NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Samgongan hjálpir heimleysum

23/12/2019

2 Comments

 
Billede
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur í dag svarað skrivligum fyrispurningi frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, um heimleys.

Í svarinum ger landsstýriskvinnan greitt, at tað er trupult at definera “heimleys”, tí tað er eitt breitt hugtak, ið kann fevna um nógvar ymiskar støður. Tann mest álvarsama støðan er sjálvsagt hon, tá ið persónar als ikki hava nakran bústað. Hesin bólkur av persónum stríðist ofta við víðfevndar og samansettar trupulleikar, og tí er umráðandi, at vit sum samfelag geva teimum alla tað hjálp og umsorgan, sum vit hava møguleika fyri. Tíbetur hava vit fyriskipanir í Føroyum, ið gera, at persónar, sum enda í hesari støðuni, altíð hava atgongd til eitt stað at sova, eta og vaska sær. Herbergið, Gloria og Blákrossheimið fáa sostatt árligan stuðul á fíggjarlógini upp á 6,25 mió. kr.

Skyldu at veita hjálp, ráð og vegleiðing
Heimloysi fevnir tó eisini um aðrar støður, eitt nú tá ið persónar búgva í einum ótryggum ella óhóskandi bústaði, ella hava fyribils bústað hjá familju ella vinfólki. Ábendingar eru um, at tað í dag eru persónar, ið koma undir hesa skilmarkingina, og tað er ikki nøktandi. Hevur støðan sosialar avleiðingar við sær, hevur Almannaverkið skyldu at veita hjálp, ráð og vegleiðing. Stakir uppihaldarar hava harafturat møguleika at skriva seg upp á ein bráðtørvslista hjá Almannaverkinum. Talan er tó bara um fyribils hýsing í upp til 1 ár, har endamálið er at geva teimum, ið lúka treytirnar fyri at koma á listan, møguleika at fáa eitt stað at búgva, meðan leitað verður eftir einum føstum bústaði.

Omanfyri nevndu viðurskifti eru orsøkin til, at tað er settur ein skjótt arbeiðandi arbeiðsbólkur – við breiðari umboðan úr almenna og privata geiranum – at koma við ítøkiligum uppskotum til landsstýrið um, hvørji átøk kunnu setast í verk til tess at bøta um bústaðatrupulleikan. Arbeiðsbólkurin skal lata sína frágreiðing fyrst í komandi ári, og eg vænti, at eg stutt eftir kann koma við einari ætlan fyri økið.

Vantandi hagtøl
Í løtuni eru eingin almenn hagtøl fyri, hvussu nógvir heimleysir persónar eru í Føroyum. Vit vita tí ikki neyvt, hvussu útbreitt heimloysið er. Hetta er galdandi fyri báðar skilmarkingarnar omanfyri – tó serliga fyri ta seinnu – og hetta er ikki nøktandi.

Fyribils havi eg valt at raðfesta tann partin, ið snýr seg um at betra um møguleikarnar hjá øllum føroyingum at fáa ein virðiligan og hóskandi bústað, men í longdini er neyðugt at fáa betri vitan innan økið. Tí eru ætlanir um at fara undir at skipa hagtøl á økinum við støði í einum ES-standardi; hetta so at tað í framtíðini verður møguligt at føra ein meira skynsaman og málrættaðan bústaðapolitikk.

Fólkaflokkurin

2 Comments

​Tilmæli um palliatión handað landsstýrismanninum

12/12/2019

0 Comments

 
Billede
Ein arbeiðsbólkur hevur í dag handað landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen eitt tilmæli um palliatión í Føroyum.

Arbeiðsbólkurin varð mannaður við fakkunnleika, serkønum fólki innan áhugabólkar og umboðum fyri Heilsumálaráðið. Arbeiðssetningurin, sum bólkurin fekk at arbeiða út frá, var m.a. at lýsa núverandi støðu á økinum og gera eitt tilmæli um, hvussu palliatión og hospise frameftir kundi verða skipað í Føroyum.

Tað eru liðin 18 ár, síðani tað seinasta tilmælið varð skrivað, og 14 ár síðan palliativa tænastan varð sett á stovn. Menningin á økinum hevur ikki staðið í stað, økini hava lagt seg eftir at nema sær vitan og kunnleika innan palliativa økið. Hetta veri seg á teimum trimum sjúkrahúsunum og sum stovnar undir landi og kommunum. Hóast tað, saknast ein samskipað og miðvís ætlan við leiðreglum fyri økið.

Høvuðsniðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at palliatión skal skipast í eini landsfevnandi tænastu, staðsett í Dronning Alexandrines Hospital á Landssjúkrahúsinum, har kommunulæknarnir og heimatænastan hava ein týdningarmiklan samskipandi leiklut í primera heilsugeiranum.

Formaðurin í arbeiðsbólkinum, Bjarni á Steig greiddi frá høvuðsniðurstøðunum hjá arbeiðsbólkinum og handaði landsstýrismanninum tilmælið.

Kaj Leo Holm Johannesen fegnaðist um at fáa tilmælið handað og takkaði arbeiðsbólkinum fyri arbeiðið. Kaj Leo Holm Johannesen segði, at hann var samdur við arbeiðsbólkinum í, at Dronning Alexandrines Hospital er eitt upplagt stað til palliativa deild. Landsstýrismaðurin segði á fundinum, at hann fer at gera alt fyri at menna palliativa økið, og væntar at skjøtil kann setast á arbeiðið í 2020.

Tilmælið kann lesast her

Heilsumálaráðið

0 Comments

Børn og ung við ymiskum avbjóðingum hægstu raðfesting á komandi fíggjarlóg

11/12/2019

0 Comments

 
Billede
​Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur valt at raðfesta børn og ung á komandi fíggjarlóg. Hetta verður gjørt við at styrkja fleiri av teimum tilboðum eru í gongd, samstundis sum nýggj tilboð verða skipaði.

Samanlagt hevur landsstýriskvinnan raðfest knappar 11 mió.kr. til ymiskar fyriskipanir, sum hava til endamáls at fyribyrgja, at børn og ung fáa umfatandi trupulleikar at dragast við. Samstundis verða skipaði fleiri tilboð, sum hava til endamáls at stuðla og hjálpa teimum, sum hava avbjóðingar av ymsum slag.

– Vit mugu ásannað, at tað eru ov nógv børn og ung, sum ikki fáa hjálp og vit hava sum samfelag ikki ráð at lata vera við at gera nakað við hetta. Tað er umráðandi, at vit áhaldandi arbeiða við at fyribyrgja, at børn og ung fáa umfatandi trupulleikar og tað er eisini alneyðugt, at vit hava nøktandi tilboð til teirra sum hava trupulleikar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Styrkja fyribyrgjandi arbeiðið
Landsstýriskvinnan hevur valt at raðfesta SSP-samstarvið, sum arbeiðir fyribyrgjandi í mun til børn í í aldrinum 0-18 ár.

SSP- samstarvið, sum er samstarv millum Skúla, Sosialir myndugleikar og Politiið, kemur í samband við øll børn og foreldur í Føroyum og hevur í nógv ár skipað fyri kunningarátøkum kring landsið. Higartil sær tað út til at arbeiðið er munagott og hetta verður nú styrkt fíggjarliga.

Eisini ætlar landsstýriskvinnan, at “Tú og eg ráðgevingin” hjá Barnabata fær hægri stuðul. Børn og ung kunnu dulnevnt venda sær til “Tú og eg ráðgevingina” antin við skriva til ein brævkassa ella ringja at tosa við ein vaksnan, uttan nakrar bindingar.

Børn og ung við ADHD og líknandi avbjóðingum fáa nú munagóða hjálp
Landsstýriskvinnan hevur eisini valt at raðfesta tilboð til børn og ung, sum hava ADHD og líknandi avbjóðingar. Í nógv ár hava fakfólk, foreldur og ADHD felagið víst á trupulleikar við, at børn og ung, sum hava ADHD og líknandi avbjóðingar, ikki fáa nøktandi hjálp, og harvið hava børnini og tey ungu torført at fóta sær í gerandisdegnum.

Komandi ár verða skipaði fleiri frítíðartilboð til børnini soleiðis, at tey kunnu fáa ein skipaðan og innihaldsríkan gerandisdag, samstundis sum foreldrini kunnu varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Eisini verður skipað eitt stuðulstoymi við serkunnleika til ADHD og líknandi avbjóðingar, sum er ætlað ungum, sum hava lyndi til at avbyrgja seg heima, gevast í skúlanum og eru avskorin frá sosialum virksemi. Hesi tilboð eru liður í fyrireikingunum til at kunna veita familjum, sum hava børn við hesum avbjóðingum eina skipan líknandi “Góðu tilgongdini”

Tey ungu, sum hava víðfevndar sálarligar, sosialar og rústrupulleikar fáa nú hjálp til at fóta sær
Landsstýriskvinnan hevur eisini valt at seta pengar av til átakið “Megna títt lív”, sum ætlað ungum, sum hava víðfevndar sálarligar, sosialar og rústrupulleikar, og sum higartil ikki hava fingið nøktandi hjálp og stuðul frá tí almenna.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at tað er umráðandi, at vit viðurkenna, at talan er um tung og torfør mál og at tað finnist ikki nøkur løtt og einføld uppskrift.

Hesi ungu hava stórar og samansettar trupulleikar og hava brúk fyri nógvari hjálp frá ymiskum stovnum. Her hugsi eg um Almannaverkið, Psykiatriska depilin, rúsviðgerðarstovnar, Kriminalforsorgin, Sernám og barnaverndartænasturnar, tá talan er um børn.

Vit – myndugleikarnir – hava hvør í sinum lagi ábyrgdina av, at tey ungu fáa hjálp. Tær almennu skipanirnar eru til fyri at hjálpa menniskjum, sum hesum ungu, sum eru komin á skeiva kós, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Átakið er ein roynd at fáa samskipað verandi tilboð, og samskipandi leikluturin er lagdur til Almannaverkið. “Megna títt lív” eitt maktrikkulleyst toymi av starvsfólkum við førleikum til slíkt arbeiðið og sum kenna umhvørvið, har tey ungu ferðast. Tey skulu møta teimum ungu, har sum tey halda til og hjálpa teimum at koma í samband við avvarðandi myndugleikar, har hjálp er at fáa.

Nýtt sambýli til ung við menningartarni
Tað eru fleiri ung, sum umframt menningartarn eisini hava atferðartrupulleikar og sálarlig órógv, sum tey sjálvi hava torført at handfara, og eins og foreldur teirra hava trupult við at hjálpa teimum.

Hesi ungu hava tørv á einum varandi búplássi, har fakfólk eru um tey og slóða fyri, at hvør einstakur fær eitt fyri hann so sjálvstøðugt, støðugt og innihaldsríkt lív sum gjørligt.

Ætlanin er, at sambýli, sum kemur at húsa fimm ungum, verður klárt í vár.

Almannamálaráðið

0 Comments

Landsstýriskvinnan raðfestir borgarar millum 18-66 ár

9/12/2019

0 Comments

 
Billede
​Í broytingaruppskotinum, sum er sent løgtingsins fíggjarnevnd, hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum valt at raðfest borgarar millum 18-66 ár, soleiðis at hesi ikki detta niðurímillum.

Borgarar á Herberginum fáa røkt
Herbergið hevur víst á, at tað er ein stór avbjóðing at hýsa fólki, sum umframt at hava víðfevndar sosialar trupulleikar, eisini eru vorðin røktarkrevjandi. Tørvur er á einum røktarheimi til hesar borgarar. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, hava í felag funnið eina fyribils loysn, soleiðis at hesir borgarar fáa hjálp.

Herbergið átekur sær at hýsa teimum og fær í hesum sambandi eina játtan, sum er ætlað til at seta starvsfólk til røktaruppgávuna. Landsstýriskvinnan fegnast um loysnina og sigur í viðmerking, at hon hevur stóra virðing fyri tí arbeiði, sum teir sjálvbodnu felagsskapirnar gera í mun til húsa fólki, sum hava víðfevndar sosialar trupulleikar, og ikki eru før fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað.

Fleiri dag – og arbeiðstilboð til borgarar undir 67 ár, sum hava demens
Landsstýriskvinnan í almannamálum skipar fleiri dag- og arbeiðstilboð til borgarar undir 67 ár, sum hava demens.

Eitt av sokallaðu markamótum millum land og kommunur hevur verið dagtilboð til borgarar, sum hava demens og eru undir 67 ár. Markamótsnevndin hevur staðfest, at tað er landið, sum hevur ábyrgd av hesi uppgávu, og í 2017 lat eitt dagtilhald upp í Tórshavn. Tørvur er á fleiri slíkum tilboðum uttanfyri miðstaðarøkið, og landsstýriskvinnan ætlar at skipa eitt líknandi tilboð í komandi ári.

– Tað er sera umráðandi, at vit skapa karmar fyri, at fólk kunnu vera virkin so longi sum gjørligt, og tað er eisini týdning at tey, sum búgva saman við fólki, sum fáa demens og líknandi avbjóðingar, kunnu varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin og kenna seg trygg við og at hond verður tikin um tann demensrakta, meðan tey eru til arbeiðis, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan hevur eisini valt at styrkja virksemið hjá Dugna soleiðis, at persónar, sum hava skerdar arbeiðsførleikar orsakað av demensi, alzheimer og líknandi avbjóðingum, fáa møguleikan at fáa arbeiðstilboð, eins og samgonguskjalið leggur upp til.

Alzheimerfelagið hevur á fundi við landsstýriskvinnuna víst á, at persónar, sum hava demens, ofta hava torført við at varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og at tað vanta arbeiðstilboð, sum eru tillagað teim avbjóðingum, sum fylgja við, tá ein fær demens, alzheimer ella líknandi sjúku.

Raðfestingarnar eru liður í arbeiðinum hjá samgonguni at gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag og at loysa eitt av markamótunum, sum hava verið millum land og kommunur eftir at kommunurnar yvirtóku heimatænastuna, eldrarøkt o.a. í 2015.

Almannamálaráðið

0 Comments

​Elsebeth helt røðu, tá ársins kærleikskúla varð avdúkað

8/12/2019

0 Comments

 
Billede
​Elsebeth helt røðu, tá ársins kærleikskúla varð avdúkað

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt røðu í gjár í sambandi við at ársins kærleikskúla varð avdúkað í Steinprenti.

Hon segði millum annað: “Í september tók eg við sum landsstýriskvinna í almannamálum. Eitt tað fyrsta, sum eg, sum landsstýriskvinna, var við til, var, at eg var boðin til eina móttøku hjá Dugna. Og sum eg eri glað fyri akkurát hetta – tí eg kundi ikki fingið eina betri og meira lívsjáttandi byrjan í hesum týðandi sessi.”

Les alla røðuna her.

Almannamálaráðið

0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.