NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sirið Stenberg: Heilsudepil verður í Vágum

30/3/2017

0 Comments

 
Billede
Eg havi ongar ongar ætlanir um at flyta heilsudepilin úr Vágum. Eg ætli mær hinvegin at menna og styrkja heilsudepilin.

Verkætlanin, sum vit nú fara undir ber heitið "Heilsutænastur í nærumhvørvinum". Í hesum liggur, at tað er partur av sjálvum hugtakinum um fyribyrging at tænastan er nær borgarunum og harvið lætt atkomulig.

Í tí tilfari, sum er sent út um ætlanina, og sum vit hava kunnað allar partar um, er ætlanin at arbeiða í størri økjum, við sterkum heilsudeplum. Skotið verður upp, at tey trý læknadømini – Vága, Norðstreymoy og Eiðis læknadømi – verða løgd saman í eitt heilsuøki.

Í einum heilsuøki kunnu vera ein ella fleiri heilsudeplar. Tað framgongur eisini av tilfarinum. Og júst í hesum økinum, sum er eitt sindur spjatt landafrøðiliga, verður við vissu neyðugt við fleiri heilsudeplum til tess at veita øllum borgarum í økinum heilsutænastur.

Kommunulæknaskipanin er ein grundsúla undir okkara heilsuverki. At gera eina umskipan skal og fer at  reisa spurningar. Tað er gott. Tí á tann hátt fáa vit ta besta úrslitið. Eg vóni inniliga, at vit fáa eina uppbyggjandi og livandi viðgerð, nú arbeitt verður við at bøta um okkara kommunulæknaskipan, til frama fyri bæði fyri tey, ið hava brúk fyri tænastu og tey, ið virka í skipanini.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

0 Comments

Spicer: Obamacare doyr av sær sjálvum

27/3/2017

0 Comments

 
Billede
Talsmaðurin hjá tí amerikanska Forsetanum, Donald J. Trump hevur sagt alment, at Obamacare fer at doyggja av sær sjálvum:

- Eg trúgvi ikki okkara heilsuætlan er deyð. Obamacare, hinvegin, fer at doyggja av sær sjálvum. Og tað fer at henda skjótt, segði Spicer við fjølmiðlarnir.

Hetta kemur í kjalarvørinum av, at uppskotið hjá tí Republikanska flokkinum um at broyta Obamacare - ikki varð til reiðar til tíðina og ikki kundi vera tikið til hoyringar. Men tey lova úr tí Hvíta Húsinum, at tað fer at vera til reiðar í august mánaði.

Eftir at heilsu-uppskotið hjá Republikanska flokkinum ikki bleiv til veruleika álíkavæl á hesum sinni - eru meiningarkanningarnir í Amerika, at einans 36 % av tí amerikanska fólkinum eru nøgd við arbeiðið hjá Donald J. Trump og tað er lægsta talið nakrantíð hjá Forsetanum.

JáH (y) 28.03.2017

0 Comments

Gransking í føroyskum genum avdúkar møguligar orsøkir til bipolara sjúku

14/3/2017

0 Comments

 
Billede
Í nýggjari grein, sum fleiri føroyskir granskarar hava verið við til at skriva, verður nýggj vitan um møguligar orsøkir til bipolara sjúku løgd fram. 

Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum Translational Psychiatry, sum er partur av Nature samtakinum. 

Í greinini verður viðgjørt, hvussu tað at nýta ílegur frá avbyrgdum fólkasløgum kann verða við til at skapa nýggja vitan um týdningarmiklar ílegur fyri bipolara sjúku. Bipolar sjúka ávirkar umleið 1% av fólkunum í verðini og arvur verður mettur at vera 75% av orsøkini til sjúkuna.

Vísindaliga greinin er úrslit av eini granskingarverkætlan, ið er eitt føroyskt-danskt samstarv innan iPSYCH, sum er ein donsk verkætlan fíggjað av Lundbeckfonden. Lundbechfondurin stuðlar gransking innan psykiatri, serliga innan autismu, ADHD, skisofreni, bipolara sjúku og depressjón.

Les meira HER

JáH (y) 15.03.2017
Kelda: Gransking.fo


0 Comments

Sjúklingaráðið sett av nýggjum

14/3/2017

0 Comments

 
Billede
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur sett Sjúklingaráðið av nýggjum. 

Uppgávan hjá Sjúklingaráðnum er at verða ráðgevandi hjá landsstýriskvinnuni í málum um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar í sjúkrahúsverkinum.

Landsstýriskvinnan hevur valt Sjúklingaráðið út frá innsendum uppskotum frá sjúklingafeløgum og áhugabólkum. Tey, ið manna Sjúklingaráðið, eru:

Jákup N. Olsen, Tórshavn
Kristiana Rein, Tórshavn
Trúgvi Jacobsen, Tórshavn
 
Jóna Skorheim, Klaksvík
Pauli Klakkstein, Klaksvík
Silvia Thomsen, Ánir/Klaksvík
 
Maud Benjardøgg, Vágur
Emil Michelsen, Øravík
Jeanna í Lágabø, Vágur.
Sjúklingaráðið hevur havt fund í dag og hevur skipað seg. Jákup N. Olsen heldur fram sum formaður, og Maud Benjardøgg heldur fram sum næstformaður. 

Sambært kunngerð skal landsstýriskvinnan velja eitt sjúklingaráð við níggju limum, út frá landafrøðiligum atliti, sum skal hava møguleika at viðgera øll heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar.

JáH (y) 15.03.2017
Kelda: Løgtingið

0 Comments

Transplantatión uttan immun-niðursetandi heilivág í eygsjón

9/3/2017

0 Comments

 
Billede
​Kann tað hugsast, at tað endiliga kann lata seg gera at transplantera eitt fremmant gagn uttan at geva immunniðursetandi heilivág? 

Immunniðursetandi heilivágur hevur til endamáls at tryggja, at sjúklingurin ikki skjýtur transplanteraða gagnið frá sær. Hesin heilivágur kann við tíðini hava við sær hjáárin sum infektiónir, krabbamein o.s.fr. 

Í prinsippinum kann hetta lata seg gera.

Angelica Maria Mohr Gregoriussen hevur skrivað eina vísindaliga grein um hetta, sum er almannakunngjørd í viðurkenda online tíðarritinum “Frontiers in Immunology”. Hon hevur gjørt eitt modell, sum m.a. avdúkar eina heilt grundleggjandi immunologiska mekanismu. Modellið er mett at vera besta frágreiðing higartil, hvat hesum viðvíkur.

Les meira HER

JáH (y) 10.03.2017
Kelda: Gransking.fo


0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.