NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

EINGIN VITJAN Á BÚEINDUNUM Í NORÐOYA BÚ- OG HEIMATÆNASTU

6/8/2020

0 Comments

 
Billede
​Nú fleiri tilburðir av smittu við koronuvirus eru staðfestir í landinum er neyðugt at seta smittuverjuátøk í verk, so smittan ikki rakar eldri borgarar og onnur, ið eru í vanda fyri at fáa eina álvarsliga sjúkugongd.

Hetta merkir m.a., at tað ikki verður møguligt at vitja á búeindunum í NBH til og við mikudagin 19. august 2020, tá nýggj støða verður tikin.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

0 Comments

Tríggir nýggir smittutilburðir

4/8/2020

0 Comments

 
Billede
Tríggir nýggir koronatilburðir eru staðfestir í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum.

Hesaferð er talan um tríggjar persónar, sum ikki hava verið í sambandi við hvønn annan. Landslæknin veit longu við vissu, at tveir av teimum trimum persónunum eru smittaðir í Føroyum.    

Landslæknin mælir nú øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni.

“Taka vit okkum ikki um reiggj nú, er veruliga vandi fyri, at smittan fær fastatøkur í Føroyum. Her er talan um tríggjar ymiskar smittuketur, og tí skulu vit brúka stóra orku upp á at smittuuppspora tær ymisku smittuketurnar.” sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Landslæknin heitir á øll fólk, sum hava verið í sambandi við tey smittaðu, um at seta seg í samband við seg á teldupostinum [email protected].

Bæði Landsstýrið og Epidemikommisjónin fara at koma saman sum skjótast, nú fleiri nýggir tilburðir eru staðfestir.

Heilsumálaráðið​

0 Comments

Væleydnaða rørsluátakið hjá ÍSF og Fólkaheilsuráðnum “Rørsla í Føroyum” er komið at enda

3/8/2020

0 Comments

 
Billede
Í summar hava yvir 1000 føroyingar gingið bygdargøtur og fjallatoppar runt um í landinum, sum tey hava skrásett við sona-appuni í rørlsuátakinum “Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið saman við Sona hava staðið fyri. Túrarnir vórðu settir saman í samstarvi við Pól Sundskarð og heimasíðuna pol.fo

Á lítlari samkomu fyrr í dag handaðu Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi hjá ÍSF og Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum virðislønir til tveir hepnar vinnarar. Fríða við Neyst Høgnadóttir vann juli avbjóðingina, har man skuldi ganga 5 fjallatoppar. Vinningurin var eitt gávukort á 5000 kr. til ferðaupplivingar í Føroyum.  Eyðun Trúgvason vann høvuðsvinningin, sum er eitt vikuskiftisuppihald í Mykinesi, har Oda Andreasen og GoLocal er vertur, umframt at ferðalagið fær eina rundferð kring oyggjarnar við tyrluni hjá Atlantic Airways. 

Tey bæði lata væl at tiltakinum, sum hevur givið teimum framúr summarupplivingar í føroysku náttúruni. Eyðun, sum til dagliga hevur stillisitandi arbeiði, sigur, at gongutúrarnir eftir bygdagøtunum og í fjøllunum hava gjørt, at hann hevur haft eitt kropsliga virkið summar.  Fríða heldur, at tað er sera motiverandi, at ÍSF og Fólkaheilsuráðið skipa fyri slíkum átøkum, og at hetta hevur heilt sikkurt verið viðvirkandi til, at hon hevur gingið so nógvar túrar í føroysku náttúruni í summar.

“Føroyska náttúran er vælegnað til kropsliga venjing, og ítróttasambandið vil eisini virka fyri hesum slagnum av rørslu, sum samsvarar við allýsingina av ítrótti hjá ÍSF” sigur Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi, sum gleðist yvir, at fleiri enn 1000 føroyingar hava luttikið í átakinum.
Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, heldur eisini, at átakið er væleydnað. “At brúka føroysku náttúruna er partur av okkara siðaarvi og at sameina rørslu á aldargomlu bygdagøtunum og í okkara fjøllum við snildtelefonum og appum ger, at vit samantvinna tað serføroyska og tøkniliga veruleikan, sum tey flestu liva í í dag”, sigur Magni Mohr.

Sona og Fólkaheilsuráðið hava fyrr samstarvað um átakið “Hvør metur telur”, har sona-appin eisini varð nýtt. Lív Egilsdóttir Olsen, samskipari á Sona, heldur, at samstarvið við ÍSF og Fólkaheilsuráðið hevur gingið væl. “Átakið vísir, at áhugi er fyri einari føroyskari rørslu-app, og Sona fer møguliga at arbeiða víðari við hesum”.

Hervið vilja vit takka øllum, sum hava tikið lut í átakinum “Rørsla í Føroyum”.
 
Ítróttasamband Føroya og Fólkaheilsuráðið

Billede
0 Comments
Forward>>
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.