NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

E-sigarettin ger tað IKKI nemmari at leggja av !!!

29/3/2014

3 Comments

 
Picture
E-sigarettin ger tað ikki nemmari at leggja av við at roykja !!!

Ein nýggj kanning vísur á, at roykjarar sum royna at leggja av ella at niðurseta roykingina við E-sigarettur, at tað als er hava tað so nemt at gevast við at roykja.

Mangir roykjara sum royna at leggja av við at roykja, brúka E-sigaretturnar fyri at niðurseta roykitrongdina. Nú konkluderar eitt lið av amerikonskum granskarum, at E-sigarettin ikki ger tað nemmari at gevast við at roykja. Teir roykjara, sum brúka E-sigarettuna hava tað júst líka ringt at gevast við at roykja, sum hinir roykjarnir hava. 

Manglandi vitan um E-sigarettuna !!!

Sjálvt um E-sigarettin er nógv diskutera í seinastuni, so manglar tað dokumentatión hvussu heilsuskaðilig ein E-sigarett er í veruleikanum.

Tí eru teir nýggju granskinarúrslitini áhugaverd, meinar Vaughan Rees, sum er deildarleiðari fyri Center for Global Tobacco Control í Harvard Skúla innan Almenna Heilsu.

- Granskingin er virðismikul til tí vaksandi mongd av granskin, sum vísa á, at e-sigarettin ikki er serliga góð at fáa fólk at gevast við at roykja. Tey í almenninginum eiga at læra betri at kenna e-sigarettina og samanhangin við, at hon hjálpir tær ikki við at leggja av við at roykja, sigur Vaughan Rees.

Úrslitini frá kanningini fevnir um 949 luttakara, sum dagliga roykja e-sigarettir.

JáH (y) 29.03.2014

3 Comments

Mat-Fobi: Tannáringur etur bert spaghetti

18/3/2014

0 Comments

 
Ein vøkur tannáringur er bangin fyri mati, og hevur bestemma seg at eta nærum bara spaghetti.

Leah Frost (17ár) er studerandi og hevur altíð væl dáma spaghetti - eisini sum barn.

Mamma hennara Yvonne hevur roynt at givið henni varierandi mat, men onki hevur riggað.

Einasti matur sum Leah hevur etið er chips, breyð, ost og kaku - men sjálvt um hon ikki hevur vilja etið kjøt, so vigar Leah heilt normalt.

Leah sigur: "Um onkur roynir at hjálpa mær og fáa meg at eta okkurt annað, so verið eg óttafull og bangin fyri at eta tað. Sjálvt um maturin sum eg etið er rættur. Sum við chips'unum - eg etið ikki bert onkur chips. Og tað er eisini strævið at vera eg, tí tá eg eri úti við vinunum - so eru tað mangir av mínum vinum sum ikki skilja meg og mína fobi fyri matið."

JáH (y) 18/03-14
0 Comments

Vandin við bróstimplantatir !!! 

13/3/2014

0 Comments

 
Picture
Røntgenstrálur kunna ikki fara ígjøgnum bróstimplantatiónir og tískil so kunna implantirnar fjala byrjan til bróstkrabba við eina kanning. Hetta lata fleiri plastikkirurgiskar klinikkar vera við at upplýsa um.

Tá ein kvinna fær eina implantatión útyvir bróstmuskulin, er tað ikki gjørligt at gera eina bróstkanning, eisini kallað ein mammografi. Tað er tí, at røntgenstrálurnar ikki kunna fara ígjøgnum implantaturnar, og tískil eru stórir partar av bróstvevinum fjalt við einari mammografi-skanning.

Fleiri plastikkirurgiskar klinikkir feilinformerað 

Ifylgi einari kanning gjørd av DR2, lata fleiri plastikkirurgiskar klinikkir vera við at fortelja um trupuleikan. Laila Walther, stjórin fyri Kræftens Bekæmpelse Patientstøttetilbud, heldur at hetta er ræðandi.

- Tá vit fara yvir til nakran, sum veit meira enn vit og biðja tey at gera okkurt sum er avgerandi fyri okkara kropp, so eiga tey at fortelja okkum alt um tað, eisini vandarnar. Eg haldi at hetta er ein heilt ávorligur trygdar-trupuleiki, sigur hon.

JáH (y) 13/03-14

0 Comments

ADHD - 50/50 kjansur fyri at tú endar í einum misbrúki

12/3/2014

2 Comments

 
Picture
Rúsdrekka virkar muskulavslappandi og dempar tískil teir hypersensitivu sansarnar og viðføra at hevur ein ADHD betro kann vera sosialur og halda kroppin hjá sær í ró.

Mong við ADHD vilja tíðliga í lívinum finna útav, at tey fungera øðrvísi gott, tá tey hava drukkið rúsdrekka. Hash er eisini eitt rúsevni, sum mong tíðliga vera misbrúkari av, serliga tí at tað dempar irritatiónina og tankamyldrin, og tað forbetrar sovutrupuleikarnir. Man roknar við, at gott 50 prosent av børnum við óbehandlaðum ADHD - enda í einum misbrúki. 

Børn og ung við ADHD, sum fáa behandling hava har afturímóti ikki størri kjans at útvikla eitt misbrúk enn børn uttan ADHD. Og sigast skal so eisini at bíðilistin til at fáa børn og vaksin í viðgerð fyri ADHD er sera long í Føroyum - og oftað kunna foreldur at einum barnið við ADHD bíða upp til yvir eitt ár.

JáH (y) 12/03-14



2 Comments

Droppa sigaretturnar og ver í betri lag

11/3/2014

0 Comments

 
Picture
Motivatión fyri at gevast við at roykja er oftað eitt betri fysisk heilsa, men ein nýggj kanning vísur á, at gevast við at roykja eisini gevur eitt langt betri mentala heilsu.

- Tað er ikki bert tann fysiska heilsa sum er gagnligt við at gevast við at roykja, men tann sálarligi parturin er eisini. Fólk halda, at tey missa ein lívskvalitet um tey gevast við at roykja, men tey fáa tað faktist betri, sigur Inge Haunstrup Clemmensen, yvirlækni hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark - í samband við eina gransking gjørd av British Medical Journal.

Granskingin vísur á gransking sum bleiv gjørd í samband við samanhang við at gevast við at roykja og tí mentalu sunnheitina. Úrsliti frá kanningunum vísa, at bæði angst, depressión og stress bleiv minni hjá teimum sum steðgaðu við at roykja í mun til tey sum heldu áframm.

Sama virkan sum antidepressiv medisin

Ífylgi Inge Haunstrup Clemmensen er tað viktugt at fáa granskingarúrslitini út til fólkið, sum gjarna vilja gevast við at roykja. Tað er tí, at mong hava eina meining um, at um tey gevast við at roykja, so vera tey í verri lag og fáa generelt ein verri lívskvalitet.

- Bæði hjá patientum og teim sum behandla hevur mangan verið tann fatan, at tað er synd í fólkið sum gevast við at roykja. Sum dømið kann nevnast, at um tey líða av sálarligari neyð, men eisini um tey hava kreft. Hatta skula vit vekk frá. Júst tí at fyri kreftpatientar kann tað við at gevast við at roykja vera júst tað rætt, bæði fyri tann fysiska og sálarliga partin. Tað er tankavekjandi at eitt roykistopp kann virka líka so væl sum antidepressiv medisin, sigur hon at enda.  

JáH (y) 11/03-14

0 Comments

Hvussu nógv drekka danskara ..?

8/3/2014

0 Comments

 
Picture
Alkohol er eitt lógligt rúsevni, sum 90-95 % av tí danska fólkinum drekka meira ella minni regluliga. Forbrúki steig ógvuliga í 1950'inum og upp til 1970'inum - men hevur síðan staðið í stað.

Tað árliga forbrúki av alkoholi er ífylgi tollvaldinum áleið 12 litrar av reinum alkohol pr. danskara yvir 14 ár um árið. Umrokna svarar tað til 800 fløskur av øl, 150 fløskur av vín ella 40 fløskur av snapsi. Áleið 50 % av forbrúkinum er øl, og tað verður drukkið áleið 3 ferðir so nógv vín enn spiritus. Forbrúki hevur forandra seg soleiðis, at danskara drekka meira vín og minni av øl. Og tá verður also ikki tosað um - hvussu nógv er komið úr Týsklandi ..!

JáH (y) 08/03-14

0 Comments

Er mjólk sunn ..?

8/3/2014

0 Comments

 
Picture
Eg havi drúkkið túsundvís av litrum av mjólk ígjøgnum alt lívið, men er tað sunt at drekka mjólk? 

Hetta eru granskara íholt við at granska júst nú, um mjólk er meira til skaða ella til gagns?

Her grein um hetta evnið, Trýst HER

SáH 15/12-13

0 Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.