NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Koppingarevnið, sum verður brúkt í Føroyum, er trygt

13/11/2021

0 Comments

 
Picture
Bæði landsapotekarin og landslæknin vísa aftur, at koppingarevnið, ið verður brúkt í Føroyum fyri COVID-19, ikki er nóg væl kannað. Ongantíð áður eru so nógv data fingin til vega um eina nýggja vaksinu ella nýggjan heilivág, sum um júst hesi koppingarevnini, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari

Tað eru framvegis røddir, sum tvíhalda um, at koppingarevnini fyri COVID-19 eru ov illa kannað, og at vit ikki vita nóg nógv um langtíðarárinini av koppingarevnunum. Tí vilja hesi ikki lata seg koppseta fyri korona.

Bæði Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, og Lars Fodgaard Møller, landslækni, vísa uppáhaldinum aftur og staðfesta, at brúktu koppingarevnini eru trygg. Teir umboða ávikavist evsta heilivágsfakliga myndugleikan og evsta læknafakliga myndugleikan í Føroyum.

Landsapotekarin vísir á, at meira enn 7,3 milliardir skamtar av koppingarevni eru lætnar fólki, síðan fyrstu koppingarevnini komu fram fyri umleið einum ári síðan, og óvanliga væl verður fylgt við, fyri at lofta møguligum óætlaðum hjáárinum.

Hann leggur eisini dent á, at bæði tann amerikanski heilivágsmyndugleikin, FDA (Food and Drug Administration), og ES-heilivágsmyndugleikin, EMA (European Medicines Agency), hava góðkent koppingrevnini. Bæði FDA og EMA hava ógvuliga strang krøv til skjalfestar royndir, áðrenn eitt einasta prik verður latið, og til afturmeldingar um hjáárin aftaná.

"Eg kundi skilja, at onkur var ivasamur fyri einum ári síðan, tá alt hetta var spildurnýtt, og koppingarevni komu fram við neyðgóðkenning, tí at støðan í heimshøpi var desperat. Síðan eru nøkur sløg av koppingarevni eisini farin av aftur marknaðinum, júst tí ivi var reistur um tey. Á okkara leiðum verða í dag bara koppingarevnini hjá Pfizer/BioNTech og Moderna brúkt, og tey hava bæði fingið endaliga góðkenning frá FDA og EMA. Eftir fleiri milliardir prik við hesum koppingarevnum eru ongar afturmeldingar komnar um álvarslig hjáárin, sum hava fingið myndugleikarnar at ivast tað minsta í trygdini ella umhugsa at taka góðkenningarnar aftur. Tí skilji eg heldur ikki, at nakar framvegis tvíheldur um,  at ov fáar kanningar og upplýsingar eru til skjals", sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, skilir heldur ikki ivan og mótstøðuna.

"Vit hava við eina hættisliga sjúku at gera, sum vit tó tíbetur hava fingið eitt vápn ímóti. Heimsheilsustovnurin WHO endurtekur hvønn dag síni tilmæli til øll heimsins fólk um at lata seg koppseta, og tað er væl og virðiliga prógvað allastaðni, at tey koppsettu er fleiri ferðir so væl vard ímóti at verða smittað við COVID-19 sum ókoppsett, og at tey eisini eru fleiri ferðir so væl vard ímóti at gerast hættisliga sjúk ella doyggja, skuldu tey kortini blivið smittað. Ongi álvarslig hjáárin eru av koppingarevninum, vit brúka, og tí eigur ongin at ivast í at lata seg koppseta", sigur hann.

COVID-19 koppsetinarbólkurin

0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.