NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stuðul latin úr Sjúkrakassagrunninum til Depil fyri heilsugransking

9/12/2015

0 Comments

 
Billede
Á samkomu í Heilsu- og innlendismálaráðnum í dag varð avtala undirskrivað um menning av granskingarsamstarvi millum Granskingarráðið øðrumegin og Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hinumegin. Stuðulin er á 7 milliónir krónur og skal nýtast eftir nærri avtalu komandi 5 árini.

Stuðulin stavar frá fænum úr Sjúkrakassagrunninum og avtalan er úrslit av drúgvari tilgongd, har partarnir hava samskift um, hvussu besta samstarvið fæst burturúr við teimum treytum, sum eru settar fyri stuðulin. Í sambandi við hátíðarløtuna bar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fram røðu:

- Fæið, sum lá eftir sjúkrakassunum, hevur veruliga sett ferð á granskingina innan føroyska heilsuverkið. Men granskingin í Føroyum er viðbrekin. Seinnu árini er talið av granskarum økt og førleikin er í vøkstri, men hava tey, ið fáast við gransking ikki framhaldandi neyðugu karmarnar, so kann menningin fána burtur og detta niðurfyri. Eg haldi at samstarvspartarnir í uppritinum um at skipa ein depil fyri heilsugransking vísa eina gongda leið og vilja tryggja at menningin heldur fram, segði landsstýriskvinna milllum annað.

Fyrisiting Granskingarráðsins hevur í samráði við forkvinnurnar í Faknevndini og Granskingarnevndini, sum varða av hesum málinum, síðani síðsta heyst samráðst við avvarðandi partar, sum eru Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, um karmar, innihald og leist fyri eina avtalu. Samband hevur eisini verið við Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús.

Rættiliga tíðliga í tilgongdini gjørdu teir tríggir stovnarnir vart við, at teir ynsktu at styrkja granskingarsamstarvið sínámillum við at skipa ein depil fyri heilsugransking. Semja um var eitt gott hugskot, um so varð, at tað bar til at skipa hetta, so tað samsvaraði við leiðreglurnar sum settar eru fyri Sjúkrakassagrunnurin.

Í endaligu avtaluni er ásett, at stuðulin skal býtast soleiðis til tey trý økini, sum leiðreglurnar nevna:

1. Master útbúgving: Fróðskaparsetrið bjóðar út masterutbúgving á 120 ECTS í fólkaheilsu (Master of Public Health). Útbúgvingin er ætlað heilsufakfólkum við miðallangum útbúgvingum á bachelorstigi, eitt nú sjúkrarrøktarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, bioanalytikarar o.fl., t.v.s. starvsbólkar, ið virka á starvsøkjunum heilsuvísindi/fólkaheilsu/sosialheilsu. Umsøkjarar við samfelagsfakligari ella námsfrøðiligari bachelorútbúgving, eitt nú sosialráðgevarar, lærarar og námsfrøðingar kunnu eisini søkja um upptøku.

Tikið verður upp fyrstu ferð til fulla útbúgving á heysti 2016 á tann hátt, at útbúgvingin verður tikin yvir 4 ár (hálv ferð). Tey, sum verða innskrivað til fulla útbúgving, gjalda ikki lestrargjald.

Tey, sum eru byrjaði at lesa stakgreinalestur í 2014, kunnu søkja um at verða innskrivaði til fulla útbúgving og um at fáa góðskrivað tey skeið, ið tey hava staðið sum stakgreinalesandi. Tey verða so eftir ætlan liðug við lesturin í 2018. Tá hesi eru innskrivaði til fulla útbúgving, gjalda tey ikki lestrargjald fyri restina av skeiðunum.

3,6 mill. kr. verða settar av í tíðarskeiðinum 2016 – 2020 (5 ár) til setan av einum vísindafólki við lektaraførleika ella professaraførleika, sum skal verða við til at menna, reka og góðskutryggja útbúgvingina.

2. Ph.d.: Sett verður eitt ph.d.-starv í fólkaheilsu/sosialari heilsu/ heilsuvísindum. Ph.d. verkætlanin verður knýtt at øki, ið er raðfest í útbúgvingini. 0,9 mió. kr. verða settar av í eitt 3 ára skeið til ph.d. student frá 2016. Írestandi fíggingin skal fáast til vega frá samstarvsstovnunum, feløgum og frá grunnum.

3. Vísindastarvsfólk: Sett verður eitt vísindastarvsfólk í 3 ára lektara- ella professarastarv í heilsuvísindum/fólkaheilsu/sosialari heilsu. Viðkomandi starvsfólk fær leiðandi leiklut í granskingarsamstarvinum millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið. 2,5 mió. kr. verða settar av í tíðarskeiðinum 2016 – 2018 (3 ár) til endamálið.

Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu skrivaðu undir samstarvsavtalur á vári 2014, ið hava til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.

Stuðulinum úr Sjúkrakassagrunninum ger tað nú møguligt hjá samstarvsstovnunum at leggja sterkari fíggjarligar karmar um hetta arbeiðið. Við nýggju størvunum skapast møguleiki fyri at samskipa, menna og styrkja føroyska heilsugransking og til at skipa nýggjar útbúgvingar, ið skulu viðvirka til framhaldandi menning og trygging av føroyska heilsu- og almannaverkinum.

Avtalan stuðlar væl uppundir nýggja depilin

Partarnir fegnast um avtaluna, sum nú er undirskrivað:

- Likamlig, sálarlig og sosial heilsa hava avgerandi týdning fyri lívførið hjá føroyska samfelagnum og tí mugu vit lyfta í felag fyri at møta framtíðar tørvinum. Vit eru sannførd um at við at skipa ein Depil fyri heilsugransking so kunnu vit røkka setninginum um at veita føroyska – og altjóða - samfelagnum viðkomandi og neyðuga gransking, sum kann gagnnýtast til at betra um og málrætta heilsufakligu tænastuna heilsustøðuna í Føroyum. Stuðulin úr Sjúkrakassagrunninum tryggjar eitt gott útgangsstøði fyri deplinum, sigur Sigurð í Jákupsstovu vegna samstarvsstovnarnar.

Stuðulin til samstarvið um at menna heilsuøkið er ikki beinleiðis avmarkaður til hesar stovnarnar, sum undirskriva í dag, hóast peningurin er oyramerktur til ávís endamál.

Hugsanin er heldur, at tað við hesi avtaluni verður stuðlað undir, at tað verður bygdur ein kjarni, sum til ber at kopla meira og fleiri uppá, so hvørt tað er høvi til tað.

Kelda: Heilsu- og Innlendismálaráðið 08.12.2015

0 Comments

Altjóða brekdagur 3. desember 2015

4/12/2015

0 Comments

 
Picture
Í gjár var altjóða brekdagur. Ráðið fyri brekað, MBF og Almannamálráðið hevði, eins og undanfarin ár, skipað fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum. Nógv fólk vóru møtt og skráin var bæði fjølbroytt og spennandi, við fleiri framløgum. 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, setti altjóða brekdagin og helt í hesum sambandi hesa røðu:

Les meira HER

Kelda: Almannamálaráðið

0 Comments

Fólk við Parkinson og øðrum neurologiskum sjúkum koma skjótari í viðgerð

2/12/2015

1 Comment

 
Picture
Sum landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum fegnast eg um miðvísa átakið á Landssjúkrahúsinum, sum hevur við sær, at bíðitíðin til neurologiska útgreinan styttist við meira enn einum ári.

Bíðitíðin til útgreinan fyri nervafrøðiligar sjúkur er í dag millum 18-24 mánaðir. Landssjúkrahúsið hevur tí í ár valt at styrkja økið við at seta Bjarka á Rógvi Hansen í eitt parttíðarstarv sum serlækna í neurologiskum sjúkum at taka sær av at samskipa og visitera innan hetta serøkið í Føroyum. Millum kendastu nervafrøðiligu sjúkurnar eru Parkinson, Alzheimer, demens og epilepsi.

Eg harmist um, at bíðirøðirnar til útgreinan og viðgerð fyri Parkinson og aðrar neurologiskar sjúkur hava verið so drúgvar, men við nýggjum serlækna eru útlitini fyri munandi bata góð, og tað fegnist eg um, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í viðmerking.    

Fyri at fáa bíðitíðina til útgreining niður, er Landssjúkrahúsið farið undir miðvíst átak við at økja um dagatalið, sum serlæknin er á sjúkrahúsinum hesar komandi tríggjar mánaðirnar. Málið er, at bíðitíðin í februar 2016 er stytt niður til áleið eitt hálvt ár. Harvið styttist bíðitíðin hjá hesum sjúklingum við meira enn einum ári.

Haraftrat hevur Landssjúkrahúsið júst gjørt samstarvsavtalu við Bispebjerg Sjúkrahús og Ríkissjúkrahúsið um telemedisinska tænastu innan neurologiska økið. Avtalan hevur við sær, at færri sjúklingar noyðast at fara uttanlands til kanningar.

Samstarvsavtalan letur somuleiðis upp fyri, at donsku sjúkrahúsini frameftir kunnu taka ímóti úrslitum av kanningum, gjørdar á Landssjúkrahúsinum í sambandi við møguliga viðgerð í Danmark. Á hendan hátt skulu hesar kanningar ikki gerast av nýggjum, tá ið sjúklingar koma til Danmarkar.

Umframt at betra um tænastuna til sjúklingarnar, fara hesar betringar eisini at økja um kapasitetin á samlaða neurologiska økinum hjá Landssjúkrahúsinum.

Sirið Stenberg
Landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

1 Comment
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.