
- Eg trúgvi ikki okkara heilsuætlan er deyð. Obamacare, hinvegin, fer at doyggja av sær sjálvum. Og tað fer at henda skjótt, segði Spicer við fjølmiðlarnir.
Hetta kemur í kjalarvørinum av, at uppskotið hjá tí Republikanska flokkinum um at broyta Obamacare - ikki varð til reiðar til tíðina og ikki kundi vera tikið til hoyringar. Men tey lova úr tí Hvíta Húsinum, at tað fer at vera til reiðar í august mánaði.
Eftir at heilsu-uppskotið hjá Republikanska flokkinum ikki bleiv til veruleika álíkavæl á hesum sinni - eru meiningarkanningarnir í Amerika, at einans 36 % av tí amerikanska fólkinum eru nøgd við arbeiðið hjá Donald J. Trump og tað er lægsta talið nakrantíð hjá Forsetanum.
JáH (y) 28.03.2017