NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Snakka ikki um meg, snakka heldur við meg

20/6/2014

0 Comments

 
Norski Bláikrossur hevur byrjað eitt nýtt átak fyri at seta ljóskastaran á, hvussu vaksin eru móti teimum børnunum, ið vaksa upp í heimum, har rúsdrekka er við til at mynda gerandisdagin. Mottoið er: "Snakka ikki um meg, snakka heldur við meg".

Sum vaksin hava vit sera lætt við at tosa yvir høvdinum á teimum børnunum, vit eru stúrin fyri. Vit tosa við kenningar, grannar og starvsfelagar. Tað, ið hesum børnunum tørvar, eru vaksin, sum seta seg niður í barnahædd, hyggja í eyguni á teimum og vísa, tey leggja í hesi børnini. Hetta og nógv annað sæst í tilfarinum hjá nýggja átakinum, jegser.no

Mottoið er: "Snakka ikki um meg, snakka heldur við meg"

Tey børnini, ið klára seg væl í lívinum, hóast manglandi umsorganarevni hjá foreldrunum, klára seg ofta væl, tí at tey vórðu sædd av onkrum vaksnum persóni í nærumhvørvinum. Tað merkir, at tað lítla, ið tú gert fyri eitt barn í nærumhvørvinum, kann gera stóran mun í lívinum og framtíðini hjá hesum barninum.

64% av vøksnum siga, at tey hava havt stúranir fyri einum barni. Av hesum hava tó bara 18% gjørt nakað, sum barnið hevur upplivað sum eina umsorganarhandling. (Tøl frá kanning hjá Bláa Krossi í Norra, várið 2014)

Sí filmin her á síðuni um átakið "Jegser.no"

Á heimasíðuni jegser.no og facebooksíðuni jegser ber til at lesa meir um átakið.

Skrivað hevur: Frants Jensen
0 Comments

Kanning um at koma seg eftir rúsdrekka/rúsevnismisnýtslu í Føroyum

15/6/2014

0 Comments

 
Picture
Kanning verður nú gjørd í Føroyum, um hvussu fólk, ið hava verið í viðgerð fyri rúsdrekka og/ella rúsevnis trupulleikar, koma seg. Hugt verður eftir ymiskum faktorum í lívinum, ið kunnu ávirka, hvussu fólk koma seg eftir viðgerð. Øll, ið einaferð í lívinum hava fingið viðgerð fyri rúsdrekka og/ella rúsevnismisnýtslu, kunnu taka lut í kanningini.

Tak lut í kanningini við at trýsta her. 

Í farna mánað byrjaði ein kanning í Føroyum, um hvussu fólk, ið hava verið í viðgerð fyri rúsdrekka og/ella rúsevnismisnýtslu, koma seg. Lív Justinussen, ið lesur Masters í kliniskari sálarfrøði ger kanningina. Hugt verður millum annað eftir, hvørjar meistringsstrategiir vera nýttar í dagligdegnum eftir viðgerð. Meistringsstrategiir eru mátar, ið ein nýtir fyri at koma seg, t.d. at halda seg innandura fyri at umganga freistingar, fara við einum stuðlandi vini til tiltøk, har ein veit, at rúsdrekka ikki er, at fáa sær okkurt ítriv ella nýggj áhugamál, o.s.fr. Eisini verður hugt eftir, um átrúnaður spælir ein leiklut í at koma seg. 

Í Føroyum eru sera fá hagtøl um rúsdrekka/rúsevnismisnýtslu, viðgerð fyri misnýtslu og hvussu fólk koma seg eftir viðgerð. Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, harmast um mangulin uppá føroysk hagtøl innan økið. 

- Tað, ið verður gjørt í dag, er at vit hyggja eftir hvat virkar og ikki virkar í útlondunum og síðani verður tað besta tikið burturúr fyri at veita eina góða viðgerð her í Føroyum, men vit vita reelt ikki hvørja ávirkan tað hevur í Føroyum, tí tað hevur ongantíð verið kannað, sigur Olga Magnussen. Hesi hagtølini fara at geva okkum eina rættari mynd av støðuni í samfelagnum, og tað ger eisini greiðari fyri okkum, til dømis hvar okkara innsatsøki skal vera. Vónin er, at úrslitini kunnu geva meira innilit inn í støðuna í Føroyum, og hjálpa teimum, ið arbeiða innan økið, at betra um m.a. viðger, eftirviðgerð, stuðul og annað, ið fólkum tørvar. 

Í løtuni verður leita eftir fólkum, ið vilja vera við í kanningini. Um ein vil vera við í kanningin inniber tað einans at svara einum spurnablaðið, ið tekur uml. 30-40 minuttir. Fólk, ið luttaka, eru við í einum lutakasti at vinna eitt av trimmum gávukortum uppá kr. 500,- frá SMS. 

Einasta kravið fyri at fólk kunnu luttaka er, at tey í einum tíðarskeiði í lívinum hava verið í viðgerð fyri rúsdrekka og/ella rúsevnistrupulleikar – einki mark er fyri hvussu langt síðani ein fekk viðgerð. 

Um tú hevur hug at luttaka, ella um tú kennur onkran, ið hevði verið áhugaður í at luttikið, ella um tú vilt vita meira um kanningina, so kann meira lesast á www.rusdrekka.info.  

Kelda: Blái Krossur


0 Comments

Rúsdrekka drepur ein persón hvørt 10. sekund, boðar WHO frá

15/6/2014

0 Comments

 
Picture
WHO boðaði fyrr í mánaðinum frá, at meira enn 3 milliónir fólk doyðu av rúsdrekka relateraðum sjúkum í 2012. Heilsustovnurin ávarar eisini stjórnir um, at rúsdrekka-nýtslan var vaksandi og heitir tí á politikarar at gera okkurt fyri at forða hesi gongdini. 


Í eini samtalu við Oleg Chestnov, WHO serfrøðingur í kroniskum sjúkum og sálarligari heilsu, skrivar Reuters, at "meira má gerast fyri at verja íbúgvar frá teimum neiligu heilsuárinunum, ið rúsdrekkanýtsla hevur við sær”. 

Oleg Chestnov legði afturat, at tað er hvørki pláss fyri ella hóskandi hjá fólki/politikarum at verða nøgd við støðuna í dag, tá 3,3 milliónir fólk doyðu í 2012. Afturat hesum tølunum vísir gransking, at menn eru í størri vanda enn kvinnur, og at bæði kynini eru í vanda fyri at útvikla meira enn 200 ymiskar sjúkur, m.a. krabbamein, orsakað av rúsdrekka. 

Sambært WHO rapportini, so drekkur hvør persónur í heiminum, ið er yvir 15 ár, 6,2 litrar av reinum alkoholi um ári. Men tølini vísa eisini, at av øllum heimsins íbúgvum drekka einans 38,3 % rúsdrekka og hesi drekka tí í miðal 17 litrar av reinum alkoholi hvørt ár. Globalt verður mest drukkið í Evropa per íbúgva. 

Summi lond hava longu tikið hesa ávaringina til sín, og arbeiða fyri at steðga hesi gondini. Hetta verður gjørt m.a. við at økja um avgjøld á rúsdrekka, avmarka atgongdina til rúsdrekka við at hækka aldursmarkið og/ella hvar rúsdrekka verður selt, og seta harðari mørk fyri marknarførðsluni av rúsdrekka. WHO heitir á fleiri lond at taka somu stig.  
keldur:
http://www.who.int/substance_abuse/facts/alcohol/en/
http://www.reuters.com/article/2014/05/12/us-health-alcohol-idUSKBN0DS0QS20140512
http://blakross.fo/tidindasavn/alkohol-drepur-ein-person-hvort-10-sekund-bodar-who-fra.aspx


0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.