Fleiri stór arbeiðspláss hava valt at avlýsa jólaborðhaldið í ár. Onnur býta seg upp, har ymisku deildirnar hava jólaborðhaldið fyri seg. Hetta ber tíbetur boð um, at nógv eru tilvitað um koronutilmælini.
Tað er sera týdningarmikið, at øll brúka sítt vit og skil, tá ið tey annaðhvørt fyriskipa ella fara til eitt jólaborðhald. Tað er avgerandi, at bæði reinføri og frástøða verður sett fremst – eisini undir jólaborðhaldinum og í øðrum veitslulagi.
Tað eiga í mesta lagi um 20 fólk at koma saman til eitt jólaborðhald ella annað veitslulag.
Heilsumálaráðið