NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Umboð frá Sinnisbata á fund við Kaj Leo Holm Johannesen

27/11/2019

0 Comments

 
Billede
​Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, var í dag á fundi við umboð fyri Sinnisbata, ið er áhugafelag hjá persónum og avvarðandi við sálarligum avbjóðingum.

Landsstýrismaðurin bleiv kunnaður um virksemið hjá felagnum, ið fevnir breitt, og eisini vísti Sinnisbati á ymisk tiltøk, ið kunnu bøta um sálarheilsuna hjá børnum, ungum og eldri.

Sálarheilsa er av avgerandi týdningi fyri okkara borgarar, og fegnast landsstýrismaðurin um ein áhugaverdan fund.

Heilsumálaráðið

0 Comments

Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum

25/11/2019

1 Comment

 
Billede
​- Vit eiga at gera tað, vit eru ment, at verja kvinnur og børn móti harðskapi. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum.

Í dag er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Tíverri er framvegis neyðugt og viðkomandi at varpa ljós á henda harðskap, sigur landsstýriskvinnan. Tí hvønn dag eru kvinnur um allan heim fyri harðskapi og ágangi.


Eisini heima hjá okkum eru kvinnur, sum liva í dagligum ótta, tí ein maki ella fyrrverandi maki fremur harðskap móti teimum og børnum teirra.

Kvinnuhúsið fær hvørt ár millum 500 og 600 áheitanir frá kvinnum, sum leita sær hjálp og vegleiðing, tí tær eru fyri harðskapi.

Í fjør gistu 13 kvinnur á Kreppumiðstøðini, tí tær noyddust at rýma heiman undan harðskapi.

Afturat teimum skulu vit leggja øll tey børnini, sum í ólukkumát verða ávirkað, tá pápi er harðligur móti mammu.

Á fundi fríggjadagin, sum Sig frá/Almannamálaráðið í samstarvi við Amnesty, Kvinnuhúsið og Kvinnufelagið skipaði fyri, greiddi Kathrina Lindenskov Holm frá sínum virki sum sálarfrøðingur í Kvinnuhúsinum.

Vit hoyrdu eisini um forvitnisliga skipan í Íslandi, har tey leggja seg eftir at samskipa arbeiðið móti harðskapi.

Eg fegnist um tað arbeiðið, sum verður gjørt at basa harðskapi móti kvinnum, og fari at virka fyri, at hetta arbeiðið heldur fram og verður styrkt.

Tíverri – framvegis er neyðugt og týdningarmikið at varpa ljós á harðskap móti kvinnum. Ikki einans 25. november.

Almannaráðið

1 Comment

​Móttøka í sambandi við at Psykiatriska deildin letur upp ‘Dagtilboð til børn og ung’ 25. nov.

25/11/2019

0 Comments

 
Billede
​Í dag hevur verið móttøka á Psykiatriska deplinum, har eitt dagtilboð er latið upp fyri børn og ung við sálarligum avbjóðingum. Frammanundan hava tilboð verið og eru fyri málbólkin við sálarligum avbjóðingum, men royndir hava víst, at tað eru summi børn og ung, sum hava tørv á einum víðkaðum tilboði til útgreining og viðgerð, har tað ikki er nóg mikið í ambulantum regi. Tí hevur verið ynski um at víðka um tilboðið, so at hesi í dagtímunum kunnu koma til útgreining í dagviðgerðini.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum helt stutta røðu, har hann m.a. segði, at tað gleðir hann almikið, at hetta tilboðið nú er vorðið veruleiki. At serliga hetta økið hevur fylt rættuliga nógv í hansara politiska arbeiði.

Hóast flestu børn og ung í Føroyum liva eitt virkið lív við vinum og góðum familjubondum, eru tað nøkur, sum detta burtur ímillum. Hetta fara vit at styrkja um við dagtilboðnum, soleiðis, at hesum børn og ungu við skjótari hjálp kunna fóta sær aftur úti í samfelagnum.

Les alla røðuna niðanfyri.
Fyri góðum mánað síðani kundi psykiatriski depilin lata upp eitt dagtilboð, “Børn og Ung” til tey, sum hava tørv á hesum tilboði. Sum landsstýrismaður í heilsumálum er hetta ein stórur dagur, nú vit kunna markera tilboðið við einari móttøku.

Frammanundan hava tilboð verið og eru fyri børn og ung við sálarligum avbjóðingum, men royndir hava víst, at tað eru summi børn, sum hava tørv á einum víðkaðum tilboði til útgreining og viðgerð, og har tað ikki er nóg mikið bara í ambulantum regi. Tí hevur verið ynski um at víðka um tilboðið, so at børn í dagtímunum kundu koma til útgreining í dagviðgerðini. Hetta er at frøðast um.

Í mínum starvi sum politikari hevur hetta økið fylt rættuliga nógv. Vitanin um, at børn og ung við sálarligum avbjóðingum ikki hava fingið eitt nóg gott tilboð, er nakað, sum ikki eigur at koma fyri í einum framkomnum samfelagi sum í Føroyum. Vit eiga at raðfesta soleiðis, at tað ongantíð skal vera fíggjarligar orsøkir til, at ungfólk við sálarligum avbjóðingum ikki fáa besta tilboð og viðgerð.

Í Føroyum eiga vit at megna at veita ungum føroyingum við sálarligum avbjóðingum tær bestu dagførdu heilsuligu viðgerðirnar á ein virðiligan hátt, uttan at hesi skula kenna nakran form fyri stigmatisering, ella at umsorganin, sum hesi fáa, er øðrvísi enn til aðrar sjúkubólkar.

Eingin borgari, líkamikið hvar á lívsleiðini hann er, skal føla seg at “leypa av” ella ikki at verða tikin við í samfelagnum. Umsorganin ella veitingin til hesi ungu við sálarligum avbjóðingum eigur at verða veitt við líka “heitum hondum”, sum viðgerðin av øðrum sjúkuavbjóðingum.

Hóast tilboðið er eitt dagtilboð, eru atlit tikin til, hvar í Føroyum hesi børn og ungu búgva, tí tilboðið fevnir eisini um, at til ber at gista í Gestalonini á Landssjúkrahúsinum, um hesi koma langvegis frá og ikki hava møguleika fyri at sleppa heimaftur sama dag.

Í mínum politiska arbeiði, havi eg sett henda trupulleika frammarlaga. Eg havi sett spurningar fram á Løgtingi um júst henda trupulleika við tí endamáli at fáa greiði á, hvussu hesin málbólkurin skal kunna loftast og hjálpast. Ynski hjá mær hevur verið, at hesi á ein nattúrligan hátt kunna hjálpast aftur á beint til tað normala lívið í tí føroyska gerandisdegnum, so tey skjótast til ber kunna fara aftur í skúla ella til arbeiðis.

Síðani eg varð settur sum landsstýrismaður, havi eg vitjað á Landssjúkrahúsinum, harímillum á Psykiatrisku deildina. Tað gleðir meg at síggja, hvussu góð viðurskiftini eru, og hvussu góðir karmarnir eru, sum tit hava skipað í hesum hugnaliga og heimliga umhvørvinum. Vit eiga áhaldandi at stremba eftir góðum og dagførdum tilfeingi at bjóða okkara ungu, ið hava tørv á tí.

Hóast tað, so trívast flestu børn og ung í Føroyum og liva eitt aldursvarandi og virkið lív og luttaka í skúla og frítíðarítrivum, har tey hava góð vinfólk og gevandi familjusambond. Tó eru greiðar ábendingar um, at talið økist av børnum og ungum, ið ikki trívast í gerandisdegnum vegna sálarligar avbjóðingar.

Vit síggja í Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum varð gjørd í 2018, at um vit samanbera okkum við okkara grannalond, kunna vit væntað, at umleið 4 prosent av føroyingum stríðast við angist, og onnur 4 prosent stríðast við tunglyndi umframt, at 3 prosent stríðast við lættari til moderatum tunglyndi.

Umráðandi er, at vit lofta hesum børnum og ungu so skjótt sum gjørligt, og í so ungum aldri sum gjørligt, so tey kunna fáa hjálp rættstundis. Vit mugu stremba eftir at hava góðar og beinraknar eygleiðarar. At tey, sum eru um okkara børn á stovnum, barnagørðum og skúlum, kunna lofta trupulleikum hjá børnum so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at eingin dettur burturímillum, men skjótast til ber verða hjálpt aftur á føtur.

Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu tjóða, fevnir um øll viðurskifti og rættindi hjá børnum og ungum. Í yvirlýsingini í sáttmálanum verður greitt frá, hvussu børn skulu verjast og verða tryggjað vælferð og gott lív. Í 1993 varð sáttmálin settur í gildi fyri Føroyar.

Í Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum sæst, at: “Ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatrisku deildina hava seinastu árini verið støðugt vaksandi, og at hagtøl yvir heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung (15-24 ár) fáa antidepressiva”.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, sum sat við Heildarætlanini var, at tað eru børn og ung, ið stríðast við sálarligum avbjóðingum, og at tey sum er, ikki altíð fáa neyðugu hjálpina. Um vit skulu venda gongdini, er neyðugt, at vit gera íløgur í at veita skjóta hjálp. Góð sálarheilsa frá barnaárum av er ein avgerandi fortreyt fyri menning og innlæring hjá børnum og ungum, so tey seinni í lívinum kunna fáa fótafesti í arbeiðsmarknaðinum og í tí vanliga gerandisdegnum.

Tí er týdningarmikið, at vit gera nakað munagott fyri at lyfta sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum, sum ikki trívast. Vit mugu tryggja okkum, at hesi fáa hjálp rættstundis, so sálarliga heilsustøðan ikki versnar.

Mín hugsan er, at vit í størri mun fara at megna at hjálpa einum stórum parti av okkara børnum og ungu við hesum nýggja dagtilboðnum, nú eitt lið er lagt afturat, og gáttin ikki er so høg inn til hjálpina.

Síðani fari eg at bera eina tøkk til fyrrverandi landsstýriskvinnu, Sirið Stenberg, fyri títt arbeiði at fáa sett hetta tilboðið í verk.

Somuleiðis ein tøkk til tykkum starvsfólk fyri tykkara góða arbeiði; tykkara áhaldni og stremban eftir at fáa Psykiatriska depilin at vera eitt gott stað at vera, bæði fyri stór og smá.

Takk fyri!

Kaj Leo Holm Johannesen

Heilsumálaráðið

0 Comments

​Kaj Leo Holm Johannesen á fundi við Alzheimerfelagið

24/11/2019

0 Comments

 
Billede
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, var í síðstu viku á fundi við umboð frá Alzheimerfelagnum, har tey greiddu frá um raðfestingarnar á demensøkinum.

Landsstýrismaðurin varð kunnaður um virksemið hjá felagnum, og hvørjar avbjóðingar eru á demensøkinum í dag. Harafturat varð tosað út frá demensætlanina ”Gloymsk, men ikki gloymd” frá 2015, og hvat krevst fyri at fáa sett ætlanina endaliga í verk.

Heilsumálaráðið

0 Comments

Sambýlið í Bøgøtu verður umskipað

19/11/2019

0 Comments

 
Billede
​Seinnapartin í gjár fingu níggju starvsfólk hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu prógv í samband við skeiðsvirksemi í demenssjúkum. Skeiðsvirksemið er liður í at førleikamenna starvsfólk til umskipanina á Sambýlinum í Bøgøtu, sum framyvir verður karmur um búfólk, sum hava fingið staðfest demens.

Norðoya Bú- og Heimatænasta arbeiðir støðugt við at menna tíðarhóskandi tilboð til borgarar, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku, og er hendan førleikamenningin ein liður í fyrireikingini til, at Sambýlið í Bøgøtu fer at hýsa borgarum, ið hava fingið staðfest demens.

Fleiri av starvsfólkunum á Sambýlinum í Bøgøtu hava drúgvar starvsroyndir, og kenna tískil eisini til tær avbjóðingar, sum koma fyri, tá demenssjúka rakar. Tó vóru allir skeiðsluttakararnir samdir í, at eitt tílíkt skeið hevur stóran týdning.

-Vit læra nógv nýtt, samstundis sum vit verða mint á, at arbeiðið, sum vit gera dagliga, er í tráð við tær vegleiðingar og krøv, sum verða sett til starvsfólk, ið arbeiða á økinum.

Umskipanin verður framd líðandi, og tí verður ein ávís skiftistíð, áðrenn Sambýlið í Bøgøtu kann kallast fyri eitt heim fyri borgarar, ið hava demens.

Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskir skeiðsluttakarunum hjartaliga til lukku við próvnum.

Kelda: Klaksvík.fo

0 Comments

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fingið íblástur frá NBH

6/11/2019

0 Comments

 
Billede
Seinnapartin í gjár vitjaði Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy Norðoya Bú- og Heimatænastu. Endamálið við vitjanini var at fáa íblástur, hvussu NBH hevur skipað seg á eldraøkinum, og at deila hugskot millum eldrasamstørvini.

Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH, bjóðaði vælkomin og greiddi í stuttum frá, at Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu ikki valdi at gera stórar broytingar á økinum, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita. Stýrið setti sær fyri at nýta fyrstu tíðina til umfatandi og nágreiniligar kanningar av eldraøkinum, so haldgott grundarlag fekst fyri at leggja eina strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH.

Strategiin, sum seinni gjørdist veruleiki sást eisini aftur í framløguni, sum Marna E. Jensen, stjóri, og Sunnuva á Lakjuni, fakligur samskipari, høvdu fyri gestunum. Sigast má, at gestirnir vóru ógvuliga hugtiknir av, hvussu væl eldraøkið í Norðoyggjum er skipað.

Nakað, sum kanska eyðkennir eldraøkið í Norðoyggjum er, at fakliga støðið verður raðfest høgt. Tí valdi man eisini, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, at seta ein fakligan samskipara í starv. Hetta varð serliga grundað á, at fleiri kompleksar sjúkur eru alsamt vaksandi, og at tað tí hevur stóran týdning, at starvsfólk áhaldandi verða ment til uppgávurnar soleiðis, at borgarin fær tænastur og tilboð á høgum støði.

Sunnuva á Lakjuni segði eisini í framløguni, at hóast talið á búplássum hjá NBH seinastu árini er minkað, so er tørvurin á búplássum minni nú, enn hann var, tá økið varð yvirtikið, og plássini vóru fleiri. Hetta er møguliga tí, at fleiri tilboð eru ment soleiðis, at møguleiki at búgva heima er blivin betri. Harumframt eru fleiri umlættingarpláss raðfest, og ongantíð áður hava so nógv eldri verið virkin í Ven og Virka, sum bæði skipar fyri visiteraðum venjingum fyri eldri eins og ókeypis tilboð um eginvenjing tvær ferðir um vikuna. Harumframt er samdøgurðsrehabilitering eisini ein tænasta, har ergo- og fysioterapeutar hava ein virknan leiklut.

Hetta er ein tilgongd, sum NBH framyvir eisini ynskir at raðfesta, tí nøgdsemiskanningin vísti eisini, at tey flestu eldru ynskja at búgva heima sum longst, tí verður eisini mett, at ein raðfesting av heimatænastuni er gongda leiðin.

Gestirnir úr Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy vitjaðu eisini á Heiminum við Vágna, á Sambýlinum á Heygnum og í Ven og Virka. Somuleiðis fingu tey høvi at heilsa uppá tey eldru, sum vóru komin til hugnaløtu í Smæruni, har tað er pensjónistafelagið Hugni, sum skipar fyri tiltøkum seinnapart týsdag.

Poul Havn, sum er raskur at møta upp til tiltøkini tók beinavegin munnharpuna fram og spældi eitt lag fyri gestunum, og hann nýtti eisini høvi at fortelja suðuroyingunum, tá ið hann fór á Jóansøku við motorsúkklu, og at siglitúrinin tá tók 8 tímar.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

0 Comments

Lættari hjá fyritíðarpensjónistum at flyta

6/11/2019

0 Comments

 
Billede
Frá 1. januar 2020 verður lættari hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum londini í ríkisfelagsskapinum. Tá kemur lógarbroytingin um at minka um markaforðingarnar, tá fyritíðarpensjónistar flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland, í gildi.

Á fundi millum táverandi føroysku, donsku og grønlendsku ráðharrarnar í pensjónsmálum, í desember 2018, varð semja gjørd um, at arbeiðast skuldi fram ímóti at loysa trupulleikan við markaforðingunum hjá fyritíðarpensjónstum, ið flyta millum londini.

Semja varð millum ráðharrarnar um, at neyðugu lógarbroytingarnar skuldu koma í gildi í seinasta lagi 1. januar 2020.

Arbeiðið er nú liðugt, og øll londini eru nú klár við neyðugu lógarbroytingunum, soleiðis at skipanirnar samstarva á besta hátt fyri borgararnar í øllum trimum londunum.

Lógarbroytingin merkir ítøkiliga, at
•føroyskir fyritíðarpensjónistar við hægstu fyritíðarpensjón flyta sjálvvirkandi yvir til samsvarandi fyritíðarpensjón í Danmark ella Grønlandi
•føroyskir fyritíðarpensjónistar við lægstu ella miðal fyritíðarpensjón varðveita rættin til fyritíðarpensjón í upp til 12 mánaðir, tá flutt verður til Danmarkar ella til Grønlands
•í sambandi við flyting millum londini hava avvarðandi myndugleikar skyldu at veita nøktandi upplýsingar sínámillum, soleiðis at málsviðgerðartíðin av umsókn um fyritíðarpensjón í landinum, sum flutt verður til, verður so stutt sum gjørligt

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fegnast um, at málið um flyting av fyritíðarpensjón loksins er komið á mál. Nýggju reglurnar fara at gera tað munandi lættari hjá fyritíðarpensjónistum, ið ynskja at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland, og eisini er tað at fegnast um, at londini í ríkisfelagsskapinum í felag hava lyft hesa uppgávu.

Kelda: amr.fo

SáH

Billede
0 Comments

Ókeypis koppseting fyri vetrarbeinkrím

4/11/2019

0 Comments

 
Billede
Nú veturin nærkast og dagarnir gerast kaldari, bjóðar læknamiðstøðini eldri borgarum ókeypis koppseting.

Hesar dagar er ikki neyðugt at bíleggja tíð frammanundan.

Týsdagin 5. november frá kl. 10.00 til 15.00

Mikudagin 6. november frá kl. 10.00 til 15.00

Hósdagin 7. november frá kl. 10.00 til 15.00

Um ikki liggur fyri nevndu dagar, er eisini møguleiki at fáa tíð.

0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.