MEGD tekur undir við, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyrst. Vit eiga sjálvsagt at tryggja týðandi virksemi og hava tamarhald á støðuni. Tó eiga vit eisini at forða fyri deyða og álvarsama sjúku orsakað av smittuni.
Nú eigur myndugleikin sum skjótast at geva teimum, ið eru í vandabólki og ynskja koppseting, trygd fyri, at tey eru næst. Eins og tey fáa at vita, nær tey kunnu verða koppsett.
MEGD