NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Diabetesfelag Føroya hevur skipað seg

23/5/2019

0 Comments

 
Billede
Nevndin í Diabetesfelagnum hevur skipað seg soleiðis: May-Britt Skoradal, forkvinna, Birita Kristoffursdóttir Samuelsen, næstforkvinna, Allan Skaalum, skrivari, Mourits Joensen, kassameistari og Marna Hentze, nevndarlimur og umboðandi tey ungu. Marna er nýggj í nevndini. Tiltakslimir eru Kristiana Rein og Ørvur Joensen

Diabetesfelag Føroya

​SáH

0 Comments

Løgtingið samtykt lóg, sum skal tryggja dygdina á viðgerðarstovnunum

4/5/2019

0 Comments

 
Billede
Eitt samt Løgting hevur í dag samtykt lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg um virksemið á stovnum, ið veita rúsviðgerð. 

“Eg fegnist almikið um, at Løgtingið stóð saman um at tryggja fakligu dygdina í tilboðunum um rúsviðgerð. Framvegis er tað soleiðis, at onkur okkara fer útav eggini, og tá eg avgerandi, at tilboð eru tøk, sum hava neyðugu dygdina.

Hóast okkara viðgerðarstovnar longu gera eitt megnar arbeiði á økinum, so er neyðugt við krøvum um førleikar, sum tryggja fakliga innihaldið eisini í framtíðini”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í viðmerking.

Frameftir verður tað soleiðis, at viðgerðarstovnar skulu søkja um góðkenning fyri at kunna virka, og verður tað Heilsutrygd, sum eftir umsókn kann góðkenna ein viðgerðarstovn.

Dygdin avgerandi
Fyri at fáa góðkenning, er treytin, at tilboðið eftir einari heildarmeting hevur neyðugu dygdina. Ymisk atlit verða tikin. Eitt nú skulu hølisviðurskiftini verða nøktandi, hugt verður eftir háttalagi, og somuleiðis skal starvsfólkabólkurin samanlagt hava viðkomandi útbúgvingar og royndir við rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð.

Mett verður, at slík krøv kunnu tryggja dygdina á viðgerðartilboðunum til gagns fyri  tey, ið stríðast við misnýtslu av rúsdrekka ella rúsevnum og teirra avvarðandi.

Nýggja lógin ásetur eisini, at persónar, ið hava tørv á rúsviðgerð á samdøgursstovni, kunnu fáa tilboð um ókeypis viðgerð. Hetta er nýbrot, tí frammanundan høvdu tey, ið stríðast við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, ikki nakran formligan rætt til at fáa tilboð um viðgerð fyri teirra misnýtslu.

Samanumtikið er málið við lógini at fáa greiðari regluverk rundan um stovnarnar, ið veita rúsviðgerð. Talan er um nýggja lóggávu á økinum, tí frammanundan er eingin lóggáva, sum regulerar virksemið.

Viðgerðarstovnarnir, sum virka í dag, liva í stóran mun upp til treytirnar, ið eru settar í nýggju lógini. Hóast mett verður, at skilabest er við formligum reglum á økinum.

Nýggja lógin kemur í gildi 1. januar 2020. Ásett er eisini, at verandi viðgerðarstovnar skulu søkja góðkenning innan 1. januar 2021.

Kelda: himr

​SáH

0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.