NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Eyðgunn Samuelsen vitjar Dugna

23/9/2015

0 Comments

 
Picture
Í gjár var Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna og vitjaði Dugna.

Hedvig Jóhansdóttir, stjóri í Dugna greiddi landsstýriskvinnuni frá um virksemi á Dugna, og vísti runt á Verkskúlanum á Hjalla, har arbeitt verður við at finna og at menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum, samstundis sum stórur dentur er lagdur á endurnýtslu og góðsku.

Á Verkskúlanum á Hjalla er teldustova, matstova, træverkstaður og Tinghúsið.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna var væl nøgd við vitjanina:

“Tað er áhugavert og gleðligt at vitja ein stovn, har tað verður hugsað øðrvísi, og har dentur er lagdur á at finna loysnir, soleiðis at tey, sum royna síni arbeiðsevni á Dugna og ganga á skúlanum við Áir, veruliga finna tað, sum tey eru dugnalig til, og har tey blóma” segði Eyðgunn eftir vitjanina.

Ása Olsen, forkvinna í stýrinum og Jóhan Samuelsen, næstformaður, vóru eisini við, eins og Allan Mørkøre, leiðari fyri Verkskúlanum á Hjalla eisini var við á vitjanini.

JáH (y) 23.09.2015
Kelda: Almannamálaráðið


0 Comments

Sig frá! á Fólkafundinum

18/9/2015

0 Comments

 
Picture
Sig Frá! er við á Fólkafundinum, ið er í dag og í morgin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Kl. 14.30 báðar dagarnar fer Poula Lervig, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum at hava framløgu: "Fráboðanarskylda og tagnarskylda á barnaverndarøkinum", og leygardagin fer Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur og leiðari á Barnaverndarstovu Føroya og í Barnahúsinum at greiða frá "Barnahúsið - lýsing av virkseminum".

Til ber at vitja básin hjá Sig Frá! báðar dagarnar, har høvi verður at fáa eitt prát við samskiparan av Sig Frá! verkætlanini, Elin Winther Poulsen.

Fólkafundurin byrjar kl. 11.00 alment í dag 18. september og endar leygardagin 19. september, tá seinasta tiltakið hevur verið. Tað er ókeypis at vitja Fólkafundin.


0 Comments

Eyðgunn sett Autismuráðstevnu

17/9/2015

0 Comments

 
Picture© Almannamálaráðið
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna hevur í morgun havt sína fyrstu almennu uppgávu sum landsstýriskvinna í almannamálum, tá hon setti Autismaráðstevna 2015 í Norðurlandahúsinum. Nærum 400 fólk hava meldað seg til ráðstevnuna, sum verður í dag og í morgin við eini røð av fyrilestrum og verkstovum. 

Les meira HER

JáH (y) 18.09.2015
Kelda: Almannamálaráðið

0 Comments

E-Sigarett eksploderaði - tá ið hann skuldi fáa sær ein guv!

17/9/2015

0 Comments

 
Picture
Fólk sum vilja minkað um vandan við kreft - eru farin til E-sigaretturnar. Men nú vísur tað seg, at tær heldur ikki eru heilt ófarligar.

Ein 23 ára gamal maður skuldi fara at fáa sær ein guv í steðginum. Men tað næsta hann minnist er at hann er endaður á skaðastovuni. E-sigarettin eksploderaði nemliga, tá ið hann skuldi pumpa sær ein guvara.

Sí video niðanfyri:

JáH (y) 17.09.2015

0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.