskygdur, tí síðani 38 tilburðir vórðu staðfestir tann 5.august, er talið av staðfestum tilburðum minkað hvønn dag.

- Vit síggja eina geografiska smittubreiðslu, men samstundis síggja vit, at talið av tilburðum støðugt minkar, og tað kunnu vit fegnast um. Tølini vísa eisini, at føroyingar taka støðuna í álvara, og tað fegnist eg um, sigur Landslæknin.

Útflyta smittuna
Fyri nøkrum døgum síðani var Landslæknin ikki í iva um, at talan var um eina og sama smittuketu. Í seinastuni hava fleiri persónar fingið staðfest smittuna, har tað ikki ber til at nágreina, júst hvussu hesi eru smittað. Tó er Landslæknin vísur í , at smittan er komin til landið áðrenn ólavsøku, har krímsjúkan hevur breitt seg, tá fólk hava savnast til ymisk privat tiltøk.

Allir persónar, sum hava fingið staðfest smittuna síðani 3. august, hava føroyskt p-tal. Ein persónur fekk tann 6. august staðfest sjúkuna við komu til Føroya, og eisini her var talan um ein persón, sum hevði føroyskt p-tal. Teir útlendingar, sum higartil hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, hava ikki smittað onnur. Tað er tí eisini greitt, at smittan breiðir seg millum føroyingar. 

Eisini eru fleiri persónar farnir av landinum aftur, sum hava fingið staðfest smittuna við komu til annað land. Tá hetta hendir, verður neyðuga smittusporingin framd, soleiðis at finnast kann fram til tey, sum eru í smittuvanda. Hesir persónar telja tó ikki við í føroyska hagtalsyvirlitinum. Føroyar eru tí farnar frá at vera eitt land við ongari smittu, til at vera eitt land, sum útflytir smittuna, og tað er ein nýggj støða.

Vandamikil smittubreiðsla
Nakrir tilburðir eru eisini staðfestir, tá arbeiðspláss hava kannað starvsfólk. Tvey starvsfólk hava fingið staðfest smittuna í samband við kanningar gjørdar á arbeiðsplássinum, og í báðum førum er talan um persónar, sum eingi sjúkutekin høvdu. Smittan er komin inn um gáttina á stovnum, har hon helst ikki skal vera, og tá gerst støðan vandamikil. Hetta er heldur ikki hent áður, og tað sæst tí týðiliga, at vit í løtuni hava eina aktiva, skjóta og vandamikla smittubreiðslu í Føroyum.

Landslæknin vísir á, at tað er serliga í sosialum høpi, at vit verða smittað og smitta onnur. Tað eru ikki ferðafólk ella starvspláss, sum eru vandamikil. Vit smitta hvønn annan, tá vit eru saman við hvørjum øðrum, til dømis í veitslum og øðrum tiltøkum. Tí er áheitanin frá Landslæknanum eisini greið: Vit mugu minnast til góða reinføri, og vit mugu minnast frástøðuna. Tá vit eru til handils, tá vit eru ørindir, og serliga tá vit eru innandura, har nógv fólk savnast. Landslæknin vísir á, at í hesum støðum er maskan eisini eitt smittuverjandi amboð, sum vit kunnu brúka.

- Sum støðan er í løtuni, meti eg tað vera sera hóskandi, at vit brúka maskuna, tá vit til dømis eru til handils, ella tá vit eru innandura, har fleiri fólk savnast.

Heilsumálaráðið 10. august 2020 kl. 16.13

Billede
Billede
0 Comments

Kanningar frá 7. august liðugt greinaðar

10/8/2020

0 Comments

 
Billede
Allar kanningar, sum vórðu gjørdar fríggjadagin 7. august, eru nú liðugt greinaðar. Tað upplýsir Landslæknin í morgun. 

Tríggir nýggir tilburðir vórðu staðfestir, og sostatt vórðu í alt 11 smittutilburðir staðfestir millum tær 4541 kanningar, sum vórðu gjørdar fríggjadagin.

Seinastu kanningarnar frá 8. august verða í løtuni greinaðar, talan er um 729 kanningar. Úrslitini verða almannakunngjørd, so skjótt tey eru tøk.

Í alt hava nú 306 persónar fingið staðfest smittuna.

Heilsamálaráðið
10.08.2020 

Billede
0 Comments

Kanna eisini fyri koronu leygardagin og sunnudagin

8/8/2020

0 Comments

 
Billede
Landssjúkrahúsið hevur gjørt av, at øll sum standa í bíðirøð klokkan 15 verða kannað fyri koronu í dag, meðan onnur verða biðin um at bíða til í morgin at lata seg kanna.

Kannað verður bæði leygardagin og sunnudagin frá klokkan 9.

Sera nógv fólk lata seg kanna fyri koronu í hesum døgum, og longu klokkan 8 í morgun var bíðirøðin niðan móti Bilrøkt við Velbastaðvegin. Á døgurða var bilrøðin niðan framvið Skúlaheimið í Marknagili, og bilar leggjast støðugt aftrat røðini. Hetta leggur stórt trýst á øll og ikki minst tey, sum standa fyri potingini.

Fyri at potingin kann enda í rímiligari tíð, hevur Landssjúkrahúsið tí gjørt av, at ikki fleiri bilar koma í bilrøðina eftir klokkan 15.

Landssjúkrahúsið

0 Comments

SVIMJIHØLLIN STEINGIR FYRIBILS

6/8/2020

0 Comments

 
Billede
​
Við tað at illgruni er um, at fólk sum eru smittað av koronu, hava vitjað í høllini í dag, verður neyðugt at lata aftur, meðan svimjihøllin verður sóttreinsað. Svimjihøllin er tí afturlatin, og lýst verður aftur, tá ið hon letur uppaftur.

Klaksvíkar kommuna
​06.08.2020

0 Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.