Kl. 14.30 báðar dagarnar fer Poula Lervig, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum at hava framløgu: "Fráboðanarskylda og tagnarskylda á barnaverndarøkinum", og leygardagin fer Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur og leiðari á Barnaverndarstovu Føroya og í Barnahúsinum at greiða frá "Barnahúsið - lýsing av virkseminum".
Til ber at vitja básin hjá Sig Frá! báðar dagarnar, har høvi verður at fáa eitt prát við samskiparan av Sig Frá! verkætlanini, Elin Winther Poulsen.
Fólkafundurin byrjar kl. 11.00 alment í dag 18. september og endar leygardagin 19. september, tá seinasta tiltakið hevur verið. Tað er ókeypis at vitja Fólkafundin.