NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Rúsevnispolitikkur

21/7/2019

0 Comments

 
Billede
Seinastu árini er nógv broytt á rúsevnis økinum. Minni verður drukkið, og er tað at gleðast um. Tó økist mongdin av ólógligum rúsevnum sum smuglað verða inn í landið. Av tí at landið er so lítið, og ymiskt er, hvat er á marknaðinum, fáa vit í Føroyum oftast blandingsmisnýtarar. Er ikki títt “drøgg” at fáa, so fert tú eftur tí næsta. Sakt verður at tað tekur í miðal 20 ár at útvikla alkoholismu. 10 ár fyri hash, og alt frá einum degi, tá tað eru ókend rúsevnir, sum vit ikki kenna ella vita hvat tey innihalda. Nógv foreldur koma sera illa fyri, tá tey uppdaga at teirra allarkærasta, er fallið fyri misnýtslu. Maktaloysi ger seg galdandi, og familjan stendur fyri hóttafalli. Tey vanligu avrúsingartilboðini, sum vit kenna, fáa sítt fyri tá hesi neyðars menniskju koma inn og skulu avrúsast, fyri síðani at uppbýggjast aftur.

Eftir nøkrum árum í misbrúki, og evnini at passa eitt arbeiði minka skal misbrúkið onkursvegna fíggjast, og tað er tá, at víðarisølan byrjar. Tá dugur ikki longur at siga, at vit vita hvørji tey eru, og tað er bert til eginnýtslu ikki meira.

Hettar er í tí stilla og dulda blivin ein vinna, hvar tey sum standa aftanfyri, eru púrasta eirindaleys. Alt verður dult sum mansmorð, og stórt trýst verður lagt á tey neyðars menniskju, sum eru fangað í misnýtsluni. Okkara góða heilsuverk (uttan at vita tað), er ein stórveitari av ymiskum evnum, sum síðani verða misnýtt. Strammast má upp viðvíkjandi reseptum, sum útskrivaðar verða. Tollvaldið má styrkjast við fleiri hundum. Alt flótandi stál, føroyskt sum útlendsk, sum kemur uttanlanda frá, má kannast væl og virðiliga. Eg kann nevna at her í Panama, har eg eri staddur við skipi beint nú, eru ikki minni enn tveir hundar umborð alla tíðina meðan skipið liggur við brýggju. Eftirlitið má herðast so hesi rúsevni blíva steðgað aðrenn tey koma inn í landið og oyðileggja okkara fólk. Tá tey ólógligu og skaðeligu rúsevnini fyrst eru komin inn í landið, er ógvuliga trupult hjá løgregluni at gera nakað munagott. Avleiðingarnar fyri misnýtaran, avvarandi familjur okkara land eru ovurhonds stórar.

Hettar er ein víttfevnadi trupulleiki og setast má inn á fleiri økjum. Upplýsast má í skúlum um vandarnar við rúsevnum. Foreldur mugu tora at tosa við síni børn um hesi viðurskifti. Harumframt skulu verandi viðgerðartilboð styrkjast

Hettar vil eg arbeiða fyri á tingi, verið eg valdur.

Frits Strøm
Valevni fólkafloksins

0 Comments

Sjúkrahúsini eiga at fáa hægstu raðfesting

6/7/2019

0 Comments

 
Billede
Fyri hvønn einstakan av okkum hevur heilsan avgerandi týdning.

Skjót viðgerð, uppafturvenjing og arbeiðsmøguleikar er lykilin til eitt trygt lív og eitt trygt samfelag.

Eitt vælvirkandi sjúkahúsverk er ein fortreyt fyri góðum trivnaði í Føroyum.

Sjúkahúsverkið eigur tí at fáa hægstu raðfesting.

Útgreinan av sjúklinginum og skjót diagnosa eigur at hava hægstu raðfesting. Tí skula hesar greinar eisini styrkjast í okkara sjúkrahúsverki.

Ein fullfíggjað digitalisering eigur at verða gjøgnumførd á sjúkrahúsunum, soleiðis at tað verður gjørligt at skráseta rakstartøl og úrtøkuna á sjúkahúsunum, herundir tal av diagnosum v.m..

Slík skráseting er neyðug til tess at kunna fylgja við og leggja virksemið skynsamt til rættis.

Bíðitíðin eigur at nágreinast og bíðilistar eiga at verða almannakunngjørdir. Við slíkari skráseting verður gjørligt at seta í verk neyðug tiltøk fyri at stytta um bíðitíðina.

Ein útgreining av hvørjar uppgávur á sjúkrahúsinum kunnu veitast út til privatar fyritøkur, eitt nú reingerð, eigur at verða gjørd beinanvegin.

Tryggjast skal, at privatu tænasturnar til sjúkrahúsini ikki minka í dygd við at gera neyvar greiningar í útboðskrøvunum.

Ein raðfesting eigur at verða gjørd viðvíkjandi viðgerðartilboðum í Føroyum og hvørjar sjúkur skula viðgerðast uttanlands.

Tað er týdningarmikið, at so nógv ekspertisa finst i Føroyum sum gjørligt.

Sjúkrahúsverkið eigur tí at gera avtalur við onnur sjúkrahús við tí fyri eyga at gera eina rotatiónsskipan, har okkara serlæknar í ávísa tíð gera tænastu við onnur sjúkrahús, og at serlæknar frá øðrum sjúkahúsum á sama hátt gera tænastu í Føroyum.

Á henda hátt verður møguligt í størri mun at hava ekspertisu í Føroyum.

Úrslitið verður, at fleiri viðgerðir kunnu fara fram í Føroyum.

Sjúkahúskapasiteturin í Føroyum eigur at verða útnyttaður mest skynsamt. Tað er ikki lønsamt at føroyska sjúkrahúsverkið hevur dupultfunksjónir. Tí eiga tey trý sjúkahúsini at hava hvør sínar sergreinar.

Sjúkahúsverkið má virka sum ein samlað eind.

Galdandi bygnaður eigur at verða eftirhugdur og reguleringar gjørdar.

Leiðslan í sjúkrahúsverkinum eigur at styrkjast og hon eigur at fáa størri heimildir at taka støðu til, hvussu raksturin av sjúkrahúsverkinum verður lagdur til rættis.

Politiski myndugleikin má gera sær greitt, hvat tað kostar at reka eitt nútímans heilsuverk, og peningur má játtast samsvarandi hesum.

Reglur um viðgerðartrygd eiga at verða settar í gildi í Føroyum.

Viðgerðartrygdin má vera ein fastur og integreraður partur av tí samstarvinum, sum sjúkahúsverkið hevur við sjúkahús í øðrum londum.

Christian Andreasen
valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið

Billede
0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.