- Tað er ikki bert tann fysiska heilsa sum er gagnligt við at gevast við at roykja, men tann sálarligi parturin er eisini. Fólk halda, at tey missa ein lívskvalitet um tey gevast við at roykja, men tey fáa tað faktist betri, sigur Inge Haunstrup Clemmensen, yvirlækni hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark - í samband við eina gransking gjørd av British Medical Journal.
Granskingin vísur á gransking sum bleiv gjørd í samband við samanhang við at gevast við at roykja og tí mentalu sunnheitina. Úrsliti frá kanningunum vísa, at bæði angst, depressión og stress bleiv minni hjá teimum sum steðgaðu við at roykja í mun til tey sum heldu áframm.
Sama virkan sum antidepressiv medisin
Ífylgi Inge Haunstrup Clemmensen er tað viktugt at fáa granskingarúrslitini út til fólkið, sum gjarna vilja gevast við at roykja. Tað er tí, at mong hava eina meining um, at um tey gevast við at roykja, so vera tey í verri lag og fáa generelt ein verri lívskvalitet.
- Bæði hjá patientum og teim sum behandla hevur mangan verið tann fatan, at tað er synd í fólkið sum gevast við at roykja. Sum dømið kann nevnast, at um tey líða av sálarligari neyð, men eisini um tey hava kreft. Hatta skula vit vekk frá. Júst tí at fyri kreftpatientar kann tað við at gevast við at roykja vera júst tað rætt, bæði fyri tann fysiska og sálarliga partin. Tað er tankavekjandi at eitt roykistopp kann virka líka so væl sum antidepressiv medisin, sigur hon at enda.
JáH (y) 11/03-14